Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. apríl 2013 · Nr. 40 2 Sosialurin Oddagrein Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Tór Marni Weihe Tíðargrein síða 10 Savna heldur enn spjaða Tøkni síða 12 Tráð­ leyst prof myndatól Tað er vorðin siðvenja seinastu ár­ ini, at klípt verður av stuðulinum til pol­it­iska upplýsing – sum er játt­ an­in, sum flokkarnir á tingi fáa av fíggj­ar­lógini. Vit kunnu skjótt staðfesta, at sjálv­andi skal stuðulin til flokk­ar­ nar skerj­ast, tá alt annað verður skert. Men tað vísir seg tó, at tað er í rein­ari oppurtunisumu, at tingfólk hava skert hesa játtan. Sum um at tann ting­maður, sum torir best at skerja stuð­ul­in til flokkarnar er hin rask­asti. Men tað er als ikki rætt bara at síggja hesa játtan sum stuðul til pol­i­tik­arar. Tí tað er eitt krav, at allir flokk­ar á tingi hava eina munagóða um­siting, eina organisatión, sum virk­ar. Men tað hava teir ikki – og langt frá tí. Meðan ting­menn og lands­stýr­is­ fólk eru væl lønt við góðum snøkl­ um, so darlar organisatiónin langt aft­an­á. Ikki so frægt, at flokkar hava fólk, sum kunnu seta eitt lík­ inda tíð­ind­a­skriv saman, og tað er ikki í lagi. Sum veljarar hava vit krav uppá, at skil er í organisatiónini hjá øllum flokk­um. Um tú velur Fólkaflokk ella Tjóð­veldi ella Samband ella Javn­að­ar­flokk, so hevur tú áhuga í, at or­g­a­n­i­satioónirnar í hinum flokk­u­num eisini virka. Tí tað er tað, sum styrkir fólkaræðið. Spurn­ing­urin um hægri játtan til upp­lýsing var eisini umrøddur á floks­tinginum hjá Tjóðveldinum um vik­u­skift­ið. Har varð ført fram, at játtanin, sum í 1998 var 3,7 mill­ i­ónir krónur, er lækkað nið­ur í 2,4 – og tað er ikki hissini lækking upp á 15 ár við prísvøkstri í huga. Tað er alment kent, at fyritøkur og peng­a­menn stuðla ávísum val­ evn­um at hjálpa teimum at blíva vald, og tað er ein vandamikil gongd, sum set­ur dem­o­kra­ti­ið í vanda. Tí er tað eitt púra rættvíst krav, sum Høgni Hoydal eisini vísir á, at tað skal vera eitt krav, at allir politikarar al­m­ent skulu upplýsa, hvaðani teir fáa fíggj­ar­ligan stuðul til valstríð – eins og allir flokkar skulu upplýsa, hvørjar fíggjarligar stuðlar teir hava. Tað kundi verið fyrsta stigið. Síðani kundi játtanin til um­sit­ing­ ina hjá flokk­unum verið hækkað við sjálvkravdum kravi um, at peng­ar­nir fóru til eina góðkenda um­sit­ing, tí tað hevði ganga fólka­ ræð­i­num. Sjálv­andi skulu flokkarnir stýr­ ast av hugsjónum og ikki ávísum pen­g­a­á­hug­a­mál­um. Flokkarnir fleiri pengar Í næstu viku sendir Rás2 úr It­alia. Rás2 fer at halda til í norð­ur­italska stórbýnum Mil­ ano, men vitjað verður eis­ini í spennandi økinum rundan um býin. Rás2 tosar við føroyingar, sum búgva í Italia, og dýp­ið verður eisini loddað mill­um lokalfólkið. Innsløg verða um móta, mafia, list, vín, ferð­a­ vinnu og tónleik. Leit­að verð­ur eftir matstovu, har før­oysk­ur saltfiskur verður borð­reidd­ur. Og tos­að verður um tiltikna for­før­ar­an Casanova. Eisini verð­ur  flogferð fyri 2 fólk til Mil­ano í summar burtlutað í send­ing­unum. Rás2 sendir úr Italia miku­ dag­in og hós­dag­in í næstu viku – báð­ar dagar frá 9-12 og 13-15. Vertir verða Rannvá Gaard