Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. apríl 2013 · Nr. 40 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Randi Jacobsen Eftir upprunaligu ætlanini skul­di arbeiðið við at talgilda gomlu bløðini verið farið í gongd. Løgtingið hevði játt­að neyðuga peningin, og Ríkis­ bóka­savnið var eisini klárt at fara í gongd. - Knappliga komu boð úr Danmark, at eitt mistak var gjørt í sambandi við út­bjóð­ ingina av arbeiðinum, sig­ur Erhard Jacobsen, lands­bóka­ vørður. Av tí sama fall játtanin til verk­ætlan­ina burtur, men søkt er longu um nýggja játt­ an. Løgtingið játtaði 800.000 krón­ur, sum arbeiðið er mett at kosta. Verkætlanin er, at tey gom­lu bløðini í staðin fyri at vera varðveitt bara á mikro­ film­u­m nú skulu talgildast, so tey kunnu lesast á telduni. Føroysku bløðini eru partur av eini størri ver­k­æt­ lan hjá Ríkis­bóka­savni­num at talgilda bløð. Ríkisbókasavnið hevur øll nega­tivini. Serligt arbeiði Ikki er greitt, hvar arbeiðið fer at verða gjørt, í Danmark ella aðrastaðni. Tað eru bara stór­ar ­fyritøkur, sum megna hesa uppgávuna. Føroysku bløðini, sum lig­g­ja á mikrofilmi, og sum skulu talgildast, eru frá teim­ um fyrstu og heilt upp til 1999. Av praktiskum or­søk­ um verður ikki farið longur fram í tíðini. Erhard Jacobsen væntar, at arbeiðið byrjar seinast í hes­um árinum ella fyrst í 2014, og tað fer bara at taka nakr­ar mánaðir. Frambrot Tað verður eitt veruligt frambrot at fáa talgilt gomlu bløð­ini. Tey, sum leita eftir onkr­um í gomlu bløðunum, mugu fara á bókasavnið og har sita og spola filmarnar ígjøg­num. Tað er bæði tíðar­ krevj­andi og strævið, ikki minst fyri eyguni. Tá ið bløðini verða talgild, kunnu fólk lesa bløðini á teldu­ni heima. Tað vil siga, at almenningurin fær betri at­gongd til bløðini. Tað fer at bera til at leita í teksti, finna útav hendingum ein ávísan dag, lesa um eina bygd, ein per­són og so víðari. - Tað verða ótrúliga nógv­ ir møguleikar, sigur Erhard Jacobsen. Gomlu bløðini á netið næsta ár Verkætlanin um at talgilda gomlu føroysku dag­bløðini er útsett, tí Ríkisbókasavnið gjørdi eitt mistak í útbjóðingini Av upprunaverkunum vóru 26 fagurbókmentir (22%), 57 yrkis­bókmentir (49%), 22 læru­bøkur (19%) og 12 barna­ bøk­ur (10%). Upp­runa­verkini vóru nøkur færri í 2012 enn í 2011, tá ið tey vóru 133. Býtið mill­um bókmentasløgini er kort­ini nøkunlunda tað sama sum undanfarin ár. Vanliga plaga nakað om­ an fyri helvtina av upp­runa­ verku­num at vera 1. útgávur. Flestu yrkisbøkurnar og barna­bøk­u­r­nar eru 1. út­ gáv­ur, ávikavist 72 og 83% í 2012, meðan ein góð helvt av skúla­bókunum og nakað nið­ an fyri helvtina av fagur­bók­ mentu­num eru 1. út­gáv­ur. Føroyskir rithøvundar skriva um alt møguligt. Mill­ um føgru bókmentirnar í 2012 eru eins og undanfarin ár fleiri yrkingasøvn, onkur skald­søga og stutt­søgu­søvn. Yrkis­bøk­ur­nar snúg­va seg um evni sum bygda­søgu, nát­túru og sam­felags­við­ur­skif­ti, har eru eisini bøkur um ítrótt, matgerð og bindi­bøku­r, bøkur um átrún­að og lestrabøkur, sang­bøk­ur, bøkur um list og mál. Nøk­ur heiðurs­rit koma út á hvørj­um ári, og er tal­an tá fyri tað mesta um greina­søvn, ant­in við greinum, sum tey heiðr­aðu sjálv hava skrivað, ella sum onnur hava skrivað til høvið. Lærubøkurnar eru serliga um náttúrufrøði, mállæru, les­i­ng og kristni. Barnabøkurnar eru í fles­tu førum lesibøkur og mynda­ bøkur. Mynda­bøk­ur­nar eru ofta prýddar av okk­ara kendastu listafólkum. Í 2012 komu eisini út um­ leið 20 árbøkur, 29 tíðarrit og bløð og 17 ljóðbøkur. Vert er at leggja til merkis, at tað í 2012 komu út 102 E-bøkur, og av hesum áttu Sprotin og Bókadeild Føroya Lær­ara­ felags tær flestu. Hetta er mun­andi øking, tí í 2011 vórðu ein­ans 10 føroyskar E-bøk­ur skrá­settar í Føroyska bóka­ lista­num. Í 2012 eru eisini skrá­sett­ ar 55 føroyskar tón­leika­ útgávur. Landsbókasavnið skrá­set­ir enn bara ein lítlan part av tí, sum verður útgivið á neti­num. Ætlanin er tó at fara und­ir skipaða innsavning av hes­um tilfarinum í 2013 og at skrá­seta tað í Føroyska bóka­lista­num. Í fjør komu út 145 týdd­ ar bøkur á føroyskum. Av hesum vóru 25 fag­ur­bók­ment­ ir (17%), 20 yrkis­bók­ment­ir (14%), 22 lærubøkur (15%) og 78 barnabøkur (54%). Týddu bøkurnar í 2012 vóru væl fleiri enn í 2011, tá ið tær vóru 112. Av týddu bókunum í 2012 vóru 51 (35%) týddar úr donskum, 31 (21%) úr enskum, 17 (12%) úr svenskum, 13 (9%) úr norskum og 33 (23%) úr øðrum málum. 262 nýggjar føroyskar bøkur BÓKMENTIR Í 2012 vórðu 262 nýggjar føroyskar bøkur skrásettar í Føroyska bókalistanum, 117 upprunaverk og 145 týðingar. Tá eru endurútgávur eisini taldar við. Hetta er 15 fleiri enn í 2011