Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-09, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2013síða 28

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. apríl 2013 · Nr. 40 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Áki Bertholdsen Danska ríkisveitingin til Før­ oya er bara ein lítil baga­tell í føroyska bú­skapi­num. Tað var boðskapurin hjá Høg­na Hoydal, formanni í Tjóð­veldi, á flokstinginum hjá flokkinum um viku­skift­ ið. - Vit hava rikið skeivan fiski­vinnupolitikk og vinnu­ politikk í mong ár. Vit reka skeiv­an búskaparpolitikk. Og vit reka skeivan sosial­ poli­tikk, útbúgvingar- og mentan­ar­politikk og á so mong­um økjum - Somuleiðis hava vit mist 700 milliónir um árið, bara í avreiðingarvirði í fiski­skapi­ num á heima­leið­um av toski, hýsu og upsa síðani 2002. Men Høgni Hoydal sigur, at hóast tað, hava vit ein bú­ skap og eitt ríkt samfelag, har vit við skilvísum poli­ tikki væl kunnu venda gongd­ini. Hann sigur, at seinastu 14 ár­ini er bruttotjóðarúrtøkan næst­an tvífaldað, hóast ali­ vinn­an fór øll á heysin í 2003, hóast botn­fiska­stovn­ar­nir eru komnir niður á søgu­ligt lágmark og hóast Eik Ban­ki og Fiskavirking fóru á heys­in. Høgni Hoydal sigur, at í dag er støðan tann, at blokk­ stuðulin er bara 5% av tí, sum vit sjálv skapa. Tað merkir sostatt, at sjálvi framleiða vit 95% av øllum tí, sum verður skapt í før­oyska samfelagnum. Hann heldur, at tá ið vit eru so nær einum sjálv­ berandi búskapi, hóast ”ring­ astu politisku van­stýr­ing í nýggjari tíð”, sigur tað alt um, hvussu góðar møgu­leikar vit hava. - Tí er tað óskiljandi, at samgongan fer til Dan­mark­ ar at bidda meiri blokk, held­ ur enn at leggja dent á at gera okkum sjálvbjargin við tí, vit sjálvi skapa. Hann leggur afturat, at tað er ikki neyðugt við meiri enn seks, átta árum fyri at gera okkum fullkomiliga leys av donsku ríkisveitingini. Tá hevur hann roknað við, at vit bara brúka helvtina av okkara búskaparvøkstri til at gera okkum leys av blokki­num og hina helvt­in til rað­fest­ing­ar og væl­ferð­ artænastur­. - Síðani 1962 hevur bú­ skap­ar­vøksturin í Føroyum verið 5% um árið, hóast djúp­ ar kreppur á vegnum. - Við einum slíkum bú­skap­ ar­vøkstri hevði tað bara tikið seks, átta ár at sloppið okk­um heilt av við ríkis­veit­ing­ina. Men Høgni Hoydal stað­ fest­ir samstundis, at politikk­ urin, hendan sam­gong­an hev­ur stungið út í kortið, er akkur­át sama sleggja, sum hev­ur elvt til so stóra kreppu alla­staðni. Hann sipar til tað, hann kallar neo-liberalistiska po­ li­tikk­in hjá samgonguni, har nøkur fá skulu hava framíhjárætt til náttúru­til­ feingi og eftirlitið verður skert við at niðurleggja lands­bank­an o.s.fr. Tí mælir hann sam­gongu­ni staðiliga til at legg­ja frá sær, tí hon er ikki partur í loysnini, men í trupul­leika­num. Tora ikki Rani Nolsøe, formaður í Norð­ oya Tjóðveldisfelag held­u­r, at so leingi almenna um­sit­ingin er so stór sum hon er, ræðast Føroyar leysar av blokki um 6 - 8 ár Áki Bertholdsen Tað er heilt avgerðandi, at før­oyska vinnan verður latin fyri fólki, sum hava hegni, dir­vi og góð hugskot. Tað