týsdagur 16. apríl 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. apríl 2013 · Nr. 43
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
hugleiðingar
Frits Johannesen
2. páskadag løgdu vit bæði konan,
Alexandra, á Suðuroyarfjørð at vera
við, tá ið 100 ára minnigarhaldið um
listakvinnuna Ruth Smith varð sett
í Framtíðini í Vági. Smyril háttaði
sær væl og er eitt ediligt far at ferð
ast við. Alt er so reint og nosligt um
borð, og so fryntlig hesi fólk eru,
sum taka um kømur, kiosk, matin,
dekkið, brúnna o.s.fr. Ja, tú kendi
teg væl henda 2. páskadag um borð
og hevði páskaandan við í skjáttuni
og so eina hugmynd av trimum
listafólkum: Hansinu Iversen, Willi
am Smith og Ruth Smith. Ja, hetta
er eitt stórt ríkidømi, vit eiga, og
hesin inn – og útsúgur ger teg eym
an og lítlan bert at hugsa um hesi
listafólk. Hansina er abbadóttir
William Smith og hennara and
litsbrá ber boð um eitt følið fólk,
sum kensluliga í listini hevur flutt
fótin út um listaliga garðaliðið hjá
abbanum, Ruth Smith, systir Willi
am og kanska øllum listafólkum
her á landi. Nú er tað 100 ára føð
ingardagur Ruth Smiths, sum tað
snýr seg um, og sjaldsamt er at fara
um Suðuroyafjørð henda morgun
og hava ein førning við sær, eina
hugmynd av hesum fólkum og ser
liga Ruth Smith, sum hevði verið
100 ár 5. apríl, ið dartar út og inn í
tínum huga.
Millum Sandoynna
og Suðuroynna
Veðrið var so frálíkt, og litirnir
í sjónum, í luftini, á oyggjunum
og við fjøruklettin tosaðu sítt
stumma mál. Havið, tað djúpa hav
ið í sínum blágráa koti, teskaði eitt
yndislag við nøkrum smáum hvít
myljum inni við Sandoynna og
Suðuroynna. Sandoyggin var ikki
liðug at lesa páskagleðiboðskapin,
men læt hann í okkurgulan lit við
nøv, nes og tanga. Hesin litur tók
seg upp á oynna, og onkustaðni
var ein reyðdæmdur litur undir
loftinum - speglaði sær á havin
um, kíndi Sandoynni og Suður
oynni við gráum, hvítum og svørt
um sálarstrokum. Hesin litdroyri
sang eitt morgunlag, eitt páskalag
um Ruth Smith í einari litríkari
passión. Ruth Smith stóð knapp
liga framman fyri tær á hesum
palli, fjalin, yndislig, stumm, út
mynt, opinskárað og spyrjandi,
nógv fagrari enn Mona Lisa, sum
ikki hevur tey sálareyðkenni, sum
okkara mæta Ruth Smith hevur í
sínum sjálvsmyndum.
Ruth Smith
Tú heldur, at hon hyggur at tær,
men tað er eins og eyguni renna,
men onkursvegna, so røra tey við
teg. Ikki eitt bros fer um ennið, men
sálin livir í hesum morgunlitum
sum eitt oyggjaland, eitt gerði,
ein trøð í andliti hennara. Hon vil
nærkast tær, men torir ikki. Tað
kennist, at hon júst er liðug at lesa
Faðir vár. Hennara eygnasteinar
liva í einum skýbøkli, hvíta, sum
er følin og kenslusamur í lands
lagnum millum eygnahvarmarnar.
Okkur- og jarðgrøni liturin taka
seg upp á nøsina og hjána burtur
í tí hvíta litinum, sum liggur um
ennið, nøs og høgra kjálka . Døkku,
grálittu hárstríggjurnar liva sítt
skaldakenda lív á høvur hennara
sum hoystrá í kríllinum á einari
kylling.
Ja, har stendur henda yndismoy,
og er sum ein eingil, ið røkkur út yvir
havið, havsbrúnna, landslagið og
grøna bøin undir gráu homrunum á
Suðuroynni. Smyril siglir stillisliga,
lurtar og hyggur at hesari yvirsjón,
sum gyglast fyri okkum. Ja, longs
ulin eftir at síggja seinastu sjálvs
myndina, sum Ruth málaði liggur
sum ein gimsteinur í tínum huga og
endurspeglast í hesari umbroyting
í lofthavinum millum Sandoynna
og Suðuroynna.
Koma til Suðuroynna
Smyril leggur at á Krambatanga
á Tvøroyri. Tað er sólskin, kyldin
køld, men hetta ger bara ljósið
skarpari og nemur tað við hvørja
túvu, hvørja lá , høvd og røð og ger
dráttin á okkara ferð ljóst livandi.
Ja, onkuntíð fór Ruth Smith somu
leið, kanska ikki eftir somu rás,
men fjøllini, húsini, tekjurnar, vind
eyguni og havið sá hon. Hennara
listaligi, heilagi andi var um okkum
á hesi leið og táið vit komu inn á
Nes, lá eitt dúnlætt tokuslør um
hesar leiðir eins og av skaldkendum
álvum vovið. Hennara atelier stóð
á tá og brosaði omanvert vegin,
meðan vit koyrdu varliga framvið.
Løtan var ein listalig, skaldakend
løta at hava hennara ond kring teg
í hesum umhvørvi, har hon livdi
til 1948 – inntonkt, lítillátin, gjørdi
lítlan háva burtur úr sær, men
livdi saman við umhvørvinum, við
teimum fáu húsunum, fólkunum
og ljósinum. Hetta hevur ikki verið
nøkur hvørvisjón at búgva her –
eitt gudagivið stað, sum fáum lista
fólkum hevur verið unt.
