Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. apríl 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. apríl 2013 · Nr. 44 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fingrarnar vekk! Slakta í Suðri Bryggjaríið Okkara tek­ ur nú kappingina upp við Før­oya Bjór um sodavatns­ markn­aðin. Í dag kemur bryggjaríið á Velbastað á markn­aðin við føroyskum sodavatni, ið verður fram­ leitt í samstarvi við danska bryggjaríið Harboe. – Hetta er okkara egni smakkur, men tað er Harboe, sum framleiðir vør­una fyri okkum, sigur Petur Petersen, sølustjóri hjá Okkara, sum sær fleiri fyri­mun­ir, nú soda­vatnið legst aftur at ølinum: – Vit hava ikki loyvi at lýsa við øli, og tað hev­ur av­ markað okk­ara møgu­leikar. Við sodavatninum gerst Okkara Bryggjarí meira sjón­ligt á marknaðinum, sigur Petur Petersen, sum lov­ar kappingarførar prís- ­ir. Umframt at føroysku bryggja­ríini nú bæði fram­ leiða sodavatn, so er har­ um­framt hørð kappinging frá útlendskum sodavatni. Avleiðingin av hesum er, at sodavatn í dag mangan er bíligari at keypa enn mjólk. jonbrian@sosialurin.fo Herd kapping um sodavatnið Við sodavatninum gerst Okkara Bryggjarí meira sjón­ligt á marknaðinum, sigur Petur Petersen Umframt at vera burðardygt lívfrøðiliga skal okkara virksemi vera kappingarført við tey fremstu í heiminum, og tí mugu vit fáa frið at arbeiða, Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost Laksur, sum svimur í aliringunum í Suðri, skal eisini skal kryvjast og virkast í Suðri. Um neyðugt verður hetta ásett við lóg, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum Jón Brian Hvidtfeldt – Vit halda tað also ikki vera skilagott, at politikarar melda út, hvussu vit skipa okk­ara virksemi. Tað eiga vit at gera. Soleiðis ljóðar fyrsta, turra viðmerkingin frá Regini Jacobsen, stjóra í Bakka­frost, sum eigur 49 pro­sent av Faroe Farming, ið á tann hátt er partur av Bakka­frost samtakinum. – Vit skulu vera kapp­ ing­ar­før við tey størstu í heim­inum, og royna tí alla tíð­ina at skipa virksemið so effektivt sum tilber. Tí halda vit tað sjálvandi ikki vera skilagott, at politikarar skapa forðingar, sigur Regin Jacobsen, sum leggur dent á, at hansara fyritøka heldur seg til allar galdandi reglur. Sambært Regini Jacob­ sen hevur Bakkafrost í fleiri ár tikið laks norður á megin­ økið at kryvja, um tað hevur verið neyðugt. – Tað kunnu vera skila­ góðar orsøkir til tað, sigur Regin Jacobsen, og nevn­ir eftirspurning á marknað­ unum og rakstrarlig tiltøk av ymsum slag sum dømi um hetta. Bakkafrost hevur kryvji­ virki í Kollafirði, á Strondum og í Klaksvík, umframt at kruvt verður í Suðri. – Vit flyta laks millum virk­ini, og tað verður also gjørt eftir sera strengum regl­um, ið Heilsufrøðiliga Starvs­stovan ásetir, sigur Regin Jacobsen, sum ikki kennir seg aftur í kritikkinum og ræðu­myndini av mistum ar­beiðsplássum í Suðri. – Vit halda tað vera skila­ gott at brúka virkið í Suðri, og hava ongar ætlanir um nakað annað, sigur Regin Jacobsen og leggur afturat: – Eg haldi at hetta er ein stormur í einum glasi av vatni. Og so burdu politik­ arar­nir annars latið okkum um at stýrt okkara fyritøku, sigur Regin Jacobsen. Jón Brian Hvidtfeldt – Bakkafrost sleppur ikki at flyta livandi laks úr Suðuroy inn á meginøkið at slakta. Tað sigur ein avgjørdur landsstýrismaður í vinnu­ málum, tá hann í løg­ting­ inum í vikuni svaraði einum fyrispurningi frá Hendriki Old. Løgtingsmaðurin hjá Javn­aðar­flokkinum vildi hava at vita, um lands­stýris­ mað­urin ætlar at steðga, at laksur úr Suðuroynni verður fluttu­r livandi til slaktingar aðra­staðni í landinum. Spyrj­ ari og svarari vóru rørandi samdir. – Finna teir uppá tað, so mugu teir trúgva umaftur. Tað verður ikki við mær sum landsstýrismanni, at slíkt sleppur at fara fram, segði Johan Dahl. Hendrik Old vísir á, at avleiðingin av at flyta laks inn á meginøkið at slakta eru mist arbeiðspláss í Suðri. Løg­tings­maðurin nevndi eini 50 arbeiðspláss, sum eru í vanda. Eisini hesum er lands­stýrismaðurin samd­ ur í. – Fer Bakkafrost at flyta livandi laks úr alibrúkunum í Suðuroy norður um fjørð at slakta, fari eg rætt og slætt at broyta lógina fyri at forða tí. Bakkafrost er blivin ein stór fyritøka, men tað leggur eisini stóra ábyrgd á felagið, sigur Johan Dahl, og nevnir bæði samfelagsmenning og økis­menning sum argu­ ment fyri, at Bakkafrost má varðveita sítt verandi virk­ semi í Suðri. Tað var í løgtinginum miku­dagin, at Johan Dahl, lands­stýrismaður í vinnu­ málum, segði seg vera sinn­ aðan at koma í tingið við lógarbroytingum til galdandi alilóggávu, fyri á tann hátt at tryggja, at laksur ikki verður fluttur úr Suðri norður á meginøkið til virkingar. jonbrian@sosialurin.fo