fríggjadagur 12. apríl 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. apríl 2013 · Nr. 41
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- KÍ vann 3-0 heima móti B68 í juni í fjør. Tann tá 18 ára gamli
Filip Djordjevic fekk sítt seinna gula kort í 57. minutti og varð
sendur av vølli. Revsingin kom til næstu venjing
Eyðmýktur efti
- Eg var biðin um at stilla meg inn í málið, við rygginum móti
spælarunum, sum síðani skuldu skjóta bóltar eftir mær. Eisini vildu teir
hava meg at koyra buksurnar niður. Tað var rættuliga eyðmýkjandi,
sigur Filip Djordjevic um síðstu tíðina í KÍ, áðrenn skiftið til Víking
Jón Brian Hvidtfeldt
Tað er ikki í lagi at verða út
vístur, tá man spælir fótbólt
á hægsta stigi í Føroyum.
Tað mátti tann tá einans
18 ára gamli Filip Djordje
vic ásanna, tá hann kom til
fyrstu venjing eftir heima
dystin móti B68 í juni mán
að í fjør. Ein dystur, sum KÍ
vann 3-0. Evnaríki miðvall
arin hevði fingið tvey gul
kort og fekk tí bara fyrstu 57
minuttirnar á vøllinum við
Djúpumýru, áðrenn hann
varð vístur av vølli.
- Til fyrstu venjing aftaná
fekk eg at vita, at tey høvdu
eina lítla revsing til mín,
sigur Filip Djordjevic frá um
hendingina.
Hann greiðir frá, at í fyrst
ani tók hann tað eitt sindur
sum skemt.
- Eg fekk boð um at stilla
meg mitt inn í málið. Eg
skuldi venda ryggin út móti
spælarunum, sum so fingu
boð um at skjóta bóltar eftir
mær. Eisini fekk eg boð um
at koyra buksurnar niður,
greiðir Filip Djordjevic frá
ídag.
- Eg játtaði. Noyddist jú at
gera tað. Men nei, eg koyrdi
ikki buksurnar niður. Tað var
ov eyðmýkjandi, sigur Filip
Djordjevic.
Hann vísir á, at har vóru
børn á vøllinum, sum fylgja
við venjingini hjá teimum
vaksnu, og hartil liggur fót
bóltsvøllurin soleiðis fyri, at
fólk síggja inn á vøllin, um
tey ganga ella koyra fram
við. Buksurnar fóru tí ikki
niðurum, hóast boð vórðu
givin
um
tað,
sambært
spælaranum sjálvum.
- Hinir spælararnir skutu
so eftir mær, ein fyri og
annar eftir. Tað vóru tó ikki
nógvir, sum raktu meg, legg
ur Filip Djordjevic afturat.
Tann tá 18 ára gamli
leikarin lýsir støðuna, ta so
nevndu ”revsingina”, sum
eyðmýkjandi fyri seg.
- Eg minnist, at hinir spæl
ararnir flentu. Eg haldi, at
teir tóku tað eitt sindur sum
skemt. Haldi eisini, at tað
var ikki fyrr enn aftaná, at
teir sóu, at tað var rættuliga
eyðmýkjandi fyri meg, sigur
Filip Djordjevic.
Eyðmýkjandi skemt
Hjalgrím Elttør er ein av ber
andi kreftunum hjá KÍ, hann
er liðskipari í ár og var eisini
liðskipari í fjør.
- Jú, eg minnist hasa
hendingina, sigur Hjalgrím
Elttør, tá vit spyrja hann.
Liðskiparin var til venjing
tað kvøldið, men tók sam
bært sær sjálvum ikki lut í
revsingini.
- Eg var ikki við til hasa
episoduna. Eg var á staðnum,
ja, men eg luttók ikki.
Hvat merkir tað?
- Eg veit ikki. Eg sigi bara,
at eg var har, men eg luttók
ikki.
Hvør gav boðini?
- Tað havi eg ikki hug
at úttala meg um. Hatta
er farið.
Talaði nakar at?
- Eg veit ikki. Onkur
helt vist, at hetta var
nokk so býtt, sigur
Hjalgrím Elttør, uttan
at kunna útgreina
tað nærri.
Liðskiparin
greiðir frá, at til
burðurin fór fram
í skemti, mest til
stuttleika. Men
hann spøkti tó
aftur í samband
við, at Filip Djordjevic
stutt eftir fór úr KÍ.
- Ja, tað var eitt sindur
uppi og vendi í samband
við skiftið, váttar Hjalgrím
Elttør.
Liðskiparin hevur ikki
so góðan hug at tosa um til
burðin.
- Hatta var tað, sum hendi
tá, men tað er farið, sigur
hann.