heldur Rói Egholm, fiska­seljari. Á Flokstingi hjá Tjóðveldi um vikuskiftið, ávaraði hann staði­liga ímóti støðuni, sum hev­ur føroyskt vinnulív er í. - Í dag er støðan er tann, at einstaklingar hava fingið einka­rætt til at fiska og ala. - Tað merkir, at ongin hev­ur nakran møguleika at sleppa framat, sama hvussu gott hugskotið, ella hvussu gott hegnið er. - Skal ein privatur borgari í Føroyum í dag upp í fiski­ vinnu­na ella alivinnuna, noyð­ist hann at biðja aðrar pri­vat­ar borgarar lova sær upp í. - Og nú er tað ikki so frægt sum nóg mikið at fara til Klaks­víkar ella onkustaðir inn í Eysturoy at spyrja. Nú er neyðugt at banka uppá hjá einum borgara í Niður­lond­ um og Íslandi og aðra­staðni, har veruligi ræðis­rætt­ur­ in yvir nógvum føroyskum vinnu­tól­um liggur. Rói Egholm samanber hetta vit alla aðra vinnu. Er onkur føroyingur, sum ætlar sær upp í byggi­vinnu­ na, fer hann bara upp í og fær høvi at royna seg, tí har er tað hegnið, sum ger av, hvør klárar seg. Óhugsandi Í Føroyum eru nógvir politik­ ar­ar, sum rósa sær av, at ali­ vinn­an í Føroyu er ein sól­ skins­søga. Rói Egholm er ikki samd­ ur, hóast hann leggur dent á, at ongin kann seta spurn­ ar­tekin við dugna­sem­ið hjá teimum, sum virka í ali­ vinnu­ni. Men hann heldur, at tað veru­liga er ein vandakós at geva einstøkum alarum einkar­rætt til alla aling í Før­ oy­um. Tað merkir, at ongin hevur nakrantíð ein ærligan møgu­leika at sleppa upp í ali­vinnu­na, uttan at ein av alarun­um gevur grønt ljós. Hann spyr um nakar kun­di hugsað sær, at ein ávís donsk fyritøka fekk einkar­ rætt til eini 70% av allari danskari framleiðslu av svína­kjøti??? Má latast upp Rói Egholm staðfestir, at tað er alt avgerðandi at lata før­ FULLVELDI Danska ríkisveitingin er ikki annað enn ein bagatell í føroyska búskapinum og tað er einki fyri at verða fullkomiliga leys av blokkinum um eini seks átta ár, sigur Høgni Hoydal Við einum slíkum bú­ skap­ar­vøkstri hevði tað bara tikið seks, átta ár at sloppið okkum heilt av við ríkisveitingina Føroyingar við hegni og dirvi sleppa ikki framat fólk tankan um at vit skulu spæla okk­um av við donsku ríkis­veit­ing­ina. Tí heldur hann, at tað er neyðugt at eftirmeta al­men­ nu fyrisitingina. - So leingi lutfallið ímill­ um tað almenna og tað pri­ vata er, sum tað er, tora før­ oy­ingar ikki at loysa, er hann sann­førdur um. - Hóast ríkisveitingin So nær… - Hóast vit hava hat djúpar kreppur, og hóast ”ringastu politisku vanstýring í nýggjari tíð”, hava vit ein búskaparvøkstur upp á 5% um árið og vit framleiða sjálvi 95% av øllum tí, sum verður skapt í føroyska samfelagnum. So nær eru vit sjálvbjargni, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi STONGD VINNA Føroysk fiskivinna og alivinna er stongd fyri fólki við hegni, dirvi og góðum hugskotum, og tað má broytast, heldur Rói Egholm, fiskaseljari Til hvat? - Í hesum døgum royna vit at lokka fólk at flyta til Føroya at búgva fyri at fáa fólkatalið at veksa. Men hvat skulu tey flyta heim til, tá ið privata vinnan er afturlatin, so at tey ongan møguleika hava at sleppa at royna seg, sigur Rói Egholm, fiskaseljari