Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-12, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. apríl 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 41 · 12. apríl 2013 6 VIKUSKIFTI TIPS FRÁ barbaru barbara@sosialurin.fo Ekslusiv Balmain seria í Føroyum Á tí fronsku útgávuni av mótablaðnum Vogue stóð fyri stuttum at lesa, at ein ekslusiv og sera góð hárseria frá kenda mótahúsinum Balmain er komin á marknaðin, men serian er sambært blaðnum so ekslusiv, at hon einans er at fáa í einum handli í Paris. Hendan serian er eisini at fáa í Føroyum í Royal Hárfríðkan, og er eftir mínum tykki nakað heilt fyri seg. Í seriuni er hár skúm, sum tú smyr í hárið, meðan tað er vátt, og hárið verður sum silki, samstundis sum tað gevur fyllu. Haraftrat er ein argan-olja, sum fær hárið at skína; lekkurt og fríksligt hárluktilsi; saltspray, sum mær dámar væl at nýta fyri at fáa hárið rokaligt, og fleiri ymisk hárspray, sum halda væl og kortini ikki gera hárið stívt. Eg havi nýtt hesar vørurnar í ein mánað nú, og eg havi snøgt sagt ikki tørv á nøkrum øðrum fyri at fáa hárið at sita. Ein seria, sum avgjørt kann viðmælast. Knút í hárið Eitt rák, sum er nógv at síggja í vár, er so­ kallaða knútahárið. Slætta hárið, set tað í ein fastan hestahala, og koyr olju ella shine í hárið. Síðani kanst tú koyra halan í ein knút eins og á myndini. Kongakrúnan hittar Hendan kongakrúnan verður eisini nógv at síggja í summar. Set hárið í ein stramman hala ovast á høvdinum, og nýt eina sokallaða »donut« (sum er til keyps í Matas), og vind hárið rundan um. Tað kann vera ringt at fáa kongakrúnuna so beina sum á myndini, men tað er fyri so vítt líkamikið. Rokaligar kongakrúnur rigga eisini væl. Flætturnar ganga aftur og aftur Seinastu árini hava flættur verið ógvuliga nógv at sæð, og tað sær út til, at hetta rákið heldur fram. Í vár skulu flætturnar vera rokaligar og stórar, og liggja til síðuna ella á onkran annan óvanligan hátt. Tá tú hevur gjørt tína flættu kanst tú taka ein kamb, og tupera ígjøgnum alla flættuna, so hon verður líka tjúkk frá hárbotninum og til endarnar. Soleiðis fært tú eina mótarætta, tjúkka og rokaliga flættu. Leyst og frískt hár til summarið Tað eru tvey góð ráð til hvussu tú fær títt leysa hár at sita væl. 1. tupera nógv ovast í nakkanum, og eitt sindur frameftir, og her er upplagt at nýta hárskúm, sum gevur hárinum fyllu, og fær tuperingina at taka við. 2. Um tú hevur hæddir í hárinum (sum tey flestu hava onkursvegna), so er snilt at varisliga ruspa styttri endarnar til, og nýta saltspray til endarnar. Tað leysa hárið er altíð nógv at síggja í summar, og kann eisini rigga væl við eitt sindur av styling. Hármótin í vár Slættijarn til øll hársløg Tað er ein sannroynd, at slættijørn við ov nógvum hita lættliga kunnu brenna hárið av, og tí er vanligt, at hitin á slættijørnum í dag liggur um 180 stig. Men tað hóskar ikki til øll. Balmain hevur framleitt eitt slættijarn, sum kann nýtast til allar hártypur. Jarnið hevur fimm ymsar funktiónir, og hitin á jarninum er spreiddur yvir alt jarnið, so tað er sera einfalt at nýta jarnið til at gera krúllur og føll. Mær dámar sera væl hetta slættijarnið frá Balmain, og kann avgjørt viðmæla tað. Um tú hevur fínt ella grovt hár, so er tað serliga gott, tí so kanst tú innstilla hitan til tað, sum hóskar til tín.