Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. apríl 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. apríl 2013 · Nr. 41 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Klimabroytingarnar í heimi­ num hava eisini rakt Arktis og tað so ógvusliga, at 40% av ísinum á Norðpólinum er brán­að­ur í mun til 1979. Talan er um eitt ógvuliga stórt øki sum hevur opnað fyri møguleikanum fyri, at sig­la um Norðpólin heldur enn gjøgnum Suezkanalina. Nógv minkaði ísurin á Norð­póli­num merkir eisini, at øgi­lig økir koma undan avi, sum fyrr hava verið dekk­að av ísi. Mineralir og fiskatilfeingi eru nú vorðin atkomilig, sum fyrr vóru undir tjúkkum løg­ um av ísi, og tað er staðfest, at Føroyar eru partur av arkt­iska økinum. Harvið hava vit eisini eina ávirkan á, hvat hendir í økinum. Tað er eitt ár síðani, at ein ar­beiðs­bólk­ur varð sett­ur und­ir uttan­ríkintæn­astu­ni á Løg­mans­skriv­s­tovu­ni, at gera eitt tilmæli um Før­oyar í arkt­isk­um høpi. Margaret Nónklett í uttan­ríkistænastuni hev­ur ver­ið samskipari hjá nevnd­ ini, sum umframt taldi Mari­tu Rasmussen, stjóra í Vinnu­húsi­num, Jan Müller, stjóra í Føroya Olju Ídnaðar Bólki, Anniku Sølvará, stjóra í Granskmingarráðnum, Ólav Greger­sen, stjóra í Syntesu, Jákup Mørkøre, samskipari í Fiski­vinnugransking, Fiski­ mála­ráð­ið og Vilhjálmur Gregorius­sen, stjóri í Vinnu­ há­skúla­num. Nevndin hevur arbeitt í eitt gott ár, og hevur havt eina røð av fundum og til­ tøku­m í hesum sambandi. Í sínum tilmæli leggur nevnd­in dent á seks ymisk øki, har tey koma við ítøki­ lig­um tilmælum. - Føroyingar kunnu í dag lætt­liga bjóða seg fram innan náms- og kolvetnisvinuna í Grønlandi, og annars gera seg til reiðar til ta nógv øktu tanga­skipaferðsluna, sum vit longu nú síggja í føroyskum øki. Her ber væl til at bjóða seg fram at veita olju, pro­vi­ ant og aðrar tænastur, sig­ur Margreta Nónklett, sam­skip­ ari. Løgmaður takkaði fyri til­ mæli og segði, at tað verður lagt fyri Løgtingið einaferð eft­ir summ­arsteðgin til eitt vón­andi gevandi aðal­orða­ skifti. Margreta Nónklett handaði løgmanni álitið um Føroyar í arktiskum høpi í morgun Mynd: Álvur Haraldsen Leo Poulsen Nord Pluss er ein verkætlan millum skúlar í Svøríki, Dan­mark og Føroyum. Høvuðsdenturin verður lagd­ur á heilsu, og at skúl­ ar­nir fáa høvi at vitja hvønn ann­an. Føroysku næmingarnir eru av skúlanum á Giljanesi, og teir hava verið og vitjað bæði í Danmark og í Svøríki. Hesaferð eru bert tríggir næm­ingar við úr Danmark, tí alt Danmark er rakt av lock-out av læranum. Sosialurin hevði vitjan av seks av næmingunum til eitt lítið prát mikudagin, og tá hittu vit føroysku Emil og Saschu, donsku Neel og Frede­rik og svensku Almu og Albin. Útlendingunum dámdu væl Føroyar, men tey hildu tað kortini vera væl ørvísið, enn tey høvdu ímyndað sær. Serliga donsku næm­ing­ ar­nir vóru hugtiknir av før­ oyska landslagnum, og so má sigast, at tey hava verið hepp­i­n í veðrinum eisini. Føroyingarnir vóru stoltir av at sleppa at vísa landið fram, eins og út­ lendsku gestirnir vóru glað­ ir fyri upplivingina. Mikudagin var ferðalagið so í Havn, har tey vitjaðu inni í Miðlahúsinum og vórðu fylogd runt til ymsu deild­i­r­nar, og eftir hetta var ein frí­løta, áðrenn all­ur hóp­ ur­in skuldi í Bow­ling­høll­ina at bowla. Ferðalagið kom til Før­ oya mánadagin og fer av landi­num aftut í dag, frígg­ ja­dag. Nord pluss í Føroyum Hesa vikuna hava fjúrtan 9. floks næmingar úr Svøríki og tríggir úr Danmark verið í Føroyum í sambandi við verkætlanina Nord Pluss Tey seks avmyndað framman fyri Miðlahúsinum. Frá vinstru Neel og Frederik úr Danmark, Alma og Albin úr Svøríki og Sascha og Emil úr Føroyum Mynd: Maggi Gunnarsson Løgmaður fingið handað álit um Arktis Hósmorgunin fekk løgmaður handað eitt álti um Arktis, sum ein arbeiðsbólkur hevur skrivað, og hvørs undirheiti er »møguleikar og avbjóðingar«