Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. apríl 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. apríl 2013 · Nr. 41 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Í Danmark kostar eitt gramm av hassji 50-100 krónur. Í Før­oyum kostar tað 250-300 krón­ur. Nógvur peningur er tí at vinna við at smugla hassj til Før­oya og selja tað er. Men tað er bara tað, at vand­in fyri at verða steðgað í tolli­num er ovurstórur, og tey, sum verða tikin við rús­ evn­um og dømd í Før­oy­um, fáa harða revsing. Tað fingu móður og son­ ur at sanna, tá ið tey mána­ morgun­in 25. mars komu við Norrø­na í bili til Føroya. Tá ið tey komu í land, vórðu tey og bilurin kannað, og í einum stórum hátalara fun­nu tollararnir yvir trý kilo av hassji, kundu verið seld í Føroyum fyri millum 750.000 og 900.000 krónur. Soleiðis endaði royndin at vin­na pening. Av tí at nøgdin var so stór, vórðu tey bæði avhoyrd í grund­lóg­ar­hoyri fyri dupult aftur­lat­num hurðum. Einki mátti leka út. Ein seinni rættarfundur var eisini fyri dupult aftur­ lat­num hurðum. Men týsdagin var dómsviðgerðin í rættinum – fyri opnum hurðum. Bæði játt­aðu seg sek í smuglingini. Búgva hvør sær Bæði búgva í sama býi í Dan­ mark, men tey búgva ikki saman. Tað kom fram í rættinum, at viðurskiftini millum mam­ mu og sonur ikki hava ver­ið tey bestu. Hann hevur vitj­ að mammu sína av og á, og mang­an hevur orðalagið ver­ið so hart, at grannar hava mótmælt. Men hann segði tað ikki passað, at hann hevði hótt mammuna. 43 ára gamla mamman er í útbúgving, men 20 ára gamli sonurin hevur verið ar­beiðs­ leys­ur seinastu tvey ár­ini. Sam­bært mammuni ferð­ast ferð­ast sonurin í ein­um um­ hvørvi við nógvum rús­evn­um. Ymiskar frágreiðingar Mamman varð avhoyrd tríggj­ar ferðir, áðrenn dóms­ við­gerð­ina týsdagin, og hon segði ikki tað sama nakr­an­ tíð. Hann varð avhoyrdur tvær ferðir og segði heldur ikki tað sama. Ákærin gav lít­ ið fyri trúvirðið hjá mamm­ u­ni. Tey bæði vóru í januar á stuttari vitjan í Føroyum, men bæði noktaðu at hava smugl­að ta ferðina. Tað hevði politi­ið annars fingið eitt tipp um. Politiið kannaði tele­fon­ ina hjá mammuni, og har var eitt langt samskifti millum hana og eitt danskt tele­fon­ numm­ar. Samskifti snúði seg um keypið av bilinum, í hvørj­um navni bilurin skuldi skrá­setast, og at tey skuldu møt­ast uttan fyri bankan. Ákæru­valdið vil­di vera við, at hesin per­són­ur­in rind­ aði fyri bilin, men tann ungi mað­urin segði, at hann og mamm­an høv­du goldið helvt um helvt. Hetta var nakrar dagar, áðrenn tey fóru til Føroya, og avtalað varð at steðga 10 til 14 dagar í Føroyum. Maðurin vildi ikki siga, hvørj­um hann hevði fingið hassj­ið frá. Mamman kamoflasja Tann ungi maðurin segði, at hann vildi hava mammuna við til Føroya, tí tað sá minni ill­grunasamt, um hon sat undir liðini á sær. Mamman segði, at son­ ur­in hevði plágað hana um at koma við til Føroya, og at en­da játtaði hon. Hon visti, at hann var í penganeyð, tí gjøgnum teldu hennara hevði hann tikið lán, og