Fossaberg og Eyðun Klaks­tein. Rás2 úr Milano Í morgin, hósdagin, verð­ ur ungdómssendingin »Ó-beineiðis« aftur á Rás2. Hesaferð fara ung­manna­ fel­øg­ini at kjakast um heild­ ar­ætlanina, sum lands­stýr­ i­s­maðurin í vinnumálum, Jó­han Dahl, legði fram á Hot­el Hafnia fríggjadagin 5. apríl. Harafturat kemur borg­ ar­stjór­in í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim, at avdúka eina nýggja tæn­ astu til lesandi. Tað elvdi til mikla gleði, tá Klaksvíkar komm­una kunngjørdi fyrr í ár, at tey veittu stuðul til lesandi, ið skrivaðu høv­uðs­ upp­gávu, »sum mett verður at hava almennan áhuga og er gagn­ligt fyri Klaksvíkar Komm­unu.« Nú kemur Klaksvíkar komm­una við enn einum til­boð, sum fer at betra um lestr­ar­umhvørvi í næst­ størsta býnum. Tað verður nýggi borgarstjórin, Jógvan Skor­heim, ið avdúkar tæn­ astuna beinleiðis á Rás2. – Hetta er serliga við­ komandi, tá hugsað verður um, at Vinnumálaráðið er komið við eini heild­ar­ætl­ an um, hvussu vit fáa fólk­ a­tilflyting og fólka­vøkst­ur í Føroyum, siga fyri­reik­ar­ arnir. Tey siga víðari, at tey har­ aft­urat fáa vitjan av Trygd, sum kemur at greiða frá, hvørj­ir møguleikar eru, tá tað kemur til tryggingar av far­ tel­e­fonum. Hetta er serliga við­komandi fyri ungdómin, tí tað eru ørgrynna av stevnum og fest­ivalum um summarið, og spurn­i­gnurin er, um tað er møg­u­ligt at fáa t.d. nýggja iPhone, um hon fær skaða. Vit fara sjálvandi eisini at spæla nýggjan og góðan tón­ leik. »Ó-beinleiðis« byrjar klokkan 15 á Rás2. Klaksvík fleiri tilboð til lesandi Í hesum døgum verður tosað um eina íleguverkætlan, ið nevnist FarGen. Fólk eru seinastu árini vorðin altrá eftir at tosa um “gen” og hvussu hvussu hesi “gen” hátta sær. Eitt nú hoyrist javn­an, at “tað liggur í genunum”. Lívfrøðingur sig­ur mær, at tað ber ikki til, t.e. einki kann “liggja í gen­unum”, so orðingin er ikki bara skeiv málsliga, men eisini lívfrøðiliga. Men vit kunnu eyðsæð tosa um ílegu­sjúku ella ílegubrek. Vanligt er at siga um eitthvørt, ið er niðurarvað, at tað er “arviligt” ella tað er “ættarbregði”. Sagt kann vera um barn, at tað bregður til móður sína, og sagt kann vera um fólk, at tað bregður ikki burtur úr ætt, t.e. er eins og ættarfólk síni. Vit kunnu eisini siga, at hon ella hann hevur gott ella ringt til at bregða ella at onkur hevur gott ella ringt at bregða (aftur) í, t.d. hann bregður í móðurfólkið. Eis­ ini kann verða sagt “tað ligg­ur í”, t.d. grátt hár liggur ikki í hjá okkum, t.e. er ikki ættarbregði hjá okkum. Vilja fólk partú nýta orðið “gen” í staðin fyri frá­ líka orðið “ílega”, má orðið bendast sum t.d. “orð” og onga ending hava í fleirtali, t.e. “gen” og ikki “genir”. Onkur segði mær, at hann fekk ganir av at hoyra orð­ið “gen”. At fáa ganir verð­ur sagt, tá ið eitthvørt er einum ovboðið, t.d. tá ið ov nógv verður meylað um eitt­hvørt ella tolið er uppi um eitthvørt, ið gongur illa í hond. Upprunaliga eru tað bara neyt ella ross, ið hava ganir (vøkstur inni í kjálk­anum ella undir góm­ an­um). Gen – ættarbregði Í berari opportunismu hava tingfólk skert játtan til flokkarnar Málráð frá Orðafragd Marjun Arge Simonsen málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum