Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. apríl 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. apríl 2013 · Nr. 41 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Edmund Joensen Tíðargrein síða 15 Torir land­s­stýr­ ið at gera tað rætta? Jan Otto Holm Eygamálið síða 14 3-2 til føroyskan ítrótt Tað eru so mangir hættir, tú kanst nýta – ella misnýta til tess at fáa egn­an politiska vinning burtur. Støð­an hjá onkrum minnulutabólki kann vera hent, tað veri seg sam­ kynd, misnýtarar ella ungar kvinn­ ur, sum eru komnar illa fyri, eitt nú av einum barnsburði og harvið eini støðu, tær ikki ynskja sær at koma í. Tað er lætt nokk hjá pop­u­ list­iskum politikarum, sum ikki himpr­ast við at nýta Halgubók sum jarn­brot – heldur enn at vísa sín næst­r­a­kærleika í verki – at koma við ut­op­isk­um uppskot­um um hetta og hatta – sum tildømis hug­skotið hjá Jenisi av Rana at ætt­leið­a tey børn í Føroyum, sum í stað­in enda sum fosturtøkur. Tað eru sjálvandi fleiri etiskir spurn­ing­ar knýttir at kjakinum um fost­ur­tøku – og sjálvandi er ta rætt at veita góða, professiónella ráð­gev­ ing. Men harífrá og so til at tvinga kvinn­ur, sum eru vorðnar við barn kanska av eini neyðtøku, til at føða sítt barn ímóti sínum vilja fyri at onk­ur ann­ar skal fáa barnið, sum hes­ar mamm­ur so skulu síggja vaksa upp hjá onkrum øðrum. Tað er bein­leiðis óetiskt. Enn er kortini einki konkret upp­skot komið á tingborð – og tað kem­u­r tað valla. Heldur man talan vera um at koma í fokus við enn ein­um um­stríddum máli. Fyrispurningurin varð settur av­varð­andi lands­stýr­ismanni, sum tó ikki varð­ar av mál­i­num, tí tal­an er um danskt málsøki, um fel­ags­ mál – og tí verður víst til rík­is­um­ boðs­mannin, sum nú hev­ur fingið spurningin, tí tað er Stats­forv­alt­ n­ing­en, sum tekur sær av slíkum spur­n­ingum. Sambært hagtølum, so eru fost­ ur­tøk­u­tølini í Føroyum lág – og sam­ an­bor­ið við grannalondini sera lág, og mið­al­øtlini eru javnt minkandi. Tað bend­ir helst á, at lurtað verður eftir boð­skap­inum. Men at vænta at vit heilt sleppa undan fosturtøku, tað er í besta lagi naivt – og tann, sum blív­ur við at leggja hetta mál­ið fram til politiska støðutakan hev­ur valla annað endamál enn at kóka pol­it­isk­an vinning úr einum – fyri summmi – sera eymum máli, sum heldur skal viðgerast av pro­fess­i­ón­ e­llum enn at vera brúkt sum poli­ tisk kastibløka. Tað er valla heldur meiriluti á tingi at stramma forsturtøkulógina, so kanska skuldi marginalu løg­ tings­fólk­i­nin eisini stungið fingurin í jørð­ina og nýtt politiska pallin til kon­struk­tivan politikk til gangs fyri land og tjóð. Er fosturtøka politikkur? Tað er ikki lukkuligt, sum teir báðir, Tobb og Høgni, hvar leikað í, nú teir meta okk­um í Miðlahúsinum hava borið rong tíðindi um tað, sum fór fram á fundi hjá Tjóð­veldisfelagnum í Eyst­ ur­oynni. Seinnu árini hevur ann­ ars ikki skortað upp á føg­ ur orð og avgjørdar mein­ ing­ar um, hvussu føroyski fjøl­miðl­a­heim­urin eigur at skip­ast, soleiðis at vit kunnu hava sterkar miðlar her á landi. At sterkir miðl­ar eru sjálvsagt amboð hjá einum framkomnum dem­o­krat­ iskum samfelag, hava teir báð­ir verið so rørandi samdir um. Sterkir miðlar innibera mill­um annað, at tíðindi verða viðgjørd, heldur enn kri­tikk­leyst endurgivin, so sum tað ofta hendir, tá fíggj­ ar­liga sperdu miðlarnir ikki hava orku til nakra viðgerð. Og tí vilja teir báðir forða – hava teir sagt. Men nú lekur av álvara mill­um teori og praksis! Her í Miðlahúsinum vóru vit so næsadjørv, at vit ikki framdu kri­tikk­leysa endurgeving av fund­ar­frá­ søgnini hjá Tjóð­veld­is­fel­ ag­num. Heldur valdu vit at vísa á, at tá semja var um, at full­veld­is­stríðið skuldi hava hægstu raðfesting hjá Tjóð­ veld­i­num, so merkti hetta helst, at flokkurin má fara sam­an við Fólkaflokkinum, um teir ætla sær í sam­ gongu. Ann­að enn tað skrivaðu vit ikki, men tað dámdi ikki teimum, ið gjørt høvdu fund­ ar­frá­søgn­ina. Heldur varð hetta nýtt til enn eitt álop móti Miðl­a­hús­i­num og førda journ­a­list­ikk­inum. Hetta kann bara takast sum enn eitt prógv um, at før­oysk­ir politikkarar als ikki ynskja eina frælsa og sterka pressu. Teir ynskja mikr­o­fon­ hald­arí, har teirra boð­skap­ur einvíst skal koma út, júst so sum teir vilja hava hann. Met­odur, ið vit annars hildu vóru farnar í grøvina, tá jarn­ tjald­ið fall fyri fjórðings øld síðani. Pravda Føroyar – Rentan er jú avgerandi fyri, hvussu kredittvirði sær út... So­leið­is segði Jørgen Nicl­ a­sen á almennum pall­borðs­ fundi í Norðurlandahúsinum týs­kvøld­ið. Og jú, Jørgen er fíggj­ar­ mál­a­ráð­harri, men fyri tað er ikki vist, at alt passar, sum hann sigur. Og hendan til­sip­ing­in til, at kredivirðið, sum Moody's metir um, veldst um rent­una, man hann hava fing­ið skeivt í hálsin. – Helst er tað kredittvirði, sum er avgerandi fyri, hvussu rentan sær út, harra fíggj­ar­mál­a­ ráð­harri... Nevndin, sum skal ná­greina ætl­an­ina at gera und­ir­sjóv­ ar­tunn­il til Sandoynna, hevði sín fyrst fund í gjár. Í nevnd­ini eru um­boð fyri all­ar flokkar, har­í­mill­ um teir tríggir ting­menni­ nir, sum eru úr Sandoynni, Páll á Reyn­a­túgvu, Brandur Sand­oy og Ger­hard Logn­ berg. Sam­bært Kára P. Høj­ gaard, landsstýrismanni í vinn­u­mál­um, so møttu all­ ir lim­ir­nir upp til fundin í Skip­steds­pakkhúsi í Tinga­ nesi, har Landsverk hevði eina framløgu. Men næsti fundur verð­ur meira spennandi, sambært lands­stýr­is­mann­ i­num, tí tá fer nevndin út at ferð­ast, og leiðin gongur í Sand­oynna. – Vit fara á staðið fyri at hyggja eftir in­fra­struk­tur­ i­num ­og fyri at vita, hvat kann gerast og hvat skal ger­ast, segði Kári P. Høj­ gaard við Rás2. Altso. Tríggir sand­oy­ in­g­ar og nakrir aðr­ir ting­ menn fara at kanna in­fra­ strukturin í Sand­oynni...? Tingfólk skulu síggja Sandoynna Nýtið heldur pallin til konstruktivan politikk! Lurtar Moody's eftir Jørgen?