týsdagur 9. apríl 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. apríl 2013 · Nr. 40
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Fyri einari viku síðani, týs
dagin 2. apríl, vóru 70 ár síð
ani, at Eyðun Joensen varð
føddur. Hann var fyrsti før
oyski sálarfrøðingurin heima
á landi, og hann var í meiri
enn tredivu ár í so mongum
høpi fremsta umboð fyri sál
arfrøðina í Føroyum.
Tað var á Biskupsstøð í
Klaksvík, at vøggan stóð.
Mamman,
Jóhanna,
sum
varð nevnd Jóhanna hjá
elektrikaranum, var av Tvør
oyri, og pápin, Rudolf, var úr
Sørvági. Tey komu til Klaks
víkar í 1938, bygdu út í sjógvin
á Biskupsstøð, og fóru við
stórum eldhuga og nærlagni
undir at reka elvirkið, sum
síðani varð nevnt hjá Rudolf
elektrikaranum.
Lagnan spældi við. Tað
gekk væl við elverkstaðnum
og handlinum, ið mentust
saman við stóra virkseminum,
sum var í bygdini – bæði á
sjógvi og landi - og tey bæði
vórðu signað við fýra børn
um: Regin (1940), Eyðun
(1943), Mikkjal (1948-2010) og
Ruth (1950). Regin lærdi til
elektrikara og býr nú í Sør
vági. Mikkjal, sum var tann
einasti, ið búsettist í Klaksvík,
lærdi til elektikara og seinni
maskinmeistara og sigldi
sum maskinmeistari. Ruth er
lærari og býr í Sakskøbing.
Í 1949, meðan Jóhanna
gekk við óføddu dóttrini,
rakti
vanlagnan.
Rudolf
gjørdist sjúkur, og jóladag
andaðist hann. Tað var sjálv
andi øgiligur smeitur, sum
legði myrkar skuggar yvir
familjuna og bygdina. Jó-
hanna gavst ikki á hondum.
Hon rak virkið víðari, og eitt
nú stuðlað av beiggjanum,
Svend elektrikaranum, sum
hevði lært hjá sváginum,
var virkið hjá Rudolf elek
trikaranum í nógv ár millum
tey fremstu á sínum øki í
Klaksvík.
Tað er merkisvert, hvussu
djúp spor Rudolf elektrikarin
setti eftir seg í Klaksvik.
Skeiðið hjá honum har norð
uri var bara gott og væl í
tíggju ár, men tá ið virkið
verður umrøtt, so fyllir tað
nógv. Eitt nú eru teir nógvir,
sum lærdu har, og arbeiðini
eru fleiri, sum virkið hevði
ábyrgdina av. Eitt nú stóðu
tey fyri elútbyggingini í flestu
bygdunum í Norðoyggjum og
í Leirvík.
Í sínum nógva og víð
fevnda virki sum sálarfrøð
ingur hevur Eyðun dugað
væl at kobla fakliga førleik
an saman við lívsroyndun
um og harvið megnað at
møtt vanliga fólkinum í um
hvørvum, sum tey kenna.
Hann vaks upp í granna
lagnum, har Nólsoyar Páll
livdi síni síðstu ár, fjøran og
sjógvurin vóru so at siga í
túninum, og árið við slupp
ini Fimm Systrum hjá Sím
uni Dáva Kalsø og árið sum
vikarur í skúlanum í heim
bygdini vóru góður førn
ingur at hava við sær inn í
sálarfrøðislesturin.
Á
Haslev
Gymnasium
leyk Eyðun studentsprógv,
og so fór hann undir lestur
í Keypmannahavn. Millum
føroyingar var tað mest sum
óhoyrt at lesa pedagogiska-
psykologi, og tá ið hann um
sumrarnar vann sær nak
rar krónur millum bygda
menninar, mundi tað mang
an verða fregnast um, hvat
Eyðun ætlaði at brúka hetta
til. Eyðun hevur onkuntíð
sjálvur sagt, at fyrstu lest
rarárini kendist tað soleiðis,
at hann vóð út í ánna og ofta
ætlaði at vassa í land aftur,
inntil hann varð tilvitaður
um, at nú var meiri enn
hálvur teinurin rokkin, og
at tað fór at verða skjótari at
gera seg lidnan, enn at venda
aftur.
