Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. apríl 2013 · Nr. 40 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tekstur: Lasse Svendsen Tað er sum so ikki nakað nýtt í hugtakinum full-frame format, sum sigur nakað um støddina, sum myndaflatan á myndasensorinum hevur. Myndatólk við eins stórum myndasensorum sum gomlu 135- film við 24X36mm formatinum hava verið til leingi. Men tey vóru stór, tung, dýr og mest sum ókeypandi fyri flestu hugagóðu amatørmyndatakarar. Full-frame tólini hava í nógv ár verið nakað, sum yrkisfólkini hava nýtt. Inn til nú. Canaon skal eiga heiðurin av at vera fyrsti framleiðarin, sum hevur tódnað tey stóru prof-tólini niður í meira vanliga stødd við teirra fyrsta EOS 5D, sum kom á marknaðin í 2007. Nú taka tey eitt stórt fet afturat við EOS 6D, sum er higartil minsta og lættasta speglrefleks við full-frame CMOS myndasensori. At síggja til er tað meinlíkt EOS 60D, sum nýtir ein minni 18 megapicxel myndasensor í APS-C format. Men her fæst GPS-logging og tráðleys flytan av myndunum umvegis Wi-Fi eisini í tólinum. Skal tað vera minni enn tað við full- frame, so má tað verða eitt Sony RX1 ella rammuleitaratólið, Leica 9 (test av hesum sæst á lydogbillede.dk). Fyrimunirnir við full-frame myndasensori er, at ásetti myndavinkulin ikki broytist. Ein 24 mm víðvinkul á einum EOS 6D broytir ikki myndavinkul, ið svarar til 38mm brennivídd, so sum tað ger á einum EOS 60D. Hartil er tað lættari at halda eina hvassa dýpd á einum objektivi við góðari ljósstyrki, har myndaflatan ikki verður skorin av brennivíddarøkingini, sum minni myndasensorar geva. Minkað EOS 6D kann fatast sum ein minkað útgáva av EOS 5D Mark III – eitt av bestu tólunum, sum vit hava roynt. So 6D hevur nógv at liva upp til. Tað skal eisini berjast um marknaðarpartar við nýggja D600 hjá Nikon. Eisini tí við CMOS myndasensori – við 24 megapixels móti teimum 20 hjá 6D. Myndasensorurin er av sama slag – men ikki púrasta líkur – tí 22 megapixel stóra CMOS- sensorinum, sum Canon nýtir í EOS 5D Mark III. Men EOS 6D hevur fleiri einfaldari loysnir enn dýrari stóribeiggin. Canon EOS 6D Tráðleyst prof-myndatól Frá 15.000 krónum (bert húsi) 23.000 krónur við EF 24-105 mm IS + - Heildarmeting: ★★★★★★ Sera hvassir smálutir Myndagóðska í toppflokki. Brúkara­ vinarligheit í toppflokki. Brúkara­vinarlig Wi-Fi funka. Lutfalsliga kompakt. Skjýtur og fokuserar ikki so skjótt sum tey bestu flokkinum. Streymavbrótarin situr heldur keðiligt. Ikki fullur dekningur á leitaranum. Full-frame er í ferð við at gerast nýggja mótaorðið í fotoyrkinum. Og skulu vit meta eftir hesum tólinum, so er lætt at skilja hví tøkni Øllum, sum hava keypt plátur frá Amazon seinastu 15 árini, stendur nú í boði at fáa eina ókeypis MP3-útgávu av tónleikinum. Skipanin, sum Amazon nevnir AutoRip, byrjaði við fløgum í januar í ár. Øll, sum hava keypt fløgur síðani byrjanina í 1998 fáa eina MP3-útgávu8 við, soleiðis at tað ikki er neyðugt hjá keyparanum at seta seg at rippa hvørja einstaka fløgu. Og nú fevnir tænastan so eisini um tey, sum hava keypt vinyl. Øll løgini eru ikki at finna á AutoRip enn, men har eru túsundtals løg, og Amazon lovar, at talið av hesum bara økist. Fyri at vita, um lagið, sum tú ætlar tær, er tøkt, mást tú leggja Amazon Cloud Player á telduni. Við cloud slepst undan, at løgini rúgva upp á tíni teldu. Fílurnar verða ístaðin tikin niður í 250 kbps-góðsku, og tey kunnu spælast á iPhone, iPod Touch og í flestu kagum. Fyrstu 150 løgini í Clouc Player eru ókeypis. Síðani kostar tað 24,99 dollarar um árið at hava rættin til at spæla upp til 250.000 løg. Ein nýggj streaming-tænasta er undir menning. CNET veit at siga, at Apple er komið væl áleiðis í drúgvum samráðingum við plátufeløgini – eitt nú Warner Music og Universal Music. Ætlandi vinna samráðingarnar á mál longu í hesi vikuni, og so roknar Apple við, at nýggja tænastan, iRadio, verður send á marknaðin. Og í framtíðini verður hon partur av iOS, sum er stýriskipanin hjá Apple til mobilar eindir. iRadio verður meinlíkt útvarpstænastum sum Pandora og Last FM. Í mun til Spotify og WiMP, sum er beinleiðis on-demand tænastur, hevur iRadio meira í felag við vanligt útvarp, men brúkarin kann tó fara aftur til byrjanina av einum sangi, um hann ella hon ikki fekk alt við. Tænasta verður ókeypis fyri brúkaran, men Apple ætlar at tengja tænastuna at iTunes, so løg kunnu keypast tann vegin, um tað er ynskiligt. Slaturin um eina nýggja útvarpstænastu hjá Apple byrjaði í febrar, tá tað í nýggju iOS bar til at síggja eitt útvarps-ikon, sum tó ikki var gjørt aktivt. Amazon rippar vinyl iRadio á gáttini Canon EOS 6D Slag: Systemmyndatól við 20,2 MP full-frame myndasensor Optikur: 24-105 mm f/4.0 IS USM kitobjektiv Skíggi: 7,6 cm LCD, 1 mió myndapunkt Hæddarpunkt: Wi-Fi og GPS innbygt, 1080p/30 fps HD-video, ISO 50-102.400, víðkan, fokusringar kunnu skiftast, 4,5 myndir/s. Vegleiðandi prísur: 15.000 krónur fyri húsan, 23.000 krónur við EF 24-105 mm IS