Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. apríl 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. apríl 2013 · Nr. 41 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Tjóðpallurin hevur lagt seg eftir at framføra upp­runa­ føroyskar sjónleikir, og leyg­ ar­kvøldið verður tann triði í ár frumsýndur. Leikurin eitur Myrkur­ sins børn. - Tað er so týdn­ing­ar­ mikið, at vit spæla leikir, sum lýsa veruleikan í nú­tíð­ ar Føroyum, sigur Súsanna Tór­garð, sum hevur skriv- að hendan leikin. Hon leik­ stjórn­ar eisini. Vanligir spurningar Leikgongdin er, at á einum niður­løgdum kirkjugarði royna fimm fólk at yvirliva. Hetta eru fólk, sum á ein ann­an hátt eru komin skeivt fyri í lívinum. Tey vita nógv um sannleikan, men tey duga illa at handfara veru­ lei­kan. Tey tosa um brost­ nar vónir, hví tey ikki gjør­ du hetta og hatta, og um lívið nú er nóg langt til tær ætlan­ir, tey settu sær. - Hetta eru alt spurn­ing­ ar, sum menniskju seta sær í lívinum. Tá ið ein maður verð­ur funn­in deyður á kirkju­ garði­num ein morgun, koma ræðandi loyndarmál und­an kavi. Einfalt kvinnusýn Súsanna Tórgarð byrjaði at skriva leikin fyri fimm ella seks árum síðan, og hug­ skotið kom eftir eina kjak­ sending í útvarpinum. Evn­ ið var fosturtøka. - Í sendingini segði ein mann­ligur samkomuleiðari nak­að soleiðis: “Kvinnan vel­ur sjálv at leggja kropp til, tá ið hon ger barnið, og tí skal hon eisini taka ábyrgd av at bera barnið, føða tað og taka sær av tí”. Hetta helt eg vera eina sera einfalda út­legging, og tað undraði meg, at eingin kom við nakrari viðmerking, sigur Súsanna Tórgarð. Tað hendi fyrr og hendir fram­vegis, at børn verða neyð­tikin og misbrúkt. Og tían­verri kunnu fylgjurnar verða fyri genturnar, at tær ger­ast við barn. Ógvusligar avleiðingar Leikurin er ein ógvuslig søga um siðamisbrot og av­ leið­ing­ar­nar av, at alt verður tagt burtur. - Avleiðingarnar eru ógvus­lig­ar av, at vit ikki tora ella megna at taka ábyrgd, men heldur royna at dylja og skava út yvir veruleikan, sig­ur Súsanna Tórgarð, sum í leikinum hevur lagt dent á, hvussu neyðugt tað er beinanvegin at siga frá, tá ið børn hava verið fyri kyns­lig­um ágangi. Jú fyrr tøgn­in verður brotin, størri er møgu­leikin fyri, at óndi ring­ur­in verður brotin. Tað gagn­ar bæði offri og gern­ ings­man­ni. Leikurin snýr seg líka nógv um tey avvarðandi og onn­ur, sum eru rundan um tey misbrúktu. Tora einki at siga Tey misbrúktu og menniskj­ u­ni rundanum tey tora ofta einki at siga, tí tey ræð­ast tær ógvusligu av­leið­ing­ar­ nar. Og tað er torført í hes­ um lítla samfelag at siga frá, tí øll liva so tætt upp at hvør øðrum, og so koma skommin og kenslan av skyld aftrat. - Tað er sera týdn­in­g­ar­ mik­ið, at evnið verur lýst á ein forsvarligan hátt. Einki er bara svart ella hvítt. Alt er nógv meira samansett enn so, sigur Súsanna Tór­ garð. Leikur um lívsins skuggasíður Í siðamisbrotum er tað ikki bara eitt offur og ein brotsmaður, sigur Súsanna Tórgarð, sum hevur skrivað og leikstjórnað leikin Myrkursins børn, ið verður frumsýndur á Tjóðpallinum leygarkvøldið klokkan 19 Myrkursins børn Handrit: Súsanna Tórgarð Leikstjórn: Súsanna Tórgarð Leikarar: Beinta Clothier, Ria Tórgarð, Erling Eysturoy, Hans Tórgarð og Hjálmar Dam Pallmynd og búnar: Guðrun Øyahals Dramaturgiskur vegleiðari: Eyðun Johannesen Ljós: Árni Baldvinsson Ljóð: Jón McBirnie Tónleikur: Leivur Thomsen Myndir: Finnur Justinussen