Um ársskiftið 1972-73 var
lesturin liðugur. Eingin sálar
frøðingur var í Føroyum,
og ivaleyst hevði tað verið
ómakaleysari at funnið sær
starv í skjótt vaksandi danska
vælverðarsamfelagnum.
Men Eyðuni longdist heim
aftur á klettarnar, og tað var
sanniliga brúk fyri honum.
Hann hevur sjálvur greitt frá,
hvussu tað spældi saman, tá
ið hann kom á Statshospitalið
og samstarvaði við Árna
Olsen, og tá ið tilvitanin um
tey sinniliga veiku og tey
menningartarnaðu øktist í
føroyska samfelagnum, sum
áður so at siga ikki hevði
rúmað hesum fólkunum.
Millum fakfólk er tað
tiltikið, hvussu væl Eyðun
megnaði at økja um fatanina
fyri sínum faki, hvussu væl
hann dugdi at skekla hetta
inn í føroyska samfelagið,
hvussu arbeiðssamur hann
var, og hvussu væl frágingnar
uppgávurnar
hjá
honum
vóru. Havi hoyrt frá bæði
lækna og sálarfrøðingi, at tað
er fragd at lesa journalirnar,
sum Eyðun hevur skrivað.
Tað vóru boð eftir Eyðuni
so nógva staðni frá. Hann var
í mong ár formaður í Films
eftirlitinum, og tey, sum
í sjeyti árunum lærdu til
sjúkrasystir og lærara, minn
ast Eyðun sum meistarligan
undirvísara í sálarfrøði. Sam
bandið við skúlarnar varð
veitti hann í nógv ár sum
próvdómari.
Haraftrat hevur Eyðun
verið við til at ríka føroyingar
við nógvum væl skrivaðum
greinum í bløðunum, hann
hevur bergtikið okkum í
sendingum í útvarpinum um
lívsins stóru spurningar –
eitt nú um sorgina sum hann
varð raktur av so tíðliga, og
sum hann við sínum serliga
orðavali hevur dugað at lýsa í
samansjóðing millum fakliga
førleikan
og
persónligu
royndirnar.
Nú eru tað nøkur ár síðani,
at Eyðun bað starvinum á
Landssjúkrahúsinum
far
væl. Hann hevur tó ikki lig
ið á løtu síðani. Framvegis
fyrilesur og skrivar hann, og
nú eru betri stundir til alt
tað praktiska, sum honum
altíð hevur dámað so væl,
men sum tað ikki hava verið
so góðar stundir til.
Hann plagar at lýsa seg
sjálvan sum eitt sindur fesj
utan og altíð at hava havt
so góðan hug at dálka fingr
arnar. Tað ger hann á trønni,
har hann veltir og ansar
kríatúrum, og tað ger hann
umborð
á
deksbátinum
Høgna Jákupi, sum hann
røkir við kønari hond, og
sum hann er á floti við og
luttekur á regattaðum við.
Lias í Rættará smíðaði bátin
í 1920. Tá ið Eyðun var smá
drongur, var hetta ein av
mongu deksbátunum, sum
lá fyri teym út fyri køks
vindeyganum hjá teimum á
Biskupsstøð. Tí er tað ikki sørt
av nostalagi uppií, nú hann
sjálvur eigur ein av bátunum,
sum smádreingirnir í jollum
plagdu at rógva umborð á.
Eyðun er giftur Karin Djur
huus, sum er ættað úr Vági og
uppvaksin í Havn. Tey eiga
børnini Rúna og Elina. Rúni
býr í Skotlandi, har hann er
verkfrøðingur, og Elin býr
í Keypmannahavn. Hon er
biologur og skrivar nú PhD
ritgerð á lærda háskúlanum.
Eyðun eigur fýra abbabørn –
tveir dreingir og tvær gentur
- sum hann er púra býttur
uppií.
Hjartaliga tillukku á runda
føðingardegnum og takk fyri
manga góða samrøðu mín
góði bygdarmaður.
Jóannes Hansen
Eyðun Joensen 70 ár