fríggjadagur 12. apríl 2013síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 41 · 12. apríl 2013
4
VIKUSKIFTI
samrøða
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var langt millum húsini frammi í
Dal í Kollafirði, tá Jens Marni Hansen
vaks upp.
Tað førdi til, at eg ofta ongan hevði
at spæla við, og tí máttu aðrar leiðir
troytast, sigur Jens Marni Hansen.
Men okkurt var altíð at takast við,
og hetta okkurt skyldaðist eina heldur
keðiliga hending í lívinum.
– Omma doyði ung, og tað førdi við
sær, at ein mammubeiggi mín koma at
búgva hjá mammu. Hann var níggju
ár yngri enn mamma, men hann hevði
stóran áhuga í tónleiki, og átti alt frá
Doodle Bugs til Sweet, sigur Jens Marni
Hansen.
So uppvøksturin fór í stóran mun
við at lurta eftir øllum frá country til
rock.
– Tá var heldur einki sjónvarp ella
teldur, so tað ráddi í stóran mun um at
finna upp á sjálvur, sigur Jens Marni
Hansen.
Og eitt av hesum páfundum, var at
koyra lastbil við teimum bilførarum,
sum koyrdu niðan í Hundsarabotn eftir
astfalti og síðani oman á bátarnar við
Kollfjarðarkai.
– Teir høvdu altíð fult av country
tónleiki í bilinum, sum sjálvandi var
spældur í kasettubandavspælarum,
og tað stendur enn frískt í minninum,
serliga teir Buck Owens sangirnir, sum
tá vóru populerir, sigur Jens Marni
Hansen.
Fór at spæla gittara
Men so byrjaði skúlatíðin, og stundirnar
til lastbilarnar gjørdist ikki so nógv.
– Eg minnist, at eg framførdi á fyrsta
sinni alment við eina skúlaveitslu, tá eg
var 8 ára gamal. Eingin pallur var, so
eg stóð á einum kassa mitt á gólvinum,
fyri at øll skuldu síggja meg, sigur Jens
Marni Hansen.
Hann sang sangin hjá Black Birds,
Jónas, ið hevur 12 ørindi.
– Tað man hava gingið hampiliga
væl, tí eg minnist, at eg fekk ein pakka
av gummibommum frá konu Poul
Mohr, minnist Jens Marni Hansen.
Tað var eisini í skúlanum, at hann
á fyrsta sinni fekk ein gittara upp í
hendurnar.
– Eg var 10 ára gamal, tá eg fór
at læra meg at spæla gittara. Tað var
Gullak Zachariassen, ið var mín fyrsti
gittarlærari, sigur Jens Marni Hansen.
Tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn
hann byrjaði í sínum fyrsta orkestri.
– Vit høvdu tá Petur Mohr Reinert
sum lærara, og tað var líkasum hann,
ið fekk orkestrið upp at standa. Vit kall
aðust The Players, minnist Jens Marni
Hansen.
Fyrstu tíðina vandu teir uppi á
loftinum í skúlanum, og har var trongt,
sjálvt um hølið var langt.
– Vit fluttu seinni í bygdarhúsið at
venja, men tað var avmarkað, hvussu
nógv vit sluppu at venja har. Eg minn
ist, hvussu vit plagdu at sleipa for
sterkararnar á sletu millum húsini og
bygdarhúsið, tá vit skuldu venja, sigur
Jens Marni Hansen.
Spælt saman við fleiri
Jens Marni var 13 ára gamal, tá hann
fyrstu ferð leikti alment til dans í
1987.
– Vit vóru so ungir, at onkur okkara
slapp ikki at vera úti so leingi. Men tað
bar so til kortini, og fyrsta frasmførslan
var í bygdarhúsinum í Kollafirði, sigur
Jens Marni Hansen.
Árið eftir byrjaði hann so at sæla við
orkestrinum, Florens, sum gittarleikari,
men tað var so skjótt, at hann varð
settur handan trummurnar.
– Vit góvust við Florens í 1989, og tá
byrjaðu vit orkestrið Kjølar. Har helt eg
fram við at spæla trummur og so sang
eg eisini, sigur Jens Marni Hansen.
