Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. apríl 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. apríl 2013 · Nr. 44 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað er nógv, sum bendir á, at tað verður rættiliga buldr­a­ s­ligt, tá ið viðgerðir og upp­ gávur annars, skulu býtast í­millum tey trý sjúkrahúsini.
 Í tinginum týsdagin legði Elsebeth Mercedis Gunn­ leygs­dótt­ir seg rættiliga tvørt fyri og gjørdi púra greitt, at tað skuldi ikki »ein prikkur« flyt­ast úr Klaksvík.
Hon hevði sjálv spurt Karsten Hansen hvørj­ar uppgávur skulu vera á Klaks­víkar Sjúkrahúsi í fram­tíð­ini.
Karsten Hansen vísir á, at tað situr ein bólkur og út­greinar, hvussu okkara fram­tíðar heilsuverk skal skip­ast og tí fær hann ikki sagt so nógv um tað.

 Men nú hevur hann tikið stig til at spyrja serfrøðina, hvussu heilsuverkið skal skip­ ast, og tí svarinum bíðar hann nú eftir.

Hann ætlar sær ikki at siga sína hugsan fyrst og so spyrja aftaná. Í hesum sambandi dreg­ur Elsebeth Mercedis Gunn­leygs­ dótt­ir eitt nógv brúkt kort úr lumm­a­num, tí hon krevur, at søg­u­lig rættindi skulu virð­ ast á sjúkrahúsøkinum, akk­ u­rát sum vit javnan hoyra í fiskivinnuni. – Tað einasta rætta er, at ser­greinin, urologi, er í Klaks­ vík, tí tað var har, hon byrjaði, sigur hon. Samgongufelagin, Jenis av Rana, er alt annað enn samd­ ur. Hann vísir á, at ein­asti urologur í føroyska heilsu­ verkinum er á Suðuroyar Sjúkr­a­húsi, so urologi má sjálv­andi vera har. Hann held­ ur, at tað er at søpla pen­ing burtur at innflyta ser­læknar uttanlands, tá ið vit framm­ an­und­an hava serlækna í Før­ oy­um. Hin­veg­in ger Karsten Han­sen púra greitt, at hesin spurn­ing­urin er nógv størri enn Klaksvíkar Sjúkrahús, tí hetta er ein spurningur um okk­ara felags heilsuverk, har Klaksvíkar Sjúkrahús er ein partur. Tí ger hann somu­ leiðis greitt, at eisini tey á Klaks­víkar Sjúkrahúsi mugu tola broytingar um so skuldi ver­ið. – Tað er líka neyðugt á Klaks­vík­ar Sjúkrahúsi, sum á hinum báðum sjúkr­a­hús­u­ num, at hava dirvi til at gera broyt­ing­ar. Tað einasta, sum ligg­ur fast, er, at tað vera fram­vegis trý sjúkrahús í land­i­num. Einki skal flytast úr Klaksvík Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Jóannes Eidesgaard Tíðargrein síða 15 Hósk­ andi und­ an­førsl­ur Annika sølvará eygamálið síða 14 Nógv mist fyri hvørja sparda... Tað er kanska hugaligari hjá Akseli V. Jo­hann­e­sen at stinga út í kortið á lands­fundi hjá Javn­að­ar­flokk­ inum um viku­skift­ið, enn tað man hava ver­ið fleiri ferðir hjá Jóannesi Eides­gaard. Hóast flokkurin er tann minsti av stóru flokkonum, so kann vísast á fram­gongd. Í formanstíðini hjá Aks­eli Johannesen hevur tað eydn­ast at stegðað eini at kalla nið­ ur­bræð­ing av flokkinum og venda aft­u­rgongd til framgongd – um enn ho­n meira hevur verið í velj­ar­ a­kann­ing­um enn í praksis. Frá at hava havt støðuna sum størsti og mest stjórnarberandi flokk­urin í seksti-, sjeyti- og átta­ ti­ár­unum og at vera nógv størsti flokk­ur­in í 1990, broyttist støðan full­k­omiliga. Flokkurin – og eina mest fyrr­verandi formaðurin Atli P. Dam, fingu skuldina fyri kreppuna í níti­ár­u­num. Kreppan bleiv bein­ leið­is per­són­i­fis­erað við Atla P. Dam – ser­liga av fak­fel­ags­leið­ar­um, sum í staði­n fyri at gera sína á­virk­an í flokk­inum vendu honum bak­ið við at stovna ein nýggjan verk­a­man­n­ a­flokk, sum man vera eitt tað mest mis­eydn­aða projektið hjá føroysku fak­fel­ags­rørsl­uni. Hóast ser­stakliga vánaliga úrs­ lit­ið á valinum í 1994, so eydnaðist Javn­að­ar­flokk­inum at telva seg í sam­gongu – og at fáa fíggjarmál at um­sita. Eitt sera umstrítt málsøki tá, sum Jó­annes Eidesgaard tók á seg. Men samstarvið við Sam­bands­ flokk­in skinkl­aði. Og tað gav at býta í 1996, tá Javnaðarflokkurin tók seg úr sam­gonguni. Tað sigst fyri vist, at