týsdagur 16. apríl 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. apríl 2013 · Nr. 43
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Vilmund Jacobsen
Leygardagin klokkan 10 letur
Djórahandilin upp í nýggju
hølunum, har umstøðurnar
eru nógv betri enn í gomlu
hølunum.
Vanligar
dagar
verður
opið frá klokkan 10-17.30, og
vanligar leygardgar verður
opið frá klokkan 10-14.
– Nú leygardagin, tá latið
verður upp á Óðinshædd
klokkan 10, fara vit at hava
opið til klokkan 16.
Tað sigur Sune Berglind,
sum eigur og rekur Djóra
handilin í dag.
Formella yvirtøkan frá
pápanum, Flemmingi Berg
lind, sum annars keypti
handilin í 1994, fór fram um
ársskiftið.
Forvitnisligur handil
– Heilt síðan eg var stórur
smádrongur, havi eg havt
áhuga fyri djórahandlinum,
sum tá í tíðini kallaðist
Akvariubúðin. Eg havi so
leiðis altíð verið partur av
hesum og havi hjálpt til í
handlinum, eftir at pápi mín
keypti hann.
Sune heldur, at hetta altíð
hevur verið ein hugtakandi,
spennandi og forvitnisligur
handil. Navnið Djórahandilin
er eini 6-7 ára gamalt.
– Fólk, sum ringdu, spurdu
ofta, um tað var Djórahand
ilin, og haðani er navnið
komið, sigur hann.
Sune Berglind sigur, at
nógv hevur verið at gera,
nú handilin flytir, og arbeitt
hevur verið bæði dagar og
nætur.
– Djórini eru nú komin upp
á pláss, og tá leygardagurin
kemur, og vit lata upp, er alt
komið upp á pláss.
Hann sigur, at umframt
tað at umstøðurnar í síni
heild verða nógv betri, verður
eisini ein lítil ”garður” settur
upp, har børn kunnu síggja
og nerta við kaninur.
Hann leggur aftrat, at
tey smæstu børnini saktans
kunnu fara inn í garðin mill
um kaninurnar.
Fjølbroytt úrval
Djórahandilin
hevur
eitt
stórt og fjølbroytt úrval av
djórum, fiskum og fuglum,
og haraftrat hevur handilin
ein hóp av ymiskari útgerð
til hesi.
– Vit hava eisini útgerð
til eitt nú kettur, hundar og
ymisk gnagdjór - ja, alt frá
fóðuri til reimar, kurvar og
búr.
Sune Berglind sigur, at
hann eisini hevur ymisk
skriðdjór, slangur og eitur
koppar.
– Beint í løtuni havi eg
eini 3-4 sløg av slangum,
harav tann størsta er meiri
enn hálvan annan metur
lang. Slangurnar eru tó ikki
vandamiklar fyri menniskju,
kanska fyri mýs, sigur hann
brosandi.
Handilseigarin sigur, at
úrvalið av fiskum eisini er
hampiliga stórt.
– Vit hava fleiri sløg av
hamstrarum,
marsvínum,
kaninum, og vit hava eisini
chinchilla, ið líkist íkorni og
er til støddar sum eitt stórt
marsvín ella ein lítil kanin.
Sune Berglind vísir á, at
Djórahandilin
hevur
eini
20 búr við ymiskum skrið
djórum, fýrbeinum og skjald
bøkum, og eini 10-15 búr við
ymiskum gjagdjórum.
– Vit hava eisini kanariu
fuglar, undurlátar og fink
ur, sigur eigarin av Djóra
handlinum, sum letur upp í
nýggjum hølum leygardagin
og fer at bjóða vitjandi okk
urt gott.
Hann er ein av teimum, sum
selir fleiri milliónir eintøk
av sínum útgávum, spælir
á útseldum konsertstøðum
og festivalum kring allan
heimin, vinnur heiðurslønir
fyri sín tónleik og stórtrívist
á hitlistunum.
Hann er 29 ára gamal,
hevur eina langa røð av hitt
unum í skjáttuni, er aktuellur
við nýggjum tónleiki, og í
august kemur hann til Før
oya at spæla kanska størstu
poppkonsert her á landi
nakrantíð.
