Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. apríl 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. apríl 2013 · Nr. 44 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Berlingske Tidende hevur sein­astu 10 árini útvalt ung talent undir 35 ár í danska vinnu­l­ívi­num, sum tey halda hava gjørt serliga um seg. Í ár er so Turið Finn­boga­ dóttir Arge millum tey 100 út­valdu. Tað hevur gingið rímiliga skjótt framá hjá Turið Finn­ boga­dóttir Arge. - Eg byrjaði í bankanum í 2007 sum íløguráðgevi, og eitt ár seinni gjørdist eg bólka­leiðari fyri íløgu­ráð­ gev­um bankans. Eg kom tá frá einum starvi sum fíggj­ar­ ligur samskipari í Vodafone, sig­ur Turið Finnbogadóttir Arge. Hon hevur útbúgvingina HD í roknskapi og fíggjar­ stýr­ing og hevur eisini tik­ið eina cand.merc.aud út­búgv­ ing sum yvirbygning. Hesar út­búgv­ingar hevur hon tikið, meðan hon hevur arbeitt. - Í 2010 gjørdist eg HR- leiðari í bankanum og síðani okto­ber 2012 havi eg verið sølu- og marknaðarleiðari, sig­ur Turið Finnbogadóttir Arge. Hon hevði sum HR-leiðari evstu ábyrgd fyri at velja 200 av teimum 500 starvs­fólk­ un­um í 2011, tá Bank­Nordik yvir­tók sunna partin av Amag­er­banken. Sum navnið avdúkar, er hon dóttir Finnboga Arge, og tað var tí ikki heilt óvæntað, at hon byrjaði sítt arbeiðslív hjá Meinhardt Arge bilasølu. Har var hon tó ikki so leingi, áðr­e­nn hon fór á Vodafone, har hon starvaðist í tvey ár. Sjálv hevur Turið eina greiða meining um, hví tað hev­ur gingið so skjótt. - Eg havi torað at takkað ja til teir møguleikar, ið mær stóð í boði. Og møguleikin í Bank­Nordik var ein, ið eg ikki vildi lata fara aftur við borði­num, sigur Turið Finn­ boga­dóttir Arge. Vitjar Danmark og Grønland Hon heldur sjálv, at tað er ógvu­liga stuttligt at verða tik­in við á listan yvir evna­ rík­astu vinnulívsfólkini sum føroyingur, búgvandi í Før­oy­ um og við starvi í einari før­ oyskari fyritøku. - At koma við í eitt danskt blað, har fokusøkið fyrr hev­ ur verið Danmark, haldi eg er rætti­liga stuttligt í sjálv­um sær, sigur Turið Finn­boga­ dótt­ir Arge. Hon heldur eisini, at tað hev­ur nakað at siga fyri bank­an. - Bankin er jú ein føroysk fyri­tøka, sum hevur deildir í fleiri londum, og tað ger bankan til eina spennandi fyri­tøku at vera í. Tú fært møgu­leikan at royna fleiri ymisk ting innan fyri somu fyri­tøku, sigur Turið Finn­ boga­dótt­ir Arge. Við deildum í Danmark og Grønlandi er virkisøkið mun­ andi størri enn, um bankin bert virkaði í Føroyum. - Eg vitji deildirnar í Dan­ mark og Grønlandi av og á, men fyri tað mes­ta er mítt virk­is­øki her í Føroyum sam­ an við for­rætn­ings­support bólk­i­num. Tað vil siga, at eg siti her í húsinum í Húsa­ gøtu, men vitji regluliga í Dan­mark, sigur Turið Finn­ boga­dótt­ir Arge. Hon hevur millum annað leiðslu­ábyrgd fyri nøkrum starvs­fólkum, sum hjálpa kunda­ráð­gevunum við sølu av tænastum bankans. - Tað kann vera innan fyri trygg­ing ella bústaðarøkið. Tað eru okkara serfrøðingar á øki­num, og tey hjálpa so okkara ráðgevum, tá tey skulu ráðgeva kundunum, sig­ur Turið Finnbogadóttir Arge. Hon heldur tað hevur stór­an týdning, at bankin hev­ur deildir uttanlands. - Heilt avgjørt. Tað er tað, sum ger tað stuttligt og spennandi at arbeiða í bankanum, at eg ikki »bara« skal fyrihalda meg til tann føroyska marknaðin, men eisini tað, ið hendir í Dan­ mark og Grønlandi av akti­vi­ tet­um, sigur Turið Finn­boga­ dóttir Arge. Nútímans familja Starvið sum sølu- og mark­ na­ð­arleiðari er fjøltáttað. - Tosa vit um mark­nað­ ar­før­ingspartin, so er tað marknaðarátøkini, ið mín deild hevur ábyrgdina av. Í Før­oyum er tað nýggja átakið Nordik 360, sum vit júst hava marknaðarført. Og tað er alt frá, hvussu konseptið skal síggja út innanhýsis til marknaðarføringina uttan­ hýs­is, sigur Turið Finn­boga­ dóttir Arge. Talan kann vera um mong onnur ting, har hon skal hava fing­ur­in á pulsinum. - Tað kann vera innan­ hýsis samskifti ella sam­ skifti við hinar deildirnar. Kunda­tænastan og deild­ar­ tænastan hava sínar dagligu leiðar­ar, men teir leiðararnir hava tilvísing til mín, sigur Turið Finnbogadóttir Arge. Sjálv hevur hon ein sterk­ an illgruna um, hvør tað er, sum hevur innstillað hava. - Í greinini í Berlingske Tid­ende stendur okkurt navn, og eg havi ein sterkan var­h­uga av, at tað er við­kom­ andi, sum hevur inn­stillað meg, sigur Turið Finn­boga­ dóttir Arge. Í greinini í Berlingske Busi­ness verður Johnny í Gróti­num siteraður. Johnny setti upprunaliga Turið í starv sum íløguráðgeva í banka­num og viðmælti hana til starv­ið sum starvs­fólka­ leið­ara bankans. Tá vit spyrja hana um, hvør hon er privat, svarar hon stutt og greitt: - Eg eri 30 ár og búgvi í Havn. Eg eri gift, og til­ samans eiga vit tríggjar døtur. Vit eru ein nútímans familja við mínum, tínum og okkara børnum, sigur Turið Finn­boga­dót­t­ir Arge, sum í gjár var í Keypmannahavn og tók móti stóra heiðrinum. Stuttligt at tað ber til 30 ára gamla Turið Finnbogadóttir Arge hevur gjørt eina skjóta karrieru í BankNordik, har hon er sølu- og marknaðarleiðari Mynd: Álvur Haraldsen Í gjár var 30 ára gamla Turið Finbogadóttir Arge á hátíðarhaldi hjá Berlingske Tidende í sambandi við, at hon er komin á Talent100 listan, sum blaðið kunngerð fyri 10. árið á rað. Hon er fyrsti føroyingurin í føroyskari fyritøku, ið fær hendan heiður