Hetta orkestrið helt so fram í eina
tíð, áðrenn Signar í Hormum kom upp
í Kjølar. Hann sældi gittar og sang.
– Aðrar broytingar vórðu eisini
gjørdar í Kjølum. Ein, sum áður hevði
spælt upp á harmoniku, fór nú at sæla
trummur og eg fór at spæla gittar, sigur
Jens Marni Hansen.
Kjølar menti seg fram til tað, teir
vóru í 1996-97.
– Gjøgnum tíðirnar munnu einir 12-
15 mans hava spælt við Kjølum, sjálv
andi ikki allir í senn. Og All that Rain
er eitt framhald av Kjølum, tó uttan
Signar í Homrum, sum flutti til Svøríki.
Eg var við har í hálvtannað ár, sigur
Jens Marni Hansen.
Fyri kollfirðingin var tíðin komin til
at ryna okkurt annað.
– Hesi árini spældi eg nógv saman
við Ólavi Øster og Paula Magnussen.
Seinni byrjaði eg so Showmenn sam
an við Kim Hansen, James Olsen og
Jóhanus av Rógvi, sigur Jens Marni
Hansen.
Eftir hetta bleiv tað til Factor 4,
har hann spældi saman við Paula
Magnussen, Hening Nicodemussen og
Bjarna Lisberg.
– Annars havi eg spælt nógv undir
hjá øðrum listarfólkum, eitt nú Pipar og
Salt, Petsy Tvørfoss og Eivør Pálsdóttir.
Og so havi eg eisini luttikið í danska
Grand Prix, sigur Jens Marni Hansen.
Í kreppu
Í januar 2011 kom Jens Marni í eina
sálarliga og kropsliga kreppu.
– Tað var um hetta mundi, at eg
skuldi skerast fyri røddina á Ríkis
sjúkrahúsinum. Har funnu teir út av,
at røddin í veruleikanum hevði tað
fínt, og læknarnir fráráddu mær at fara
undir skurð, tí eg fór at oyðileggja mítt
image, sigur Jens Marni Hansen.
Hann stríddi seg tó burtur úr teirri
kreppuni við harðari fysiskari venjing
og tað, saman við sálarligari venjing,
fekk hann burtur úr kreppuni aftur.
– Hetta var ein tíð, tá bara tað
minsta gekk ímóti, tóktist tað sum ein
risa trupulleiki, og eg hugsi mangan um
tað. Hevði tað verið í dag, hevði verri
enn so komið eins nógv burtur úr, sigur
Jens Marni Hansen.
Hansara sermerkta rødd kemst av, at
hann sum 10 ára gamal misti røddina
heilt í skúlanum.
– Tað var nokk onkur lærari, sum
trýsti í so nógv á at fáa meg at syngja,
og so endaði tað við, at røddin fór heilt.
Hon var burtur í einar tveir mánaðar,
og tá røddin so kom aftur vísti tað seg,
at eg hevði ein lítlan kuril á øðrum
stemmibandinum, sigur Jens Marni
Hansen.
Hann hugsaði ikki so nógv um tað
tá, men tað kann við røttum sigast,
at tað var hetta, sum skapti hansara
identitet.
Jens Marni Hansen hevur júst
givið út sína aðru fløgu, sum kalast
»Anywhere You Wanna Go«, og í mun
til fyrru fløguna, ferðast Jens Marni í
hesum døgum runt í landinum á einari
útgávukonsert.
Og ongum at siga, er Jens Marni
Hansen komin heilt fyri seg, eftir
kreppuna í 2011.
fyri meg
aftur
Eg eri komin
Jens Marni Hansen var bara 8 ára gamal, tá hann fyrstu ferð upptraðkaði
alment, og síðani hevur tað gingið slag í slag. Røddin er sermerkt og komst
av, at hann sum 10 ára gamal misti málið av ovurstrongd. Seinni slepti hann
ætlanunum um, at skurðviðgerast, tí tá hevði hann mist sín identitet