Í Vágs kirkju
Vit leitaðu okkum at kirkjuni, tí
Ljómur hevði eina upphiting í hes
um katidrali upp undir setanina,
sum skuldi verða kl 15:00. Ja, tað
var hugaligt at koma undir hesar
bitar og hoyra Ljóm undir leiðslu
av Jóannes Nólsøe syngja: Vit bera
heiðurskvøðu, nú vári list í kvøld, tí
gjøgnum heimsins søgu hon listin
fremst varð tøld, sum Thomas
Napoleon Djurhuus yrkti. Jóannes
hevur tak á kórsanginum, hann fekk
kórið at ljóma , og hesir nákvæmu
tónar leitaðu sær upp undir kirkju
loftið - var ein lovsongur til okkara
kæru Ruth Smith. Tað var eins og
ljósið millum Sandoynna og Suð
uroynna á stýriborðssíðu á Smyrli
vælsignaði løtuna, og Ruth Smith
hevði sítt einglanna, litríka andlits
bragd rist í rúnir frammi í kór.
Musikkskúlin
Nú kom so løtan, har fólki leitaði
sær inn í Musikkskúlan, Framtíðina
og til Jóannes Nólsoe, sum er ein av
stigtakurunum til hetta gudagivna,
listakenda hald. Ja, tað var ikki hiss
ini sum skapini í málningunum hjá
Hansinu á vegginum drupu høvur í
hesi dýrd, har abbin, William Smith,
helt saman hendur frammi í kór í
hesum skála. Ja, tað snýr seg um
skap, skap í tónlist og skap í máln
ingalist, sum hevur íborið lyndrandi,
frumkent og nákvæmt upphav í
tónum og litríkum skapum. Ja, vit
sótu og blundaðu og sóðu tað játt
aða, fjøllgrógvna listalandið fyri
okkum, meðan Ljómur aftur sang:
Vit bera heiðurs- kvøðu. William
Smith tók abbadóttrina, Hansinu
Iversen, upp á knøini, meðan ljóm
ur sang. Hon nýtti løtuna, og muss
aði abban.
Sirið Stenberg helt eina innarliga,
kærleiksfulla og poetiska talu fyri
Ruth Smith. Soleiðis eigur tað at
vera. Hetta sømir seg mentaðum
fólki. Ein tignaðarlig fyrireiking til
at koma í halgidómin, har mynd
irnar hjá Ruth Smith vórðu sýndar
fram. Ein ung genta setti seg við
klaverið, Tóra Stenbeg Olsen, og
spældi tvey klassisk løg, Händels
Largo og Für Elisa av Beethoven
og var dóttir Sirið Stenberg. Ja,
her var ein dráttur í eini vørðslu av
ævinleikaboðum, magni og anda.
Gamli skúli bygdir 1884
vesturi á Oyralaðnum
Eftir henda inngang lá leiðin oman
í Gamla skúla, har málningarnir
hjá Ruth Smith hingu. Ja, ringt var
at vita, um vit vóru nóg búgvin til
at taka í klinkuna og trína inn um
hesa gátt og fara inn hagar, sátt
málaarkin við málningunum hjá
Ruth Smith hingu. Men hugtakandi
var, at í niðaru hædd hingu máln
ingar av William Smith. Hetta var
eitt vakurt introitus til passiónina
hjá Ruth Smith. Hóvliga, róliga,
við tign og anda fóru vit tenjandi
upp trappurnar upp á rókina, har
Ruth Smith búleikaði við sínum
málningum. Hetta var eitt gud
dómsgivið litkamar. Tað var eitt
ríkidømi av einari aðrari verð, ið
kom fyri eygað, og stumm gjørdust
vit.
Málningarnir livdu á vegginum í
døkkum, gráum, okkurgulum, grøn
um og ljósum litum - í ljósinum úti
á Nesi, sum kastaðist aftur av
Vágsfirði á løriftið, sum var undir
Ruth Smithsa hond. Í mongum
málningum hennara ganga skjøldr
arnir aftur úti á Nesi. Tað er eins tú
kundi hugsað tær at bitið í teir, so
væl liva teir í hesum málingardeiggi
undan Ruthsa hond. Tekningarnar
eru meitaraverk t. d. børnini og
Skip á sjónum, sum eisini varð á
telegrammunum frá Telefonverk
Føroya Løgtings í mong ár. Kom
eitt slíkt fjarrit inn um gátt, so
varð steðgað á og leingi varð hugt
at hesi vøkru blýantstekning. Jú,
her var nógv at hyggja at á hesi
sýning; men hvar var myndin, sum
vit høvdu sæð ímillum Sandoynna
og Suðuroynna? Var hon har? Jú
sanniliga hekk hon beint til høgru,
tú komst inn - til stýriborð eins og
um borð á Smyrli. Nú hava vit sæð
henda talandi málning, tað seinastu
sjálvsmyndina, hennar stumma
skríggj. Ja, hetta var ein góð ferð,
sum seint verður gloymd, men
goymd í sinninum millum aðrar
málningar vit hava sæð á heims
pallinum víða um. Hann er so mik
ið kenslusamur og skaldavovin,
at hann fer at liva í huganum í
fremstu røð alla ævi okkara. Hann
hevur gott orð á sær og sælur er
tann, sum tað góða orðið fellur á.
Ruth Smith