Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. apríl 2013síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 19. apríl 2013 · Nr. 44 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Tað var rímuliga tíðliga í til­gongd­ini, at tað kólnaði mill­um Ognarfelagið LÍV og fak­felagsbólkin, ið skuldi keypa helvtina av LÍV, eftir at BankNordik í mars í fjør trekti sítt tilboð aftur. Tað alt annað líka óheppið, tí sjálv grund­ hugs­an­in í løgtingslóg numm­ar 59 frá 2006 er, at helvt­in av partabrøvunum í Føroya Lívstrygging skal av­hendast Ognarfelagnum LÍV, og hin helvtin av parta­ brøv­unum skal seljast. Við hvør sínum 50 prosentum av atkvøðunum er tað ein for­treyt, at báðir aktørar kunnu arbeiða saman. Tí skal landsstýrið ikki av­ henda síni partabrøv í LÍV fyrr enn ein skilagóð parta­ eigara­avtala er gjørd mill­um teir báðar partar, sum yvir­ taka hvør sína helvt. Ein komandi søla og av­hending av parta­brøv­ un­um í LÍV skal rótfestast í fíggjarlógini, og síðstu árini hevur landsstýrið tí á hvørjum ári havt LÍV stand­ andi undir grein-56 í fíggjar­ lóg­ini, sum eru ser­inn­tøkur. Í fíggjarlógini fyri 2013 stendur millum annað, at ” Í góðari samvinnu við Ognarfelagið Lív er ná­ greini­ligur koyriplanur lagd­ur, ið skal tryggja, at Ognar­felagið Lív fær sína helvt av partapeninginum í P/F Føroya Lívstrygging, sam­stundis sum hin helvtin verð­ur endaliga avhendað keypara.” Trýstið Men tá tað byrjar at kólna millum tey, sum eftir ætlan skulu eiga og reka LÍV í fram­tíðini, fer lands­stýris­ maðurin í vinnu­mál­um í offensivin. Hálvan juni í fjør ger Johan Dahl fak­felags­bólki­ num greitt, at hann ætlar at selja teimum helvtina av LÍV, um ein nøktandi avtala annars fæst í lag. Fyri at undir­strika týdningin av sín­um boðskapi skrivar Johan Dahl víðari, at ”fæst ikki semja millum fak­felags­ bólkin og Ognar­felag­ið, kann eg selja til fak­felags­ bólkin, uttan samstundis at lata hini 50 prosentini til Ognar­felagið.” Tað vísa skjøl, sum Sosial­ urin hevur fingið fat­ur á. Landsstýrismaðurin í vinnumálum fer enntá eitt stig víðari og útgreinar sína ætlan. Johan Dahl skriv­ar víðari, at ”íkemur tann støðan, ætli eg at gera partaeigaraavtalu við fakfelagsbólkin. Ognar­felag­ ið hevur so møgu­leika eftir­ fylgjandi at yvir­taka sín part av parta­pen­ing­i­num og inn­gan­ga í parta­eigara­av­ talu­na, sum er gjørd mill­um fak­felags­bólk­in og VMR, og kann møgu­liga við sam­ráð­ ingum við fak­felags­bólk­in gera broyt­ing­ar í parta­ eigara­av­talu­ni.” Hervið leggur lands­ stýris­maðurin upp til at bróta við grundhugsanina í einskilj­ingarætlanini av LÍV, sum sigur at helvtin av partabrøvunum skal av­ hendast og hin seljast – og bæði skulu gerast í senn. Tann ætlanin bleiv sum kunnugt ongantíð gjøgnum­ førd. Men til­søgn­in er undirskrivað av lands­stýris­ manni­num í vinnu­mál­um. hvussu LÍV skuldi skipast og umskipast eftir eina møgu­ liga sølu. Leggjast kann afturat, at telvingin um søluna av LÍV fer fram, samstundis sum lands­stýrið broyt­ir viður­ skift­ini á eftir­lønar­mark­ naði­num grund­leggj­andi. 1. januar 2012 kom í gildi lóg­in, ið skattar eftirlønir við inn­ gjald, heldur enn útgjald. Og samstundis varð við eini skiftistíð uppá hálvt ár kravt, at í framtíðini skulu allar eftirlønir sparast upp í Før­ oyum. Tilboðið vigast Tað var sum nevnt hálv­ an desember í fjør, at fak­ feløg­ini skrivaðu undir keyps­sátt­mála fyri helvtina av LÍV. Formliga er tað smápartafelagið Fakfelag, við 80.000 krónum í parta­ peningi, ið keypir. Nevnd­ar­ for­maður er Pætur Nicla­sen, formaður í S&K Felag­num, meðan Selma Ellings­gaard, forkvinna í Starvs­manna­ felagnum, er stjóri í sp/f Fak­ felag, ið er stovnað hálvan okto­ber í fjør. Tryggingareftirlitið skal, sum tað liggur í orðinum, hava eftirlit við teimum, sum reka trygg­ing­ar­virk­semi í Før­oy­um, bæði trygg­ingar­ feløgum og eftir­lønar­grunn­ um. Trygg­ing­ar­eftirlitið skal somu­leið­is góðkenna tey, sum ætla at keypa seg inn í hesa vinnu. Eitt