mánadagur 15. apríl 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 15. apríl 2013 · Nr. 42
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ímynda tær eina framtíð,
har granskarar og fyritøkur
kunnu keypa sær atgongd
til at granska í júst tínum
ílegum – tínum arvastreingi.
Granska um tú hevur ílegur
sum kunnu økja um vandan
fyri at fáa ávísar sjúkur seinni
í lívinum. Ímynda tær, at
henda atgongd verður givin
uttan títt samtykki, uttan at
tú hevur ávirkan og uttan, at
tú fært vita um úrslitið. At
henda vitan skal samganga
við tína sjúklingajournal.
Hetta nýtist ikki bert vera
ein óveruligur tanki tá hugsa
verður um FarGen verkætl
anina.
Rúm fyri atfinningum
Tað hava verið nakrar atfinn
ingarsamar røddir frammi
(1,2) har ma. spurt hevur verið
um FarGen projektið er ein
demokratisk verkætlan ella
ikki og ávarað hevur verið
um, at henda verkætlan kann
gerast ein nýggj ílegu-bløðra,
sum mann td. hevur sæð í
Íslandi. Men tað tykist sum
hesar verða tagdar burtur
og hava sum heild verið lítið
frammi. Tað kann undrað,
hví henda verkætlanin hevur
verið so lítið lýst og viðgjørd
í almenna rúminum. Her eiga
eisini føroysku fjølmiðlarnir
at taka ábyrgd.
Vantandi kjak
Hví hevur ikki meir kjak
verið um FarGen verkætl
anina alment? Er tað tí
at tað valdar ein líkasæla
millum føroyingar, polit
iska mynduleikan og fak
umhvørvið ella er tað tí,
at FarGen projektið ikki
hevur verið nøktandi lýst
alment? Sentralir aktørar
handan FarGen projektið
hava sjálvir undrast yvir
hetta og nevna týdningin
av
einari
demokratisk
ari prosess. Tað kann eis
ini tykjast heldur løgið, at
leiðarin fyri verkætlanina
FarGen beinleiðis viðgongur
ikki at hava nakra vitan um
ílegur og ílegugransking
(3). Men hvar liggur tann
demokratiska
prosessin
aftan fyri hesa verkætlan,
og hvussu er hon ætla sett
í verk?
FarGen far-out?
Hvat vita føroyingar í veru
leikanum um FarGen verk
ætlanina?
Ætlanin er heilt stutt at
genom-sekventera allar før
oyingar. Tvs. kannað arva
streingin hjá hvørjum eink
ultum føroyingi, leggja hetta
í eitt ílegusavn og m.a tengja
hetta saman við THS (tal
gildu heilsuskipanina), sum
er journalin hjá hvørjum
einkultum. Hetta er so ætl
anin, at eitt nú kommunu
læknin skal hava atgongd til
umframt at ymiskar verk
ætlanir skulu kunnu biða
um atgongd. Um ein tá eisini
skal kunna fáa atgongd til
THS, tvs. sjúklingajournalir
er ógreitt.
Kjak fyri innbodnum
Tað er eyðsæð, at hetta kann
fáa umfatandi avleiðingar,
og at her eru nógvir etiskir
og
moralskir
spurningar,
sum hava verið fráverandi í
einum fráverandi almennum
kjaki.
Gamaní tað hava verið
skipað fyri ráðstevnum fyri
innbodnum, men einki kjak
millum tey sum skulu lata
hesar upplýsingarnar, nevni
liga føroyska fólkið. Vandin er
at FarGen verkætlanin verð
ur gjøgnumførd uttan, at før
oyingar hava verið kunnaðir
nøktandi um, hvat hetta
gongur út uppá, og hvørjar
avleiðingar hetta kann fáa
upp á styttri og longri sikt.
Spurningurin er eisini um
FarGen verkætlanin er í tráð
við og fylgir, og fer at fylgja
galdandi lóggávu um gransk
ing í mannaílegum bæði nú
og í framtíðini.
Heilsustøða ella
fíggjarstøða
Hvat er veruliga endamálið
við at skráseta ílegurnar
hjá
øllum
føroyingum
í
eitt ílegusavn umframt at
kunna granska í ílegum.
Sagt verður, at aðalmálið er
at betra um heilsustøðuna
hjá føroyingum. Men hvørji
fíggjarlig áhugamál liggja
aftan fyri eina tílíka ætlan?
Er ætlanin at selja rættindi
til granskarar at granska í
hesum ílegum? Er ætlanin
at selja rættindi til heili
vágsfyritøkur
ella
aðrar
fyritøkur, sum td. framleiða
medisinsk tól? Og um so er,
hvør eigur í veruleikanum
rættindi til hesar ílegurnar?
Er tað Heilsumálaráði, ílegu
savnið, eitthvørt felag ella
tann einkulti borgarin? Kost
naðurin fyri hetta projektið
verður í løtuni mett at vera
uml. 50 mio. dollar (uml. 300
mio. kr.) Hvar skulu hesir
pengarnir koma frá? Úr før
oyska
Heilsumálaráðnum
og Heilsuverkinum, sum er
blivið spart ár eftir ár ella
frá útlendskum íleggjarum?
Og um so er undir hvørjum
treytum? Her vantar gjøg
numskygni og opinleika. Tað
er als ikki givið, at hóast ein
verkætlan sum FarGen liggur
undir tí almenna, í hesum
førum Heilsumálaráðnum,
so eru allar súðir syftar. Tað
kann tvørturímóti líka so væl
vísa seg at blíva ein munandi
meirútreiðsla fyri samfelagið
og borgaran í framtíðini.
Ógegni ella gegni
Tað kemst ikki uttan um, at
tað tykist undrunarvert, at
her er ein verkætlan sum
longu er tengd at vinnu
ligum aktørum sum eitt
nú Illumina, ið framleiðir
sekventeringstól. Eitt felag
sum ikki hevur verið serliga
væl fyri fíggjarliga, og sum
væntandi skal standa fyri
hesum kanningum. Tað tykist
vera óklárt í hvønn mun
FarGen er tengt, og møguliga
ætla tengt at ídnaðinum,
sum eitt nú ílegufyritøkur
og heilivágsfyritøkur.
FarGen alias deCODE?
Hetta minnir ikki sørt um
deCODE projektið í Íslandi
har eitt privat felag fekk
ognarrættin til ílegurnar hjá
íslendska fólkinum. Í 1998
hevði deCODE ætlanir um,
at Føroyar skuldu vera við
í tí íslendska projektinum.
Hetta bleiv tó av ongum, men
nógv kjak spurdist burtur
úr og í 2005 var Lóg um
gransking í mannaílegum
innførd í Føroyum (4). Søg
an um deCODE tænir sum
eitt ræðudømi uppá, hvørj
ar avleiðingar ein tílík verk
ætlan kann hava.
Gransking
Alt innan læknavísundaliga
gransking í dag sum hevur
beinleiðis við sjúklingar at
gera byggir á eitt ófrávíkiligt
krav um, at sjúklingurin skal
vera kunnaður um, hvat tað
er fyri verkætlan, og hava
valið um at vilja vera við
ella ikki, og soleiðis kunnað
geva eitt sokallað kunnað
samtykki.
Tað er eisini innan gransk
ing í dag av alstórum týdningi,
at tað valdar opinleika og
gjøgnumskygni um í hvønn
mun granskarin hevur onnur
áhugamál, eitt nú fíggjarliga
ella samband við ídnaðin sum
td. heilivágsfyritøkur.
FarGen framtíðin
Hvør skal umsita eitt tílíkt
ílegusavn, tað almenna ella
eitt privat felag? Hvussu
skal tilgongdin at sleppa
at granska í ílegunum fara
fram?
Hvør skal í framtíðini
hava atgongd ella kunna
keypa sær atgongd? Skulu
tað bert vera granskarir ella
skulu heilvágsfyritøkur og
tryggingarfeløg eisini kunna
keypa sær atgongd? Skal eitt
tílíkt savn fáa einkarætt upp
á ílegugransking í Føroyum?
Hvussu er ætlanin at
tryggja tagnaðarskyldu og
møguleikan
fyri
kunnað
samtykki til framtíðar verk
ætlanir? Her tykist tað vera
lagt upp til, at allir føroyingar
við sjálvbodna luttøku skulu
stilltigandi samtykja, at teirra
ílegur verða lagdar í eitt savn,
har tey so ikki hava ávirkan
á, hvussu hetta verður nýtt í
framtíðini.
Gull og grønar skógir
Trupulleikin er, at tað hevur
einki veruligt alment kjak
verið um FarGen-prosjektið.
Her er neyðugt við einum
kjakið, bæði innan fakliga um
hvørvið í Føroyum, politiskt
og millum føroyingar í al
menna rúminum. Ein tílík
ætlan kann fáa nógv meir
víðfatandi avleiðingar enn
tær higartil lýstu. Eisini av
leiðingar vit tann dag í dag
ikki kunnu ímynda okkum.
Eitt ílegusavn við ílegunum
hjá øllum føroyingum vil av
gjørt kunna vera nýtt og mis
nýtt og setur ómetaliga stór
krøv til tey, ið skulu vara av .
Vil aftur minna á søguna um
deCODE, ein líknandi ætlan
í grannalandinum Ísland.
