Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. apríl 2013 · Nr. 43 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Jón Brian Hvidtfeldt - Nei, hetta er ikki politiskt ”spinn”. Hetta er ikki ein polit­isk roynd at skapa eina fagra mynd av Føroyum, sig­ ur Annleyg Lamhauge flenn­ andi. Hon er verkætlanarfólk hjá Fólkaheilsuráðnum, og hev­ur ábyrgd av at tekna før­oyska partin av myndini hjá OECD av, hvussu fólk í yms­um londum kring heim­ in hava tað. Føroyska kanningin vísir eina mynd, har fólk sum heild eru rættuliga væl nøgd við lívið. Føroyingar eru meira nøgdir, samanborið við norður­lendsku grannarnar. Yvirskipaði spurningurin, har fólk á einum stiga frá eitt til 10 skulu geva til kenn­ ar, hvussu tey sum heild eru nøgd við lív­ið, liggja føroyingar á 7,­9. Normenn eru á 7,7 á stiganum, ís­lend­ ing­ar eru á 7,6 á stiganum, með­an danir eru á 7,5 á stiga­ num. - Kanningin vísir greitt, at før­oy­ingar kenna seg trygg, vird og fáa hvíld. Eisini í mun til norðurlendsku grann­ar­nar, sigur Annleyg Lamhauge. Hon leggur afturat, at sjálv­andi kann tað tykjast eitt sindur løgið at spyrja ein persón í eini lítlari bygd í Før­oyum, um viðkomandi kenn­ir seg tryggan at ganga einsamællan úti um kvøldarnar. Men allir spurn­ing­ar­nar eru orðaðir eftir sama, altjóða leisti, sum OECD og Gallup World leggja í kanningini ”Better Life Initiative”, og tí verður spurn­ing­urin settur, eisini í Før­oy­um. Herheima svara væl oman fyri 90 prosent av teim­um spurdu játtandi til spurn­ingin. Somuleiðis vísir kann­ing­ in, at føroyingar sum heild eru nøgdir við sítt arbeiði og livi­um­stø­ð­ur annars. Tó halda fleiri, útvið 20 pro­sent, at bú­stað­ar­møgu­ leik­ar­nir og pengapungurin hóska ikki so væl saman. Politikarar Meðan føroyingar sum heild eru rættuliga væl nøgdir við lívið, so knípur við álitinum á tey, sum ráða fyri borgum. Sambært kanningini hjá Fólka­heilsuráðnum hava bara 46 prosent av teimum spurdu álit á ”landsins stýri”, sum tað eitur í spurn­ar­blað­ num. Tað verður also ikki útgreinað, um talan er um lands­stýrið, um samgonguna ella kanska løgtingið sum heild. Meðan færri enn annar­ hvør føroyingur hevur álit á landsins stýri, so er øðr­ vísi í Norra. Har hava tvey av trimum, 66 prosent, álit á landsins stýri. Í Dan­mark hava 53 prosent av fólki­ num álit á landsins stýri, með­an Ísland haltar langt. Í grannatjóðini fyri vestan, sum í 2008 upplivdi ein fíggj­ ar­ligan rutsjutúr av teimum heilt stóru, hava bara 26 pro­ sent av fólkinum álit á land­ sins leiðslu, sambært OECD- kann­ingini. Í kanningini verða fólk eisini spurd, um tey halda at tað er mutur í politisku skipan­ini, tað veri seg lands­ stýri, løgtingi og kommu­ num. 27 prosent av teimum spurdu svara játtandi uppá spur­n­ingin um mutur. Í Norra er talið 25 prosent, með­an bara 15 prosent av dø­n­um halda at mutur er í politisku skipanini. Eisini her brýtur Ísland frá norð­ur­ lendsku grannunum, tí heili 67 prosent av íslendingunum halda mutur vera í teirra polit­isku skipan. Meðan álitið á landsins leiðslu er so sum so, so hava flestu føroyingar álit á sínum kommunustýri. Í hvussu er eru tey nøgd við teir kommunupolitikarar, ið eru vald at stýra teirra kommu­nu. Heili 79 prosent av teimum spurdu siga seg vera nøgd við sínar kom­mu­ nal­politikarar. Ein støðumynd Úrslitini av kanningini hjá Fólkaheilsuráðnum verða nú viðgjørt og lýst nærri. Sam­ bært Annleyg Lamhauge er ikki sett út í kortið, at fleiri líkn­andi kanningar skulu gera­st. Aktuella kanningin er meira at rokna sum ein lýs­ing av lívinum í Føroyum í dag, gjørd út frá teimum standard­um, sum OECD hev­ ur sett. Sjálv er Annleyg Lam­ hauge sett í eitt tíða­r­av­ mark­að verk­ætlan­ar­starv í nakr­ar mánaðir, og skal hon taka sær av hesum arbeiði burtur­av. Deiligt at vera føroyingur Føroyingar eru samanumtikið meira nøgdir við lívið, samanborið við norðurlendsku grannarnar. Tó knípir við álitinum á politikararnar Føroyar í mun til Norður­ londini: Hevur tú álit á landsins stýri? Føroyar 46% Norra 66% Ísland 26% Danmark 53% Er mutur í politsku skipanini? Føroyar 27% Norra 25% Ísland 67% Danmark 15% Jaligar kenslur: Kennir tú teg tryggan at ganga einsamællan úti um kvøldarnar? Føroyar 95% Norra 87% Ísland 80% Danmark 80% Kanningin: Leistur: OECD Better Life Initiative, har spurt verður um: Lívsnøgdsemi Útbúgving Sosial tilknýti Umhvørvi Bústaðir Heilsa Arbeiði Samfelagsluttøka Work/Life javnvág Tryggleiki Inntøka Fólkaheilsuráðið vil hava góð­ar søgur um tað góða lívið í Føroyum, og har er Facebook miðilin. - Vit vilja fegin hava fólk at fortelja sínar upp­liv­ing­ar um Føroyar og sam­felagið sum heild. Face­book- síðan skal liva sítt egna lív, men skal av­gjørt kunna brúkast sum íblást­ur hjá myndugleikum, kommu­ num, fyritøkum og øðrum, sig­ur Annleyg Lamhauge. Higartil eru eini 2500 fólk knýtt at Facebook- síðuni ”Ræðu­liga gott”, ið Fólka­heilsu­ráðið stendur fyri. Ræðuliga gott á Facebook