nú, um ein parta­eigari yvirhøvur er egnað­ur at vera partaeigari í hesi vinnu, sum livir av at um­sita pengar hjá fólki, líka til tey fáa brúk fyri teimum við pensjónsaldur. Tað ber ikki til at fáa út­ greinað niðurstøðuna hjá Trygg­inga­reftirlitinum um ikki at góðkenna sp/f Fak­fe­ lag sum ein seriøsan keyp­ara av helvtini av LÍV. - Eg havi onga viðmerking yvirhøvur, er tað einasta, ið Jógvan Thomsen, stjóri á Trygg­ingar­eftirlitinum, fæst at siga. Jógvan Thomsen vil held­ ur ikki siga, nær ein al­menn fráboðan kemur frá Trygg­ ingar­eftirlitinum. Hann hev­ ur onga við­merk­ing til málið. Fakfeløgini hava higartil einki vilja sagt um, hvussu tey ætla at fíggja eitt koman­di keyp av helvtini av Føroya Lívstrygging, ið teim­um stendur í boði fyri 35 milliónir krónur. Keldur hjá Sosialinum vilja tó vera við, at keypið partvís skal fíggjast við lántøku, ið skal rind­ast aftur við framtíðar vinn­ings­býti úr LÍV. Alt á gólvið Niðurstøðan hjá Tryggingar­ eftir­litinum hevur sett ferð á fundarvirksemið kring sølu­ na av Føroya Lívs­trygg­ing. Sum Sosialurin skilir royna fakfeløgini at savna og styrk­ ja seg um eina nýggja roynd at sleppa gjøgnum nálar­eyg­ að hjá eftirlitinum. Á hinum bógnum hevur Ognarfelagið LÍV, ið sambært løg­tingslóg frá 2006 skal fáa helvt­ina av LÍV, endaliga mist tolið við fakfeløgini. Ognar­felagið LÍV hevur gjørt Vinnu­málaráðnum greitt, at tey tíma ikki at spæla við meira. Ognarfelagið metir søluna til sp/f Fakfelag at vera dotna niðurfyri, og felag­ ið sigur seg ikki hava hug at leingja freistirnar, soleiðis at fakfeløgini fáa ein kjans afturat. Í staðin mælir Ognar­ felagið enn einaferð til, at TH Holding sleppur at keypa helvtina av LÍV. Boðini eru somikið endalig, at eisini løg­ maður er kunn­að­ur. Støð­an hjá Ognar­felag­num er áhuga­ verd, tí Ognarfelagið skal við lóg og pr definitión vera ein fram­tíð­ar samstarvsfelagi hjá tí, sum keypir helvtina av LÍV. øgum av hondum Johan Dahl trumfar Hálvan juni í fjør gav landsstýrismaðurin í vinnu­mál­um fakfelagsbólkinum skriv­liga tilsøgn um, at tey skuldu slep­ pa at keypa helvtina av LÍV. Um neyðugt, so skuldi Ognar­ felagið LÍV haldast uttanfyri, lovaði Johan Dahl - Vit hava framvegis vónir um, at tað fer at eydnast okk­um at keypa helvtina av LÍV. Men tað fer at taka longri tíð enn ætlað, helst einar 4-8 vikur, sigur Pætur Nicla­sen. Sambært nevnd­ar­for­ manni­num í sp/f Fak­felag vil Tryggingar­eftir­litið hava fleiri upplýsing­ar, til døm­is hvør skal sita í nevnd­ini í tí felag, sum eft­ir ætlan skal keypa. Eisini vil eftirlitið hava felagið broytt frá smápartafelag til parta­felag. Og so vil Trygg­ingar­eftir­litið eisini hava út­greinað, hvussu keypið skal fíggjast. - Vit eru eitt sindur kløkk av frágreiðingini hjá Trygg­ ingar­eftirlitinum, sigur Pætur Nicla­sen. Sambært Pæturi Nicla­sen er ætlanin, at fak­feløg­ini sjálvi útvega 13-14 milliónir krónur í egin­peningi, meðan restin skal fíggjast við bankaláni. Nevnd­ar­formaðurin váttar, at í roknistykkinum, hvussu keyp­ið skal fíggjast, er inn­rokn­að eitt vinningsbýti, ið feløgini skulu hava úr LÍV næstu árini. Eisini vátt­ar hann, at tað er hetta roknistykkið, ið Trygg­ingar­ eftir­lit­ið enn ikki hev­ur gó­ð­ kent. Tilboðið frá fak­feløg­un­ um er 35 milliónir krónur. Pætur Niclasen vísir á, at rokn­skap­urin fyri LÍV er enn ikki endaliga liðugur, og tað seink­ar arbeiðnum. - Men hann verður liðugur áðrenn aðalfundin 29. apríl, sig­ur hann. Hóast Ognarfelagið LÍV hevur boðað Vinnu­mála­ráð­ num frá, at tey meta søluna til sp/f Fakfelag at vera dot­ na niðurfyri, so hevur Pæt­ur Niclasen eina aðra fat­an. - Nei, tað byggir á mis­ skilj­ing­ar. Vit tosa framvegis við Ognarfelagið, og báðir part­ar trúgva uppá tað, sigur Pæt­ur Niclasen. -jb Fakfeløg vóna framvegis - Ja, tað er rætt, at Tryggingareftirlitið krevur fleiri upplýsingar og útgreiningar. Men hesar klára vit at útvega, og fara at senda nýggja umbøn til eftirlitið, sigur Pætur Niclasen, nevndarformaður í sp/f Fakfelag