Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. apríl 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. apríl 2013 · Nr. 44 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Tað sá so einfalt út, tá 17 fak­ feløg hálvan desember í fjør boðaðu frá, at tey nú keypa helvt­ina av Føroya Lívs­ trygg­ing. Keypssáttmáli varð undir­ skriv­aður fríggjadagin 14. des­em­ber, og við honum keyp­tu fakfeløgini helvtina av LÍV fyri 35 milliónir krón­ ur. Hin helvtin skal, sambært lóg, latast Ognarfelagnum LÍV. Síðani hevur tøgn verið um keypið, ið sambært al­ mennu fráboðanini í des­em­ ber ”er treytað av, at Trygg­ ing­ar­eftirlitið og avvarðandi myndug­leikar góðkenna tað.” Alment vil Trygg­ingar­ eftir­litið einki siga um mál­ ið yvirhøvur, nú farið er um hálvan apríl. Men Sosial­ urin veit frá keldum, at Tryggingareftirlitið í drúgv­ ari frágreiðing ger greitt, at sølan kann ikki góðkennast. Sambært keldum hjá Sosialinum reisir Trygg­ ingar­eftirlitið eina røð av spurn­ing­um, ið sáa iva um, hvørt fakfeløgini megna at lof­ta helvtini av einum felag, sum umsitur eftirlønir fyri milliar­dir av krónum. Sum myndugleiki skal Trygg­ingar­eftirlitið meta um styrk­ina hjá tí felag, ið keypir. Eisini skal eftirlitið meta um út­lit­ini fyri, at hesi megna at reka LÍV á skilagóðan hátt. Og tað er henda meting, ið sambært keldunum hjá Sosial­in­um, ikki ber á mál. Politikkurin Eftir togan og telvan í áravís bleiv í 2006 politisk semja um at einskilja Føroya Lívs­trygg­ ing. Leisturin bleiv, at helvtin av partabrøvunum skuldu latast Ognarfelagnum LÍV, sum er felagið hjá øll­um tryggingartakarum í LÍV, meðan hin helvtin skul­di seljast. Í leistinum, sum eitt samt løgting tók un­d­ir við í mai 2006, lá eisini, at lands­ stýrið skuldi av­henda báð­ ar helvtirnar av LÍV í senn. Á henda hátt kun­di lands­ stýrið stýra og trygg­ja, at Ogn­ar­felagið LÍV og ein kom­andi keypari fingu í lag eina skilagóða sam­starvs­av­ talu um framtíðar rakstur av Føroya Lívstrygging. BankNordik átti besta til­ boðið, og í mai í 2011 boðaði bank­in frá, at tey vildu keypa helvtina av LÍV fyri 35 millión­ir krónur. Taparin í tí kapp­ing­ini var TF Holding, ið eisini bjóðaði. Men tilboðið hjá Bank­ Nordik varð sum kunnugt trekt aftur í mars í fjør, og líka síðani hava fakfeløgini ligið fram­við at keypa. Í mai í fjør settu fakfeløgini ein bólk við fimm fakfelagsformonnum og –kvinnum at standa fyri keypi­num vegna fakfeløgini, ið tá avtornaði gjørdust 17 í tali. Meðan TF Holding fram­ vegis vísti áhuga, so var tíð­liga í tilgongdini greitt, at Vinnumálaráðið heldur vildi hava fakfeløgini at keypa LÍV. Enntá gav lands­ stýris­maðurin í fjør­summ­ar greitt til kennar, at hann um neyðugt ætlaði at selja helvt­ ina av LÍV til fak­feløg­ini, uttan sam­stund­is at lata hina helvt­ina til Ognarfelagið LÍV. Boð­ini frá Johan Dahl til fak­ felags­bólkin vórðu givin í juni í fjør. Ein fortreyt fyri søluni av helvtini av LÍV var sum longu nevnt, at hin helvtin av felag­num samstundis varð avhendað til Ognarfelagið LÍV, sum í sínum lagi var far­ið at ótolnast eftir at fáa sína helvt av felagnum. Í september í fjør hevði Ognar­felagið LÍV mist tolið, og bað tí landsstýrismannin í vinnu­málum um at taka av tí til­boði, sum TH Holding hevði uppá helvtina av LÍV. Ognar­felagið vísti millum ann­að á, at TF Holding stóð við sítt tilboð, og at tað hevði TF Holding eisini gjørt Vinnu­málaráðnum greitt í juni í fjør. Sambært keldum hjá Sosiali­num var Ognarfelagið LÍV longu tá, í fjørheyst, sann­ført um, at framtíðin var mest fruktargóð sam­ an við TF Holding, held­ur enn saman við fak­felags­ bólki­num. Komið var so langt við hesum fríggjaríi, at Ognarfelagið LÍV og