hann hevði sagt nakað um, at hann kun­di vinnan nógvan pening. Tí hevði hon illgruna um, at hassj var í bilinum, men hon visti ikki og vildi heldur ikki vita, hvussu stór nøgdin var. Hon øtaðist, tá ið hon sá nøgd­ina. Eisini amfetamin Eftir at tey bæði vóru hand­ tik­in í Havn, gjørdi politiið hús­a­rannsókn í íbúð henn­ ara í Dan­mark. I frysti­ boks­ini fann politiið góð 18 gramm av am­feta­mini. Tað kendi mamm­an seg einki ken­na til, men hon hevði var­hug­an av, at hann krógv­ aði okkurt i íbúð­ini. Rætturin góðtók frá­greið­ ingina hjá tí unga manninum um, at amfetaminið bara var til egna nýtslu. Tað kom fram í rættinum, at kvinnan átti tvey yngri børn, sum hon við góð­um hevði latið farið í familju­ pley­gu. Mamman er ongantíð áðr­enn dømd fyri líkn­andi brots­verk, men sonurin hevði fleiri dómar m.a. fyri harðskap, hóttanir og her­verk. Harðir dómar Dómarnir fyri smuglingina vóru, at sonurin skal sita í níggju mánaðir, og mamm­ an í sjey mánaðir. Har­aftr­at skulu tey gjalda sakar­máls­ útreiðsl­ur-nar. Dómarin segði millum annað i viðmerkingunum, at mamm­an ikki kundi sleppa lætt­ari við at siga, at hon ikki visti, at nøgdin av hassji var so stór. Hon hevði sjálv ábyrgd­ina av at kanna, hvat var í bili­num. Bæði bóðu um at brúka tær tvær vikurnar at u­m­hug­ sa seg í, um tey kæra dóm­ar­ nar. Rættarfundurin endaði við, at bæði vórðu latin leys, og tey frætta nærri, nær tey skulu inn at sita. Joel Cole, 44 ára gamli amerikumaðurin við til­ knýti til Føroyar fer nú at sýna fram trælist sína í mat­ stovu­ni á Dugna, á Hjalla. Fernisering verður týs­ dagin frá klokkan 15 til17, har møguleiki verður fyri at heilsa uppá listamannin. Høvi verð­ur annars at upp­ liva fram­s­ýn­ingina allar ger­and­is­dag­ar fram til 30. apríl millum 11.30 – 16.00. Listaverkinini sum Joel sýnir fram, eru stand­ mynd­ir, innbúgv, skál­ir og hangandi list úr viði. Meginparturin av til­fari­ num, sum hann arbeiðir við, er viður úr Minnesota í USA. Talan er um eini fjøru­ ti ymisk sløg av viði, og nógv tann størsti parturin er púra ókendur í Føroyum. Eitt sindur av lívrunnum til­fari hevur hann funnið í Før­oyum og eisini nakað av reka­viði. Um nýggjastu verkini, sig­ur hann m.a. soleiðis á Lista­blogginum hjá Birgiri Kruse: birkblog.blogspot.dk: “Vit liva í fýra­kant­að­ um kass­um. Vit hyggja út úr hes­um kassum gjøgn­um fýra­kant­að hol. Vit ar­beiða í fýra­kant­aðum bygn­ing­um. Vit eru umgyrd av beinum strik­um, vinklum og fýra­ kant­um. Og tá vit lýsa okk­ ara tilveru í myndum, gera vit tað við at taka bíløt, sum eru sett saman av túsundtals smáum punt­um,­ sum allir eru í lit­um. Mín spurningur er hesin: Um tær myndir vit dag­liga hyggja eftir, eru gjørd­ar úr smáum litaðum punt­um, hvat er tað so í veru­ leika­num, vit hyggja at?” Trælist á Hjalla Hjálpti soninum at smugla Tað var fyri at hjálpa soninum úr penganeyð, at 43 ára gamla føroyska kvinnan í mars fór til Føroya saman við 20 ára gamla soninum við trimum kilo av hassji í bilinum, segði hon í rættinum týsdagin