Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-18, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. apríl 2013síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 44 · 19. apríl 2013 11 VIKUSKIFTI Sum tað sæst, so kann aldan vestanfyri kann gerast sera høg. Her manglar ikki nógv í at Bøsdalafossur rennur hin vegin. Myndin er tikin í vetur av Andreas Mouritsen, tyrlu-flogskipara sum veðurforsøgnin sigur. Hetta er eisini satt fyri alduviðurskifti. Tað er tí sera umráðandi, at aldumodellir verða rættaði, so samsvar er í mest møguligan mun við lokalar aldumátingar. Í hesum sam­bandi hava aldumátingar hjá Landsverki og Data Quality Systems verið eitt avgerandi íkast, ið hevur sikra, at modellúrslitini líkjast veruleikanum so nógv sum gjørligt. Aldu metingar Úrslitið frá hesum samankoyringum av data frá DMI við aldumodell og aldu­ mátingar, gevur tað sum svarar til eina 44-ára langa aldumáting fyri hvørjar 100 metrar á øllum Landgrunninum. Tískil ber til at siga rættuliga nógv um alduviðurskiftini á ymisku plássunum. Hetta er sjálvandi bert satt við hóskandi fyrivarni, tí talan er um modell og ikki um veruligar mátingar. Ssum dømi síggja vit á myndunum til høgru niðast, hvussu hvussu hægsta alda er eitt miðalár í ávikavist januar- og juli mánað. Tað sæst, at flestu øki eru at rokna sum vard um summarið (eitt miðalár), meðan bert tey innastu hava lívd, tá vetraródnirnar leika á. Á sama hátt eru úrslit tøk, ið vísa ringasta førið, í vant­ast kann yvir longri áramál. Hesar kann­ingar geva sostatt ábendingar um, hvar ringarnir kunnu liggja, og hvat fyri alduhædd teir skulu halda til. Handan aldukambin Nú tá einfaldaðu útrokningarnar eru tøkar, sum lýsa hvussu aldan ferðast úti frá havinum og inn á firðirnar, ber eins væl til at brúka tær fram í tíð heldur enn aftur í tíð, sum gjørt varð í hesi kanning. Á hendan hátt kunnu hesi úrslit endurnýtast til at gera aldu­for­sagnir ið ikki krevja stór­vegis rokni­orku. Tað ,ið manglar, er bert at fáa eina avtalu upp á pláss við ein metereologiskan stovn, ið ger aldu­for­ sagnir fyri okkara leiðir. Samanberingar við fleiri styttri aldu­mátingar hjá Fiskaaling, gjørdar inni á ymiskum aliøkjum, standa fyri framman. Vónin er, at aldumodellið kann gerast enn neyvari, so tað mennist til eitt virðismikið amboð hjá vinnuni og fólki annars. Aldumodellið gevur vitan um, hvør alduhædd kann vantast ymsa staðni til ymisk tíðarskeið. Til vinstru sæst mettað hægsta alduhæddin ein miðal januarmánaða, meðan tilsvarandi alduhædd fyri julimánaða er givin til høgru. Litbjálkin í miðini vísir alduhædd í metrum Hetta er eitt dømi um hvussu føroyska økið sær út í DMI-aldumodellinum. Alduhæddin er givin sum litir, har bjálkin til høgru vísir, hvat litirnir svara til í metrum, tó er myrkasti blái liturin land. Pílarnir vísa meðal aldurættning