TF Holding høvdu gjørt eina sína­mill­um avtalu um, Jón Brian Hvidtfeldt - Vit hava sagt tað áður, og vit siga framvegis, at vit eru áhug­að at keypa. Tað sigur Reg­in Hammer, forstjóri í TF Holding. Higartil hevur TF Hold­ ing fingið krakk, ikki minni enn tvær ferðir. Fyrst tapti fel­ag­ið kappingina við Bank­Nordik, og síðani varð felag­ið sett út á síðulinjuna, tá fa­k­feløg­ini í fjør vár bjóð­ aðu seg fram. Men fíggjarligi risin er tolin. - Vit eru sannførd um, at føroyski eftirlønar- og lívs­ trygg­inga­r­marknaðurin kann skipast betri enn í dag. Vit hava eitt boð uppá, hvussu vit skipa før­oyska marknaðin so opti­malt sum møguligt, so­lei­ðis at føroyingar fáa so lágt umsitingargjald sum møgu­ ligt tá umræður lívs­trygg­ ingar, samstundis sum full kapping verður tryggjað á pen­sjóns­økinum. Tí hava vit áhuga í at keypa LÍV, sigur Regin Hammer. Í hesi vikuni hevur hann tí enn einaferð gjørt Vinnu­ málráðnum greitt, at TF Holding er sinnað at keypa. Í TF Holding sam­ takinum er longu fyri­tøk­ an Betri Pensjón, ið rekur eftirlønar- og pen­sjóns­virk­ semi. Modellið - Vit halda okkum kunna bjóða eitt modell, ið gagnar øll­um pørtum. Eisini fak­ feløg­unum, sigur Regin Hammer. Hansara modell byggir í stuttum á at hugsa um lívs­tryggingar og pensjónir hvør sær, og skipa eitt nýtt LÍV, sum skal hava eina felags umsiting av øllum lívs­tryggingum í Føroyum. For­stjórin í TF Holding sær eisini fyri sær, at nýggja, felags lívstryggingarfelagið bjóð­ar tænastur til allar aðr­ar pensjónsveitarar á før­oyska marknaðinum. Her sipar hann eitt nú til pen­inga­stovn­ar­nar, pen­ sjóns­grunnar og møguligar pensjóns­kassar. - Lívstryggingarøkið er eitt av teimum økjum, har Føroyar eru ov lítlar til fleiri veitarar, sigur Regin Hamm­ er og heldur fram: - Uttanlanda verður sagt, at helst skulu fleiri millión­ir fólk vera fyri hvørt lívstryggingarfelag fyri at umsitingargjaldið skal vera nøktandi. Tí gevur tað onga meining at býta før­oyska mark­nað­in í tvey. Prís­á­set­ ing­in er hartil sera tengd at lógar­krøvum, sigur Regin Hammer. Hann vísir á, at alterna­ tivt verða í mesta lagi tvey feløg, sum í framtíðini koma at bjóða fram hesar tæn­ast­ ur. - Og tað dýrkar um­sit­ing­ ina, sigur Regin Hammer. Tilboðið Upprunaliga bjóðaði TF Hold­ing 33 milliónir krónur fyri helvtina av LÍV. - Tað eru eftir hondini tvey ár síðani, at vit bjóðaðu fyrstu­ferð, og nógv er broytt síðani tá, sigur Regin Hamm­er og sipar til broyttu skatta­reglurnar og kravið um at pensjónir skulu spar­ ast upp í Føroyum: - Tí mugu vit sjálvandi hyggja fyritøkuna ígjøgnum aft­ur, um tað gerst aktuelt. Men sum útgangsstøði stend­ur tilboðið við, sigur Reg­in Hammer. Forstjórin í TF Holding sigur seg ikki duga at meta um møguleikarnar fyri játt­ andi svari úr Vinn­u­mála­ráð­ num, ei heldur um nak­að svar kemur. - Nei, tað geri eg ikki. Vit virða sjálvandi, at Vinnu­ mál­a­ráðið er í dialogi við ein triðja­part, men hinvegin, um vit ikki vera partur av slíkari loysn, so eru vit gjøg­ n­um Betri pensjón altíð klár at taka kappingina upp, sig­ ur Regin Hammer. LÍV gleppur fakfel Fakfeløgini fáa neyvan loyvi at keypa helvtina av Føroya Lívstrygging, hóast Vinnumálaráðið trýstir á fyri at fáa søluna framda. Tryggingareftirlitið kann ikki góðkenna fakfeløgini sum keyparar, tí tey eru ov veik at lofta eftirlønarmilliardunum. Á síðulinjuni bíðar TF Holding við einum ítøkiligum tilboði TF Holding bjóðar - Ja, vit eru áhugað at keypa helvtina av LÍV. Tað staðfestir Regin Hammer, sum sigur seg kunna bjóða eina loysn, ið er góð fyri allar partar. TF Holding hevur í vikuni gjørt Vinnumálaráðnum greitt, at teirra tilboð um at keypa helvtina av Føroya Lívstrygging stendur við