fríggjadagur 12. apríl 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 41 · 12. apríl 2013
2
VIKUSKIFTI
Radio
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í næstu viku fer Rás2 at halda til í
italska stórbýnum Milano, haðani rásin
fer at senda í tveir dagar. Mikudagin
og hósdagin verður Rás2 úr luftini úr
Milano og økinum har á leið, og sent
verður báðar dagarnar frá klokkan 9
til 12 fyrrapartin og frá klokkan 13 til
15 seinnapart.
Rás2 hevur seinnu árini javnan
sent úr útlandinum – millum annað úr
Reykjavík, London, Barcelona, Seyðis
firði og Hannover, og Rás2 hevur eisini
regluliga sendingar úr Keypmanna
havn.
Nú verður kósin so sett suður til
Italia, har Rás2 manningin fer at halda
til í komandi viku.
Nógv evni
Í sendingunum úr Italia verður tosað
við føroyingar, sum búgva í ella hava
tilknýti til Italia. Eisini verða innsløg
um móta, mafia, mat, vín, politikk, bilar,
ferðavinnu og annað. Rás2 fer eisini at
leita eftir matstovu í Milano, har før
oyskur saltfiskur verður borðreiddur.
Tosað verður um tónaskaldið Verdi,
forføraran Casanova, og listamannin
Leonardo Da Vinci. Eisini verður vitjað
í Norðuritalia, har nógv spennandi og
kend ferðavinnustøð eru.
Í sendingunum verður ein flogferð
fyri tvey fólk til Milano í summar
burturlutað.
Rás2 manningin í Milano verður
Rannvá Gaard Fossaberg, Eyðun
Klakstein og Hjalmar Hvítklett.
Bangin
fyri
skúlanum
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Jens Marni Hansen / Mynd: Heinesen Myndir
klumman
Inna
Törnroos
Í næstu viku sendir Rás2 úr norðuritalska stórbýnum
Milano. Sent verður fimm tímar um dagin í tveir dagar
Í morgin skal eg verða við í flokkinum hjá
8 ára gamla soninum allan dagin. Tað er
vanligt, at foreldur gera soleiðis her í Svøríki.
Eg havi blandaðar kenslur mótvegis
skúladegnum. Eg vil – men samstundis vil eg
ikki verða við í flokkinum.
Tey foreldur, ið hava verið við, eru øll
glað og jaliga yvirraskað. Men míni eygu
eru tíanverri – vegna egnar royndir – serliga
vand at síggja øll tey, sum ikki hava tað so
gott í skúlanum.
– Eg eri bangin fyri at síggja ein einsa
mallan næming, sum ongin spælir við.
– Eg eri bangin at síggja ein næming, sum
dugir svarið til spurningin, sum lærarinnan
spyr – men hon/hann torir ikki at siga svarið
av ótta fyri at ein floksfelagi rópar okkurt
ljótt.
– Eg eri bangin fyri at síggja næmingar,
sum halda til í einum horni fyri seg sjálvi,
tí tað er tryggast har, og ongin leggur merki
til tey.
– Eg eri bangin fyri at síggja næmingar
berjast, og ongin lærari ger nakað.
– Eg eri bangin fyri, at ein næmingur
fer grátandi til læraran og hann/hon svarar:
»Hatta var ikki so farligt. Eitt sindur mást tú
tola.«
– Eg eri bangin fyri at síggja næmingar,
sum vilja pissa, men sum ikki tora inn á
vesið, tí tey ikki vita, um tey sleppa út aftur
haðani.
Eg eri snøgt sagt bangin fyri skúlanum.
Og eg eri so hjartans glað fyri, at eg eri
sloppin langt burtur haðani – men míni eygu
og oyru eru víðopin.
Tí ongin skal nýtast at hoyra ljót orð um
seg sjálvan og sína familju, blíva sligin, blíva
sparkað og útfryst á sínum arbeiðsplássi. Og
tað er júst tað, skúlin er. Hann er arbeiðs
plassið hjá okkara børnum í 10 heili ár.
Eg vóni av øllum mínum hjarta, at eg við
løttum fetum gangi út úr skúlagarðinum í
morgin eftir skúlatíð. Men eg lovi samstundis
mær sjálvari og tykkum øllum, sum lesa
hetta, at eg sigi frá, um eg síggi nakað av tí,
eg eri bangin fyri at síggja.
Lovið tit tað eisini. So kunnu vit kanska
saman gera mun og minka um happing.
So segði
hann...
Rás2 sendir
úr Milano
– Summi rysta við høvdinum og skilja ikki, hví eg geri
hetta, og teimum dámar einki, at eg aftur skal avstað.
Høvuðsorsøkin er tann, at tey vita ikki reiðiliga, hvat
tað er, sum fer fram eini slíkari ferð.
Livar Nysted, havrógvari, sum nú skal rógva um Indiska Havið
Í næstu viku sendir Rás2 úr norðuritalska stórbýnum Milano, og vitjað verður ymsastaðni í Norðuritalia