Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-09, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2013síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. apríl 2013 · Nr. 40 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NORA søkir verk ætlanar­ samskipara Avloysarastarv í seks mánaðir Les meira á www.nora.fo Freist: Mikudagin 15. mai NORA søger projekt­ koordinator Vikarstilling i seks måneder Læs mere på www.nora.fo Frist: Onsdag den 15. maj Nordisk Atlantsamarbejde NorrøNt AtLANtSSAmStArv Bryggjubakki 12 · Box 259 · Fo-110 tórshavn tel: +298 30 69 90 · nora@nora.fo Landmálingsteknikari til Umhvørvisstovuna Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400, fax 342401, us@us.fo Søkt verður eftir einum landmálings- teknikara til matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni. Starvið fevnir um matrikulera málsviðgerð, uppmáting, ráðgeving og lendisfyrisiting annars. Vit bjóða Umhvørvisstovan er eitt arbeiðspláss við góðum trivnaði og góðum samstarvi millum fakbólkar. Vit bjóða tær eitt spennandi starv á einum stovni við sera fjølbroyttum uppgávum, har tú fært góðar møguleikar at menna tínar førleikar. Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt, men samstundis í tøttum samstarvi við deildarleiðaran og hini starvs- fólkini á deildini. Starvið fevnir bæði um innandura- og uttanduraarbeiði. Vit vænta Vit vænta at umsøkjarin er ábyrgdarfullur, hevur góð samstarvsevni og hevur hug at vera við at menna tað matrikulera arbeiðið í Føroyum. Tú hevur góð samskiftisevni, bæði í skrift og talu, og dugir væl at sam- skifta við viðskiftafólk. Vit leggja dent á, at tú sær nýggjar og fjølbroyttar uppgávur sum avbjóðingar, og at tú røkkur teimum málum, sum tú setur tær. Umsøkjarin skal hava prógv sum landmál- ingsteknikari ella hava aðra líknandi út- búgving, og koyrikort er ein treyt. Tað er ein fyrimunur at hava royndir við matrikulerum arbeiði og uppmáting við GPS og totalstat- ión. Royndir við tekniskipan (MicroStation) og kunnleiki til GIS-lendislýsingarskipanir er ein fyrimunur. Royndir frá almennari fyri- siting eru eisini ein fyrimunur. Setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv og verður sett sam- bært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal sendast til: Umhvørvisstovan Postboks 2048, 165 Argir ella sum teldupostur til: us@us.fo. Umsóknir skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi tann 15. apríl 2013. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Petur Nielsen á telefon 342424 ella við telduposti til peturn@us.fo. Umhvørvisstovan er stovnur undir Innlendismálaráðn- um, sum fevnir um virkisøkini Vernd, Matrikul, Kort og Skráir, Gransking, Skógrøkt, Tinglýsing, Landsfólka- yvirlit og Útlendingastova. Umhvørvisstovan virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning við at verja vist- skipanir, røkja náttúrutilfeingið og gera rættarbundnar staðfestingar. Umhvørvisstovan hevur matrikul- og verndarfyrisiting, samskipar kort og skrásetingar, veitir tænastur og granskar innan virki stovnsins. www.gevidblod.fo VILT TÚ GEVA BLÓÐ? Felagið Blóðgevi Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum J.C. Svabos gøta 43 100 Tórshavn Telefon: 30 45 22 Teldupostur: bbank@lsh.fo Blóðgevarar í Suðuroy Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi Sjúkrahúsbrekka 19 800 Tvøroyri Telefon: 34 32 70 Teldupostadressa: lab@ssh.fo Klaksvíkar Blóðdonorlið Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Sniðgøta 1 700 Klaksvík Telefon: 45 45 45 Teldupostadressa: labblod@ks.fo Hvørji kunnu geva blóð? At gerast blóðgevi krevur bert: Góða heilsu, at tú ert millum 18 og 60 ár og tyngri enn 50 kg. (Blóðgevar kunnu geva blóð til 65 ára aldur.) Hvat hendir við fyrstu vitjan í blóðbankanum? Spurt verður um heilsustøðuna gjøgnum árini og blóðroynd verður tikin til ymsar kanningar. Er alt í lagi, kanst tú geva blóð 2 mánaðir seinni. Hvørjum tørvar blóðgávu? Blóðið verður nýtt til: • Blóðtrot orsakað av medisinskum sjúkum, t.d. krabba­ meini • Skurðviðgerðir • Bløðingar • Skaðatilburðir. Hvørji kunnu geva blóð? Sum er, eru umleið 3 % av føroyingum blóðgevar. Skal tørvurin nøktast, krevjast í minsta lagi 5 %. Blóðgávan tekur 5­10 minuttir, og tú merkir einki uttan eitt lítið prik. Eftir blóðgávu fæst okkurt at drekka, meðan hvílt verður í 10 minuttir. Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.