týsdagur 16. apríl 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. apríl 2013 · Nr. 43
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Tað kom okkum í bindiklubbanum dátt við at vakna tíðliga
á morgni, har telefonin ringdi og sagt varð at Birita var ikki
ímillum okkum meira. Tað var næstan ikki til at skilja, sjálvt
um vit vistu, at hon var sjúk og hevði verið tað í nøkur ár.
Vit høvdu bindiklubba kvøldið fyri. Birita ringdi og segði
okkum frá, at hon var innløgd á sjúkrahúsið – hon bað okkum
bara samlast, tí hon roknaði við at vera har eina viku aftrat.
Hon segði við okkum, at nú ynskti hon bara at fáa góða hjálp,
áðrenn hon kom heim aftur til Fuglafirðar. Seinni sama
kvøldið ringdi hon aftur til okkara, og vit hoyrdu, at hon nú
var viknað á málinum. Men at hon bara fáar tímar aftan á
samtaluna við okkum skuldi fara foldum frá, varnaðust vit
ikki – hetta bleiv ein sannur kvøkkur fyri okkum, og saknurin
er so ómetaliga stórur.
Góða Birita. Tú vart altíð so glað fyri at koma saman við
okkum. Hóast tú vart sjúk, vart tú altíð við – vit aðrar plagdu
at taka til, at tá tú ikki komst, bleiv næstan tøgn av okkum, tí
tú vart so áhugaverd at lurta eftir. Tú dugdi so væl við tínari
róligu rødd at siga frá tí, sum tú hevði upplivað um dagarnar.
Ja, tað vóru nógvar stuttligar løtur, vit høvdu saman í bindi
klubbanum – ikki at gloyma túrin í Keypmannahavn fyri bara
tveimum árum síðani.
Tað sum altíð lá fremst í tí, sum tú segði frá, var um
eygnasteinin – ommusonin Tóra, sum tú náddi at vera saman
við í fimm ár.
Abbi lítla Tóra, Kári av Reyni, sáli, syngur so væl hendan
sangin:
1. Eg livi og veit, at sál mín er grødd
At dómur ei á meg skal falla
Eg livi og bíðiðtí kallandi rødd
Sum fremmandur fuglur er sál mín her stødd
Til Faðirin barn sítt vil kalla
2. Eg doyggi og veit, tað vinningur er
At hvíldin hin sæla er funnin
At enda er lívsins hin troyttandi ferð
At seinasta royndin er útstaðin her
Og ævigi sigurin vunnin
3. Eg fari og veit, hvar ferðin meg ber:
Til Faðirins æviga ríkið
Til heimið sum Jesus til reiðar mær ger
Til landið, har aldri við sorg sum her
Frá vinunum burtur er víki
4. Eg livi og veit, at doyggi eg skal
Til lívið eg upp aftur standa
Eg fari til vinin, eg kenni so væl
Hví er ei mín sál meiri frí og sæl
Hvønn dag enn á fold eg skal anda
Sorgin og saknurin hjá tykkum góðu Svein, Oddur og Tóri, sum
mistu eina kæra konu, mammu og ommu í besta blóma, geva
nógvar tungar løtur. Harrin styrkið tykkum í sakninum.
Við hesum fátøku orðum vilja vit lýsa frið yvir minnið
um okkara góðu vinkonu – hvíl í friði og takk fyri alt, góða
Birita.
Rosit, Jonny, Malan og Ebba
Skyldmanninum
Poul hjá Annufíu
( 1950-2012)
til minnis
Tá ið vevurin at enda steðgar
og skjúttulin ei longur fram fer
Vil Guð lyfta klæði til síðis
og lata okkum skilja til fullna her
Hví teir gyltu træðrir
eins væl, og tey dimmu bond
Í mynstri, øll høvdu sín leiklut
Í Meistarans fullkønu hond.
Friður verið við minni tínum, frægi frændi.
M.
Birita Zachariasen
*23. februar 1957 † 12. februar 2013
90 ára føðingardagur
Leygardagin 20. apríl verður Lena í Beitinum, Trøðum,
á Sandi 90 ár. Dagurin verwður hildin í Sandabrekkuni
14 frá kl. 12. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Jón bóndi 80 ár
21. apríl fyllir Jón Joensen í Bø 80 ár. Dagurin verður
hildin í heiminum frá kl. 13.00.
80 ára føðingardagur
Mikudagin 17. apríl fyllir Herborg Olsen Sandavágur
80 ár. Dagurin verður hildin í Meiniheitshúsinum
leygardagin 20. apríl frá kl. 15-19. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
80 ára føðingardagur
Leygardagin tann 20. apríl verður Gudrid Dahl Søren
sen, Viðareiði 80 ár. Dagurin verður hildin í Róðrar
neystinum í Árnafirði frá kl 18, øll eru vælkomin.
Konfirmatión
Sunnudagin 21. apríl verður Ester Eiriksdóttir Skála,
Argir, konfirmerað í Oasuni, Kirkjustræti 2, Hoyvík.
Dagurin verður hildin frá kl. 18 í Oasuni, Kirkjustræti
2 kj. Hoyvík.
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum gleddu meg
á 75 ára degnum.
Takk til tykkum, sum hjálptu til. Takk fyri gávur,
blómur, talur og takk til Streingjakórið og
Heimaforbundssystrar fyri góðan sang
Inger Hansen