Hann eitur Mika og er
heimskend poppstjørna.
Hittini hjá honum eru
nógv í tali – millum annað
sangir sum Grace Kelly, Love
Today, We Are Golden, Lolli
pop, Happy Ending, Relax
Take It Easy og fleiri.
Mika hevur vunnið eina
Brit Award umframt aðrar
heiðurslønir. Hann hevur
eisini verið tilnevndur til
Grammy heiðursløn fyri sín
tónleik.
Gjøgnumbrotið
Mika verður roknaður sum
breti, men hann varð føddur í
Libanon og hevur libanesiska
mammu og amerikanskan
pápa. Tey fluttu fyrst til
París at búgva, og tá ið Mika
var sjey ára gamal fluttu
tey til London. Har upplivdi
Mika at verða happaður illa
í skúlanum. Eitt var, at hann
kom úr Frakland, men annað
var, at hann var lesiveikur.
Endin var, at mamma hans
ara undirvísti honum heima,
til hann var 12 ára gamal.
Hann fór aftur í skúla,
og seinni gekk hann eisini á
Royal College of Music, men
har gavst hann, tí hann fór
at gera innspælingar til sína
fyrstu útgávu.
Fyrsta
stakfløgan
hjá
Mika kom út í 2006 og kall
aðist Relax, Take It Easy.
Sangurin varð í fyrstu syftu
serliga spældir á BBC Radio
1. Hetta var byrjanin til
veruliga gjøgnumbrotið hjá
Mika.
Í januar árið eftir kom
stakfløgan Grace Kelly út, og
sangurin gjørdist nummar 1
á bretska hitlistanum.
Sìðani komu fløgurnar
Life In Cartoon Motion og
The Boy Who Knew Too
Much, og nú var tað, at Mika
fekk eitt hitt fyri og annað
eftir. Í fjørheyst gav Mika
sína triðju fløgu út – The
Origin Of Love – og eisini
hon hevur selt væl.
Ferðast kring heimin
Mika brúkti meginpartin av
2010 og 2011 á eini heimsum
fatandi konsertferð, har hann
spældi eitt ótal av konsertum
fyri fullum húsum í Europa,
Fjareystri og Norðuramerika.
Hann hevði eisini framførslu
á Olympisku Leikunum í
London í fjørsummar.
Mika er meira enn bert
ein brestskur popptónleikari.
Hann hevur fingið gull og
platin heiðursløni rí 32 lond
um, og hann hevur eisini
fingið bæði Brit Awards og
MTV Award.
Nú kemur Mika so til Før
oya at hava konsert, og hann
spælir á Summar Festival
inum í Klaksvík, sum verður
hildin í døgunum frá 8. til 10.
august.
– Vit hava í longri tíð havt
samband við umboðsfólkini
hjá Mika fyri at fáa Mika
til Føroya at spæla, og vit
eru serstakliga fegin um,
at tað nú hevur lukkast.
Hetta er eitt tað størsta og
mest aktuella poppnavnið,
sum nakrantíð hevur verið
í Føroyum, og vit rokna við
eini ordans poppkonsert á
Vágsbøi, sigur Erik Biskopstø,
ein av fyrireikarunum av
Summar Festivalinum.
Djórahandilin flytur niðan í Óðinshædd
Djórahandlin, sum seinastu árini hevur húsast í trongum hølum í Janstovugøtu í Havn, flytir nú
niðan á Óðinshædd í hølini, har Bónus-handilin var áður. - Gomlu hølini vóru um 50 fermetrar,
og nýggju hølini eru meiri enn fýra ferðir so stór, sigur handilseigarin, Sune Berglind
Hann varð so illa happaður í skúlanum, at mamma hansara hevði hann
heima og undirvísti honum, men nú er Mika altjóða poppstjørna
- Hetta hevur altíð verið ein hugtakandi, spennandi og
forvitnisligur handil, og tað verður hann ikki minni, nú
umstøðurnar verða so nógv betri, sigur Sune Berglind,
sum eigur og rekur Djórahandilin, sum nú fer at
húsast í fyrrverandi Bónus-hølunum á Óðinshædd
Mynd: Álvur Haraldsen
Happaði drongurin
bleiv poppstjørna