flokkurin var iva­ley­sur í, at Edmund Joensen fór at út­skriva nýval. Lotið var við Javn­að­ar­flokk­i­num, sum tevjaði pol­it­isk­an vinning á valinum. Men val­ið kom ikki, og Edmund sendi boð eft­ir Fólk­a­flokk­i­num, sum hev­ ur sit­ið við valdið síðani. Hetta man vera ein tann býtt­ asta pol­itiska avgerðin hjá Javnað­ ar­flokk­i­num, tí hann fór á oyði­ mark­ar­gongd í átta ár. Men í 2004 fekk flokkurin løg­ mann saman við borgarligu flokk­ unum. Eftir valið í 2008 fekk flokk­ ur­in aftur løgmann – nú sam­an við Tjóðveldi og Miðflokki. Har skinkl­ aði samstarvið eisini og slitnaði upp á eitt lyklarhol í Tinganesi. Úrs­lit­ið varð, at flokkurin valdi Kaj Leo Jo­ hann­e­sen til løgmann. Enn ein taktiskur brølari, um vit hyggja gjøgnum javnaðarbrillur. Tvær ferð­ir hevur flokkurin so­ leið­is telvað seg út í oyð­i­mark­ar­ gongd – uttan nóg góða orsøk. Av­bjóð­ing­in hjá Aksel Jo­han­n­e­ sen verður at telvja flokkin aftur í Ting­a­nes at fáa ávirkan. At telva seg úr tinganesi – Eg eri løgmaður fyri tí lukk­u­ lig­asta fólkinum í heim­i­num! Tað staðfesti Kaj Leo Jo­ hann­e­sen, tá útvarpið hjá Kring­varp­inum spurdi hann um við­merking til, at kann­ing hjá Fólka­heils­u­ráð­num vísir, at bert 46 pro­sent av før­oy­ing­um hava á­lit á landsins stýri. Altso færri føroyingar hava álit á stýr­inum hjá Kaj Leo, enn ital­ i­u­fólk høvdu á stýr­i­num hjá Berl­us­coni. Hann segði við útvarpið, at hann einki leggur í, at færri enn helmingurin av øll­um før­oy­ing­ um hava álit á hon­um. Hann tók sum dømi, at ís­lendska stjórn­in, sum hann be­undr­ar fyri at hava tik­ið tung tøk, hev­ ur nógv verri undirtøku. Í Noreg, har stjórnin hevur ver­ið í hørð­um mótvindi, hava kort­ini 66 prosent álit á stjórn­ ini, og í Danmark, har velj­a­r­a­ kann­ingar geva stjórn­ini ein lús­ing fyri og ann­an eftir, hava kortini 53 pro­sent av fólkinum álit á stjórn­ini. Tað merkir, at í tildømis Nor­eg og í Danmark, har hava velj­arar álit á eini stjórn, hóast teir velja aðrar flokk­ar. Men løgmaður fer kortini í fót­bólts­te­r­m­i­n­o­lo­gi­ina og stað­ fest­ir, at tað er tað sama sum at spyrja havn­ ar­fólk, um tey halda við HB ella B36. – Og tá pol­i­tikk­urin ikki sting­ur djypri, so er tað ó­ført, at før­oy­ing­ar eru so lukk­u­lig­ur – og fegn­a­st um reint vatn og reina luft og at eing­in bil­ur­in fram­ veg­is stend­ur í tún­i­num, tá vit vakna um morg­un­in... Vit skilja væl, at løgmaður er lukku­l­ig­ur! Avbjóðingin hjá Akseli verður at sleppa í Tinganes Lukkuligi løgmaðurin Latið okkum sláa fast, at in­i­ti­ a­tiv­ið hjá býráðnum í Vági við lestrardeplinum er gott, og at tey hava alt rós upp­i­bor­ið. Men vit kunnu ikki lata vera við at arga kort­ini: Tí fyri tjóðveldisfólk hev­ ur tað jú lít­ið upp á seg at taka full­veldi og lýsa Før­oy­ar púra ó­heft­ar av dønum. Tí dansk­ar­ ar skulu betala! Nýggi tjóð­veld­is­borg­ar­stjór­ in í Vági dugir eisini at fáa onn­ ur at be­tala rokn­ing­ar­nar – ikki bara fimm stjørn­að Ent­er­tain­ ment. Tað nýggj­asta til­boð­ið frá hon­um er, at um tú kem­ur til Vágs at lesa fjar­lest­ur úr Dan­mark, so fært tú dansk­an lestr­ar­stuð­ul. Ella sum gomlu ­kemp­ur­nar sum Ove Mikk­el­sen og Er­lend­ur Pat­urs­son plagdu at siga um hin­ar – so fært tú vask­i­kon­ur­nar á Vesturbrúgv at be­tala rokningina! Og sambært nýggju tjóð­ veld­is­kemp­uni, so fært tú 5.753 krón­ur í per­i­donsk­um lestr­ar­ stuð­uli um mán­að­in við at lesa fjar­lest­ur­in úr Dan­mark í Vági. Stikk denn! Men treytin er, at tú ert dansk­ur r í k ­i s ­ borg­ari – hallo? M e n h e v ­u r tú ikki eitt danskt p-tal, so eru eis­ini tjóð­veld­is­ráð fyri tí, so er bara at spyrja pent. Dansk­ar­ ar eru so fittir, at tú fært helst kortini eitt – sjávlt um tú ikki hevur rætt til tað. – Veljið Tjóðveldi – og latið vask­i­kon­u­r­nar á Vest­ur­brúgv betala! Danskt tjóðveldi í Vági