Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. apríl 2013 · Nr. 43 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Tíðindi síða 10 Happ­ að­ur bleiv popp­ stjørna HUGLEIÐING SÍÐA 12 Frits hug­lei­ð­ir um Ruth Landsstýrismaðurin í mentamálum tók sak­ina í egnar hendur, tá hann sjálv­ur evnaði til hakan, sum hann nýtti at venda fyrsta flag­num í stóru verkætlanini um Markn­a­ gils­dep­il­in. Nú er stóra verk­æt­l­an­ in far­in í gongd, og tað er sjálv­andi at frøast um, at tryggar um­støð­ur nú verða skaptar teimum fleiri enn 1.300 næmingunum í Hoy­dølum, í Tekniska skúla og á Hand­ils­skúl­a­ num. Tað hevur staðið á gomlum nøgl­ um av og á, tí fleiri røddir í løg­ting­ inum hava verið sera ivasamar um hesa dýru verkætlan – og so er tað vand­in fyri at ein verkæltan í høv­ uðs­stað­num kann fara fyri bakka av lok­al­pol­it­iskari telving í løg­ting­ inum. Men tíbetur hevur tað verið skil­vísi, sum ráddi, og tað kunnu vit fegn­ast um. Nógv hevur seianstu tíðini ver­ið tosað um fólkavøkstur – og í øll­um hesum kjakinum er júst út­búgv­ing og útbúgv­ing­ar­stovnar ein horna­ stein­ur. Heðin Mortensen, borgarstjóri í høv­uðs­staðnum, legði beint í vað­ið við at vísa á, at næsta stigið eig­ur at verða at eitt universitet á Deb­es­ ar­trøð. Arbeiðsbólkurin, sum herfyri hand­aði landsstýrinum álitið um Fólk­a­flyting og fólkavøkstur vísir á, at alt fleiri ung flyta av landinum at nema sær útbúgving, og at greiðar á­bendingar eru um, at umleið helvt­ in av teimum, sum fara, ikki venda heima aftur eftir loknan lestur. Og tað er eitt stórt vandamál í sjálvum sær, tí tað skeivklar samfelagsmyndina, at so stórur part­ur av unga fólkinum fer burtur – og enn verri, at ein alt ov stórur part­ur ikki kemur aftur. Vit kunnu sjálvandi seta spurn­ ing­in, um tørvur er á øllum hesum út­búnu fólkunum – og um tað tí ikki er nátúrligt, at ein ávísur partur av teim­um best skúlaðu ikki flytir aft­ ur til landið. Tað er eyðsæð, at vit skulu ávísa, hvørjar útbúgvingar eru mest neyðugar og fáa skipað so fyri, at fólk taka slík at­lit, tá tey velja sær út­búgv­ing. M e n vit kunnu ikki bara sita hend­ ur í favn og hyggja, með­an al­ samt fleiri av hes­um best útbúnu fólk­u­num ikki koma heimaftur. Tí sjálvandi vilja vit hava tey at búgva í Føroyum. Spurningurin er so, um forni hak­in hjá mentamálaráðharranum eis­ini er førur fyri at loysa flagið til nýtt Fróðskaparsetur. Men eyðvitað skal meira enn ein politiskur bull­ dos­ari til at fremja ta sakina í Løg­ ting­i­num. hakin settur í marknagil Charlotta Rasmussen, Re­ bekka I. Rasmussen, Helena Kjeld, Durita Olsen, Rebekka Pet­ersen og Karolina Pet­er­sen sína fram myndir í Rib­ar­húsi hesa vikuna, sum tær hava gjørt í Fuglafjarðar kvøld­ skúla í vetur í roynd­ar­list. Framsýningin er opin hvønn dag frá kl 15:00 til kl. 17:30, leygardag frá kl 11:00 til kl 13:00. Komandi sunn­u­dag letur so ein onnur fram­sýn­ ing av handa­lig­um næm­ ing­a­ar­beiði upp kl 17:00, har henda sýningin eisini er við. Sýna fram í Ribarhúsi