Støðan er nú har, at deCODE
er farið á húsagang og keypt
upp fleiri ferðir av privatum
fyritøkum (5,6). Ílegurnar
hjá uml. 140000 íslendingum
liggja í einum ílegugrunni,
sum privatar fyritøkur eiga
rættindini til. Tað er als ikki
óhugsandi, at tílík støða
eisini kann henda í Føroyum.
Her eigur Heilsumálaráðið at
vera sína uppgávu búna og
ikki gera somu mistøk sum
gjørd vóru í Íslandi. Tað eigur
at vera ført fyri at síggja
meir enn bert gull og grønar
skógir. Tað er umráðandi,
at
FarGen
verkætlanin
ikki endar við at gerast ein
prestisjuverkætlan.
Simplifisering
Tað kann ljóða lokkandi,
at við tílíkum ílegugrunni
fer heilsustøðan hjá øllum
føroyingum at blíva betri,
nýggjur heilivágur fer at
kunna spyrjast burturúr, og
nýggir
inntøkumøguleikar
finnast, men hetta er at gera
eitt so mikið komplekst økið
ov einkult. Ein skal vera varin
við at góðtaka, at so leingi tað
eru serfrøðingar innanlands
sum uttanlands sum stuðla
og lovprísa, so er tað ílagi.
Hetta er eyðkent at brúka
sum amboð fyri at legitimera
einhvørja ætlan. Ein eigur at
hava í huga, at tað kunnu
vera ymisk áhugamál sum
liggja aftanfyri.
At sammeta ílegukanning
arnar fyri CTD við eitt tílíkt
projekt er sum at sammeta
tað við at fara á eitt bókasavn
at leita eftir eini bók, og gera
eitt bókasavn við ótalligum
bókum uttan at hava nakra
ætlan um hvørja bók ein leitar
eftir. FarGen verkætlanin
er nógv meir umfatandi og
víðfevnd.
Her eru nógv øki, sum
ikki eru nøktandi lýst, eitt nú
hvussu við børnum og ung
um, arvafrøðiliga vegleiðing,
umsiting av hesi vitan, rætt
indi og tagnaðarskylda. Og
ikki minst hvussu hetta skal
fíggjast, nú og í framtíðini.
Tað letur til, at tað ikki er
gjørd nøkur avleiðingarmet
ing um tað at seta á stovn
ein tílíkan ílegugrunn við
arvastreinginum hjá øllum
føroyingum.
Ílegugransking
við umhugsni
Alt hetta er ikki fyri at siga, at
ein skal gevast við at granska
í ílegum, tí tað er eingin ivi
um, at ílegugransking kann
vera við til at geva meir vitan
um sambandið millum ílegur
og sjúkur. Og hetta vil kunna
føra læknavísund inn í eina
heilt nýggja tíð við nógvum
nýggjum møguleikum. Tað
er tó umráðandi, at tað ikki
verða settar órealistiskar
vónir til, hvat tílík vitan og
gransking kann føra við sær.
Tí hetta kann ma. máa støði
undan øðrum royndum at
fyribyrgja sjúku og betra
fólkaheilsuna (7).
Men ein tílík verkætlan
eigur ikki fara fram á annan
hátt enn, hvussu læknavís
indalig gransking fer fram
annars, og har er ein aktiv
luttøka frá teimum, sum skulu
luttaka í tílíkari gransking
eitt sentralt og ófrávíkiligt
krav. Kunning um eitt nú
endamál, framferðarháttur,
rættindi, fyrimunir, vansar
og vegleiðing fyri yvirhøvur
at kunnað gevað eitt kunnað
samtykki.
Sjálvsavgerðar
rætturin eigur at vera tikin
í størsta álvara. Tað er ógvu
liga ivasamt um FarGen verk
ætlanin lýkur øll hesi krøv nú
og í framtíðini. Her er hóast
alt talan um arvastreingin
hjá hvørjum einkultum, sum
kann fáa umfatandi avleið
ingar, ikki bert fyri tann
einkulta, men eisini komandi
ættarliðum umframt sam
felagsliga.
Eivind
Warberg
Lækni
kjak
Ílegur Føroya fólks – hvørs ogn?
Keldur:
1.Gaini, S. Den færøske befolkning skal hel-genomsekventeres - demokratisk projekt? -
Ugeskrift for læger 2013;12: 836
2.www.grr.org.ar/atriculos/genoma_faroe.htm
3.www.cphx.org/tag/fargen
4.http://www.logir.fo/system/foframe.htm
5.http://blogs.law.stanford.edu/lawandbiosciences/2012/12/13/amgen-buys-decode-reflections-
backwards-forwards-and-on-dtc-genomics/
6.http://www.oxbridgebiotech.com/review/news-2/amgen-to-acquire-decode-genetics-by-the-
end-of-the-year/
7. http://www.inters.org/files/Deflating-the-genomic-bubble.pdf