fríggjadagur 5. apríl 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 38 · 5. apríl 2013
2
VIKUSKIFTI
Matgerð
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í døgunum 13. til 17. apríl koma
altjóða fjølmiðlafólk og Michelin-
kokkar til Føroyar at royna ta føroysku
rávøruna, smakka føroyskan mat, gera
mat úr føroyskum rávørum og upp-
liva Føroyar sum gourmetferðavinnu
tjóð.
Sp/f Solea hevur seinasta árið skipað
fyri tiltøkum í Føroyum og uttanlands
við tí fyri eyga, at marknaðarføra
Føroyar sum eina serliga tjóð fyri
gourmetferðavinnu og sum eina tjóð,
ið hevur heilt serligar kvalitetsrávørur
at veita.
Í oktober í fjør varð skipað fyri
einum gourmettiltaki á Michelin-
matstovuni, Hedone, í London. Til
døgurðan vórðu viðurkend ensk fjøl
miðafólk, rávøruinnkeyparar og kokkar
bodnir við.
– Móttøkan av føroysku rávørunum
var sera jalig, og umframt at netverkið
millum altjóða rávøruinnkeyparar og
føroyskar rávøruveitarar varð styrkt, so
vísti fjølmiðlafólkini sera stóran áhuga
fyri Føroyum og ynsktu, at sleppa
hagar at uppliva enn meiri føroyskt,
sigur Bjørk K. Olsen, marknaðarleiðari
fyri Solea.
Marknaðarføring
At móttøkan var so góð, gjørdi, at farið
var undir at fyrireika næsta stigið, at
fáa kendu fjølmiðlafólkini, Michelin-
kokkarnar og innkeyparar til Føroyar.
– Endamálið við hesari vitjan er eitt:
at marknaðarføra Føroyar. Sp/f Solea
er av teirri áskoðan, at umtala í viður
kendum miðlum og millum manna í
viðurkendum gastronomiskum net
verkum, hevur eina stóra effekt, ið ikki
kann gerast upp í pengum, sigur Bjørk
K. Olsen.
Trupult at
gera tað rætta
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Anny Davidsen / Mynd: Ólavur J. Hansen
klumman
Barbara
Holm
Í næstum koma Michelin-kokkar og altjóða
fjølmiðlafólk til Føroya at royna føroyska rávøru
Eg var vitni til eina rættiliga óbehagiliga
hending herfyri. Eg var á páskavitjan í
Føroyum, og meðan eg sat í bilinum uttan
fyri ein handil í Vági, og bíðaði eftir systur
míni, sá eg, at ein lítil drongur bleiv happ
aður av øðrum. Hann stóð saman við fimm
eldri dreingjum, og teir róptu eftir honum,
og bóðu hann fara heim til mammu sína at
slatra. Drongurin græt inn ímillum, og flenti
og royndi at spæla við inn ímillum. Men tað
riggaði ikki ordiliga hjá honum. Teir vildu
ikki hava hann við.
Vit vita øll hvat vit eiga at gera í slíkum
støðum. Vit eru tey vaksnu, og vit eiga at tala
at, tá ið órættvísi fer fram. Og tó...
Eg sat í bilinum, og 1000 tankar fóru
ígjøgnum høvdið meðan eg bíðaði eftir
systur míni. Skal eg fara út? Er tað kiksað?
Hví gera hini fólkini í bilinum við síðurnar
av einki? Vita tey kanska hvør drongurin
er? Eru tað foreldrini hjá honum? Hvar eru
foreldrini hjá honum? Er drongurin kanska
dottin, og tí grætur hann? Hvussu skal eg
reagera? Eg má gera okkurt.. Okey, eg koyri
vindeyga niður, og hyggi ónt eftir teimum.
Kanska teir steðga so. Eg má spyrja systur
mína tá hon kemur. Kanska skal eg koyra
lítla drongin heim. Nei, hann býr nokk beint
við.
Og so kom systur mín, og tankin gjørdist
»nei gotter, eg má heldur fara. Eg skilji ikki
støðuna allíkavæl, og tá ið eingin annar ger
nakað, so má tað vera ein orsøk til tað«.
Hetta er ein vika síðani, og eg havi enn
ringa samvitsku. Ikki tí, eg fekk fortalt eftir
fylgjandi, at hesin lítli drongurin í veruleik
anum er tann, sum plagar at happa onnur.
Men álvaratos, hvønn mun ger tað. Tað snýr
seg í síðsta enda um, at vit vaksnu meina og
trúgva, at vit sjálvandi høvdu gjørt nakað,
um vit sóu okkurt órættvíst fara fram.
Vit halda øll, at vit høvdu sagt frá, tala at,
vart tey veiku, og reist okkum upp fyri tí sum
vit vita er rætt, men er tað í veruleikanum
so?
Eg trúði eg fór at tala at, um eg sá nakað
órættvíst. Tað havi eg eisini gjørt áður. Men
hesaferð gjørdi eg tað ikki.
Eg sá eina sending á DR fyri stuttum, um
júst hetta evni. Har bleiv sagt, at tey flestu
vera ávirkaði av, hvat øll hini gera, ella ikki
gera. DR tók upp, meðan ein sjónleikari
legði seg mitt á Strøget, og lá púra vitleysur
har. Tey flestu hugdu ivasom uppá hendan
mannin, men gingu síðani víðari. Sami
maður legði seg síðani niður á ein veg beint
við, har sum næstan eingin gekk framvið.
Tá gingu bert fáar minuttir inntil onkur
kom yvir, og spurdi um tey kundu hjálpa.
Niðurstøðan varð tann, at fólk halda seg
aftur, um fleiri onnur eru har, og tey einki
gera. Men eru tey einsamøll, so handla tey
beinan vegin.
Eg havi lært, at onkuntíð skal man ikki
hugsa alt ov langt, og bara handla. Eg havi
lovað mær sjálvari, at næstu ferð eg síggi
okkurt órættvíst fara fram, so tveiti eg óttan
og ivan til síðis, og fylgi tí, sum eg veit er
rætt. Eisini sjálvt um øll hini ikki gera nakað.
Kanska tú eisini fert at gera tað?
So segði
hann...
Stjørnukokkar
til Føroya
– Hetta er klassiska myndin av politikki. Tá tað gongur
illa innanríkis, so fert tú í kríggj fyri á tann hátt at
fáa fólkið at standa saman um okkurt. Nú
er mann so farin í kríggj móti bankunum.
Klaus Rasmussen, nevndarformaður í BankNordik