Landsstýrismaðurin í menta­ mál­um, Bjørn Kalsø, hev­ur gjørt av at velja Niels Christ­ ian Nolsøe, sum formann í stýrinum fyri Listasavn Før­ oya. Stýrið fyri Listasavn Før­oya er mannað við fýra limum, og lands­stýr­is­mað­ ur­in í mentamálum velur for­mann­in í stýrinum. Har­ um­framt velur Tórshavnar Komm­u­na ein lim, Føroysk Mynd­listafólk ein lim, og List­a­felag Føroya ein lim. Stýr­ið verður valt fyri eitt fýra ára skeið. Sambært viðtøkunum fyri List­a­savn Føroya er stýrið fyri List­a­savnið frá 1. apríl 2013 til 31. mars 2017 soleiðis mann­að: Niels Chr. Nolsøe for­ maður, valdur av Menta­mál­ a­ráðnum Helena Dam á Neystabø, vald av Tórshavnar Býráð Árni Winther, valdur av Lista­felag Føroya Sigrun G. Niclasen, vald av Myndlistafelagnum Niels Chr. Nolsøe er ný­ valdur. Hann er valdur fyri Mart­in Næs, sum hevur verið for­mað­ur seinastu fýra árini. Helena Dam á Neystabø er eis­ini nývald. Hon er vald fyri Jógvan Arge, sum hevur sitið í stýrinum seinastu fýra ár­ini. Árni Winther og Sigrun G. Niclasen eru afturvald. Niels Christian stjórnar savninum Orðini løga og íløga ør­kymla fólk. Hesi dømini eru ikki greið: “Seinastu ár­ini hev­ur uppíbygging á Lands­sjúkr­ a­hús­i­num eis­ini ver­ið høgt rað­fest løga” og “Nýggja suð­ur­ oy­ar­skip­ið er størsta einstaka løga hjá land­i­num nakr­an­tíð”. Held­ur ikki orð­ini løg­u­játt­an, løg­u­ætl­an, løg­u­út­reiðsl­ur, løg­ u­inn­tøk­ur og løg­uver­kætl­an hava málsligan tilverurætt. Vit kenna orðið “íløga”, ið merk­ir “tað at leggja pening í eitt­hvørt”. Har iv­ast vit ikki. Men orð­ið “løga”, sum fyri ein­ um 10-15 árum síðan hevur stun­ gið seg upp fyri danska orð­ið “an­læg” er ørkymlandi, tí orð­ið líkist ov nógv “íløga". Tískil eru hesi bæði orðini kom­in í bland. Í Orðafari nr. 56, mai 2002 frætta vit, at Mál­nevnd­in longu tvey ár framm­an­und­an hev­ur víst á orð­ið “verk­lag” í stað­in fyri “løga”. Skriv­að stend­ur “Fleiri ilsk­að­ust i­nn á orð­ið, tí tað hev­ ur fleiri al­gongd­ar merk­ing­ar framm­an­und­an”­ og “øll tókt­ ust halda, at tað var ein stytt­ur form­ur av orð­i­num í­løga, danskt in­ve­ster­ing” (sí http://www.fmn. fo/ordafar/56.htm). Mál­nevnd­ in mælti tá til: verk­lag fyri da. an­læg, verk­lags­játtan fyri da. an­lægs­be­vill­ing og verklagslóg fyri da. an­lægslov. Verklag er eitt skilagott orð. Tað er gjøgn­um­skygd­ari og skilst tí lættari. Stovnar og embætisfólk hava sum heild tikið undir við orð­inum. Verður hugt á netið, sæst, at orðið “verklag” (verklagslóg, verklagsjáttan) er tað, sum í størstan mun verður nýtt. Tó verða orðini “løga” og “løgujáttan” við hvørt nýtt enn í staðin fyri “verklag” og “verklagsjáttan”, og er tað sera ørkymlandi. Og tá ið orðið “løga” verður nýtt í skrift og talu, er týðilig, at tað verður nýtt í merkingini “íløga”. Vónandi ber til at rudda orðið “løga” heilt burtur í hesi merking. Løga – verklag So er bara at halda fram við nýggjum Fróðskaparsetri Málráð frá Orðafragd Marjun Arge Simonsen málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum