Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. apríl 2013 · Nr. 43 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Jón Brian Hvidtfeldt Tað verða trolarar í bólki-2 og stóru línuskipini í bólki-3, sum sleppa á Flemish Kap eft­ir teimum 3154 tonsunum av toski, ið Føroyar eiga har í ár. Tað ger Jacob Vestergaard greitt, nú hann fyrsta dagin fer at lýsa kunngerðina, ið skip­ar fiskiskapin á Flemish Kap. Í september í fjør var greitt, at føroyska toska­kvot­ an á Flemish Kap øktist við góð­um 1000 tonsum, og síða­ ni hevur verið dúgliga gitt, hvør fór at fáa burturúr. So seint sum mánadagin eftir­lýsti formaðurin í vinnu­ nevnd­ini hjá løg­tingi­num, hví kvoturnar ikki verða skriv­að­ar út. Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum sig­ ur seg vera sannførdan um, at línuflotin eigur sín sjálv­ sag­da rætt til kvotuna. Eftir hansara tykki átti línu­flot­in langt síðani at havt fingið tilsøgn um kvotur­nar, tí so kundi flotin eisini fyri­reik­ að seg til henda fiski­skapin. Støðan hjá lands­stýris­ manninum í fiski­vinnu­mál­ um hevur tó verið ein onn­ ur. Eftir hansara tykki skal kvotan býtast millum trol­ar­ ar í heimaflotanum og línu­ skip­ini. Við leistinum hjá Jacob Vestergaard vera tað flaka­ trol­ar­arnir, ið vera við skerd­an lut á Flemish Kap. Landsstýrismaðurin hev­ur í hesum sambandi víst á, at flakatrolararnir hava fing­ ið munandi størri kvotu í Barentshavinum, og har­um­ framt sleppa teir fram at á Flemish Kap, um so er at aðr­ ir skipabólkar ikki megna at fiska føroysku kvotuna har. Fiskivinnuráðið Harvið gongur lands­stýris­ mað­ur­in ímóti tilráðingini frá Fiskivinnuráðnum, sum hev­ur havt kunngerðina, ið fiski­skapurin á Flemish Kap æt­landi skal skipast eftir, til við­gerðar. Í síni niðurstøðu sókn­ast Fiskivinnuráðið eftir grund­ geving fyri býtinum. Ráð­ið vísir á, at søguliga eru tað í fyrsta lagi línubátarnir og í øðr­um lagi flakatrolararnir, sum hava verið á Flemish Kap. - Rímiligt hevði tí verið, at línubátarnir fáa útlutað lut­falsliga størra partin av kvotuni á Flemish Kap, og flaka­trolararnir ein lut­fals­ liga minni part. Vísandi til søgulig rættindi dugir Fiski­ vinnu­ráðið onga grund­ geving at síggja fyri, at trolarar í bólki-2 nú sku­lu fáa tillutað rættindi á Flemish Kap, staðfestir Fiski­vinnu­ ráð­ið í síni fundarfrágreiðing. Jacob Vestergaard hev­ur áður sagt, at ”søgulig rætt­ indi” eru ikki galdandi meira. Til hetta argumentið skriv­ar Fiskivinnuráðið so­ leiðis: - Er ætlanin at víkja frá áður nýttum og tungt­vigan­ di atlitum sum ”søguligum rættindum”, so eigur hetta at vera viðgjørt meira ná­greini­ liga, og fylgjurnar verða kann­að­ar og lýstar betur, eisini við atliti at øðrum fiski­skapi í øðrum økjum í øðr­um skipabólkum, soleiðis at ymisku skipabólkarnir kun­nu fyrihalda seg til hetta. Ónøgd Sum nevnt vera flaka­trolar­ ar­nir við skerdan lut, nú toska­kvotan á Flemish Kap skal býtast út. Tað fekk her­ fyri øði í reiðararnar á flaka­ trolar­unum, Hanus Hansen, Mortan Johannesen og An­ finn Olsen. Í felags brævi til løgmann og løgtingið skriv­ aðu teir millum annað: - Síðani 2010, tá tað aftur gjørd­ist loyvt at fiska við Flem­ish Kap, og Føroyar fingu sín part av hesum rætti­ndum – við grundarlagi í søguligu rættindunum – hava tað verið flaka­trol­ar­ ar­nir Vesturvón, Enniberg og Gadus, sum hava fiskað við Flemish Kap. Mett hev­ ur eisini verið, at hesir flaka­trolar­ar hava verið teir sum eru best egnaðir til henda fiskiskap, tí frysti­ ork­an er stór og skipini sera væl egnaði til henda fiski­ skap.

Vit meta tí, at tað er sera løgið, at vit í tíð­inda­ bløð­unum skulu lesa, at vit ikki fáa hesi fiskirættindi í 2013, hóast at vit stóran part av seinastu 20 árunum hava fisk­að á hesum øki – skal hetta bara gloymast! Fiskivinnuráðið, sum skal hava kunngerðina til um­ mælis, hevur avgreitt mál­ið. Tí er nú klárt hjá lands­stýris­ manninum í fiski­vinnu­mál­ um at lýsa kunngerðina, sum skip­ar fiskiskapin á Flemish Kap. Tað verður ætlandi gjørt í vikuni. Fiskivinnuráð fyri deyvum oyrum Fyrsta dagin fer Jacob Vestergaard at lýsa kunngerðina, sum gevur trolarum í bólki-2 og stóru línuskipunum í bólki-3 rætt til at fiska føroysku toskakvotuna á Flemish Kap, hóast Fiskivinnuráðið mutar ímóti