mánadagur 15. apríl 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. apríl 2013 · Nr. 42
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Fríðfinnur Johnsson
Kjak á síðu 24
»Nær
skal
barnið í
skúla?«
William Smith
kjak á síðu 25
Fostur
tøku ella
kleki
mamma
– Torir landsstýrið at gera tað
rætta?
Soleiðis spyr fyrrverandi løgmað
ur og núverandi fólkatingsmaður
Sambandsfloksins, Edmund Joen
sen í tíðgrein her í blaðnum fríggj
adagin við beinleiðis tilsiping til
heildarætlanina um fólkavøkstur
og fráflyting.
Edmund Joensen vísir á, at
skattakrónur í milliardaklassanum
komandi fáu árini skulu setast í
fleiri tunlar og í uppaftur meira as
falt og betong.
– Hetta vita samgonguflokkarnir,
ið nú siga seg umhugsa, hvussu
fígging skal útvegast til tiltøk fyri
at skapa fólkavøkstur. Flokkarnir
hava longu sjálvir prioriterað tunl
ar og betong fram um vitan, fólka
vøkstur og menning. Spurningurin
er, um reellur politiskur vilji er í
landsstýrinum til at gera tað rætta:
taka part av pengunum frá tunlum
og betongi til frama fyri bráneyðug
ar íløgur í fólkavøkstur.
Og vit kunnu bara vera púra
samd við fólkatingsmanninum, tá
hann reisir spurningin, hví tað var
so umráðandi hjá landsstýrinum at
samtykkja fíggjarkarmanar bara
nakrar fáar dagar áðrenn hendan
heildarætlanin varð løgd fram.
Ein heildarætlan, sum landsstýrið
sjálvt hevur biðið um til tess at við
gera spurningin, sum sambært løg
manni er størsta avbjóðingin hjá
føroysku tjóðini, fólkaflytingin.
Bólkurin, sum hevur gjørt heild
arætlanina sigur um tilgongdina
til ætlanina, at nógv hevur verið
frammi um fólkaflyting sum tað
stóra álvarsmálið:
– Á sumri 2012 legði Javnað
arflokkurin eisini eitt uppskot til
samtyktar fyri Løgtingið um at
seta í verk tiltøk til at venda gongd
ini við fráflyting og minkandi fólka
tali í Føroyum. Hesum tók Løgtingið
undir við, og er breið semja um, at
tiltøk skulu til fyri at skapa fólka
vøkstur. Í oktober 2012 setti Johan
Dahl, landsstýrismaður í vinnu
málum, ein arbeiðsbólk at gera
eina heildarætlan um fólkaflyting
og fólkavøkstur, ið skuldi vera liðug
1. apríl 2013.
Altso: Løgtingið samtykkir eitt
uppskot til samtyktar frá einum
andstøðuflokki.
Vinnumálaráð
harrin má so taka málið upp, og
tað ger hann við at seta hendan
arbeiðsbólkin, sum skal leggja sítt
álit fram fimm dagar eftir, at fíggj
arkarmarnir komu fram.
Um landsstýrið ikki tekur heild
arætlanina í eitt sindur størri álvara,
men viðgerðin higartil hevur bent
á, so verður talan helst um einn eitt
skuffuálit í Tinganesi.
Okkara vón er, at landsstýrið
torir at gera tað rætta!
Nú er at tora...
Tórbjørn Jacobsen, fyrr
verandi landsstýrismaður í
mentamálum, keypti sær –
fyri almennar pengar – eitt
talv móti fleirfalda heims
meistaranum Garry Kaspa
rov, tá hann var á vitjan er
um aldaskifti.
Tað váttaði hann sjálvur
í sendingini hjá Suna Merk
istein í sjónvarpinum, sum
snúði seg um vitjanina hjá
talvheimsmeistaranum
í
Føroyum.
Rani Nolsøe, sum tá var
formaður í Talvsamband
inum, greiddi frá, hvussu
hann fekk vitjanina í lag.
Hann fekk sjálvur uppgáv
una at skaffa sponsorar,
bæði privatar, men eisini
almennar.
– Ikki minst var tað Tór
bjørn Jacobsen, landsstýr
ismaður í mentamálum,
sum stuðlaði heilt alvor
liga. Hetta vildi hann ver
uliga. So at vit fingu tað
økonomiskt at hanga sam
an, greiddi Rani Nolsøe frá
í sendignini.
Og Tórbjørn Jacobsen
legði so afturat:
– Eg segði við Rana, at
eg skuldi brúka nógva orku
upp á at finna fram til tann
pening, sum var neyðugur,
og at eg hevði bara eitt mót
krav: At eg sjálvur slapp at
telva eitt talv ímóti kanska
tí sterkasta telvaranum,
sum nakrantíð hevur verið
í heiminum...
Soleiðis kunnu fólk við
makt seta seg sjálvan í fokus
fyri almennar pengar.
Keypti sær dyst
móti Kasparov
Hví gjørdist Herbert Pundik
hermaður og spiónur fyri
Ísrael? Hví væntar Martin
Krasnik, at arabiski upp
reisturin ikki fer at slóða fyri
fólkaræði? Fer Ísrael at leypa
á Iran? Og finst jødahatur
framvegis í Evropa?
Fríggjakvøldið 3. mai fara
tveir kendir jødar frá hvør
sínum ættarliði at viðgera
hesar og aðrar spurningar á
Hotel Føroyum.
Tá Herbert Pundik var 16
ára gamal, mátti hann flýggja
undan týskum nazistum í
Danmark. Hann stríddist á
hermótinum, tá ið ísraelski
staturin varð stovnaður í
1948. Og hann misti sín son,
Uri, á hermótinum í Yom
Kippur-krígnum í 1973.
Fyrrverandi
ábyrgdar
blaðstjórin á Politiken hevur
livað eitt hendingarríkt lív.
Hann hevur verið journalist
ur, altjóða korrespondentur
kring allan heim, blaðstjóri
og spiónur fyri ísraelsku
fregnartænastuna Mossad
– stundum samstundis. Hvat
hevur 85 ára gamli maður
in lært av sínum dramat
iska lívi? Hví finst hann so
hvassliga at førda politikki
num hjá Ísrael? Og er hann
dapurskygdur
ella
bjart
skygdur, tá hann skoðar inn
í 21. øld?
Martin Krasnik umboðar
eitt annað jødiskt ættarlið.
Hvassi
korrespondenturin
fyri Weekendavísina og um
stríddi
sjónvarpsverturin
á DR og TV2 telist millum
fremstu uttanríkispolitisku
viðmerkjarar í ríkinum. Hví
heldur hann, at eitt álop á
Iran kann gerast neyðugt?
Hví hevur hann umskorið
sín son, hóast hann kallar
seg gudloysing? Hví er hann
vónbrotin av Obama? Og hví
elskar hann Jerusalem?
Herbert Pundik og Martin
Krasnik eru ósamdir um
nógv. Og ættarliðsgjógvin
setur síni spor, tá teir hug
leiða um heimspolitikk og
persónlig viðurskifti. Fríggj
akvøldið 3. mai kl. 20 hittast
teir á almennum tiltaki á
Hotel Føroyum, sum tekur
útgangsstøði í nýggju sam
talubókini “Pundik & Krasnik
og resten af verden”. Heini
í Skorini skipar fyri tiltaki
num, og høvið verður eisini
at seta spurningar.
Pundik og Krasnik til Føroya
– Torir landsstýrið
at gera tað rætta?