fríggjadagur 19. apríl 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. apríl 2013 · Nr. 44
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Við lóg nr. 28 frá 29. januar
1964
stovnaði
fólkatingið
”Investeringsfonden
for
Færøerne.” Stovnsfæðið, 140
milliónir, játtaði fólkating
ið yvir 15 ár. Á føroyskum
eitur grunnurin ”Íleggingar
grunnurin fyri Føroyar.” Hes
in grunnur varð stovnaður
meðan
”Sjálvsstýrislands
stýrið” ráddi fyri borgum
(1963-1966).
Tey
fyrstu
árini
varð
grunnurin umsitin av fólka
tinginum, men í hálvfjerðs
unum komu tveir embætis
menn frá fíggjarmálaráðnum
til Føroyar við grunninum,
tað vil siga: við øllum doku
mentum, skjølum av ymiskum
slag og øllum milliónunum,
ið grunnurin tá átti. Hann,
ið hetta skrivar, var við á
fundinum í Tinganesi, tá ið
alt hetta rúgvismikla varð
handað, og kvittaði fyri mót
tøku.
Grunsins roknskaparhald
varð lagt inn á gjaldstovuna,
men roknskaparliga hevði
hann einki við landskassan
at gera.
Við kunngerð er fyrisett,
at Føroya Landsstýri velur
leiðslu grunsins, ið er eitt
5-manna stýri, sum er hægsti
myndugleiki grunsins.
Við professionellari og
skilagóðari umsiting hevur
tað eydnast at menna ílegg
ingargrunnin væl og virðiliga.
(Næstan allir landskassans
grunnar:
Vinnulánsgrunn
urin,
Veðhaldsgrunnurin,
Oljugrunnurin o.a. hvurvu í
1992). Ja, so væl, at fólkatingið
í onkrum føri hevur játtað
studning
úr
grunninum,
eitt nú uml. 400 milliónir til
útbygging av flogvøllinum
við terminali í Vágum. Annars
var grunnurin upprunaliga
ætlaður at stuðla almennar
íløgur (vegagerðir, berghol
o.a.m.) við lánveiting.
Í hesum døgum lesa vit
eina grein í fjølmiðlunum,
sum vil vera við, at tað er
grundleggjandi skeiv avgerð,
at fíggjarmálaráðharrin hev
ur játtað, at føroyingar sjálvir
skulu rinda eina eykarokn
ing upp á 28 milliónir fyri ar
beiðið har vesturi.
Greinin, sum er undir
skrivað Tjóðveldi, sigur einki
um, nær løgtingið hevur yvir
tikið Íleggingargrunnin fyri
Føroyar.
Ella er hetta ábyrgdarleyst
møsn, heilaspuni, sum onga
staðni hoyrir heima í seri
øsum politikki?
Hakin er endiliga settur í fyri nýggja miðnámsskúladepilin
í Marknagili. Uttan at fara inn í kjakið um, hvørt hetta er
rætti bygningurin og prísurin, so fegnist eg um, at mið
námsskúlanæmingarnir og starvsfólkini fara at fáa nýggjar
og góðar karmar. Gomlu skúlarnir eru nettupp gamlir, ikki
tíðarhóskandi, og harafturat eru tær niðurslitnir, serliga tí
teir hava verið ov illa røktir í mong ár.
Hetta við at halda almennar bygningar viðlíka er ein av
stóru trupulleikunum hjá føroysku myndugleikunum.
Tað tykist, sum tað er nógv stuttligari at játta pening til at
byggja nýtt, enn at viðlíkahalda ørgrynnuna av landsins
ognum.
Tað standa í dag eitt ótal av almennum bygningum, sum
eru í alt ov ringum standi. Hetta hóast talan oftast er um
karmar um arbeiðspláss hjá starvsfólkum og lestrarpláss
hjá næmingum. Leiðslur bróta í áravís landsins lógir m.a.
um arbeiðsumhvørvi, tí peningur ikki er tøkur til at syrgja
fyri røktini. Nærum hvønn mánaða frættist um partar av
bygningum, sum verða stongdir, ella um heilar bygningar,
har starvsfólk mugu flyta út, orsakað av soppi og líknandi.
Orsøkin? Manglandi játtan til viðlíkahald og umvælingar.
Avleiðingin? Alt á gosi, bráðfeingis umvælingar neyðugar.
Hetta etur burturav ella etur alla játtanina til avtalað
viðlíkahald. Tað ætlaða má útsetast, forfellur meira og so
koyrir sirkusið.
Tað sigur seg sjálvt, at tá tørvurin á játtan til viðlíkahald
og umvælingar er fleirfalt tað, sum verður játtað á
løgtingsfíggjarlógini, so má tað ganga galið. Av teimum
25,4 mió kr. sum eru settar av til viðlíkahald av landsins
bygningum í 2013, eru góðar 9 mió. kr. til Mentamálaøkið.
Hetta er alt ov lítið. Fyri at nevna úr rúgvuni, so skríggjar
bygningurin hjá MMR sjálvum eftir pengum, kanska ú ímóti
allari ársins játtan til mentamálaøkið. Fróðskaparsetrið og
Søvn Landsins hava stóran tørv á játtan til umvæling. Fyri
ikki at tala um tørvin hjá Venjingarskúlanum, sum eg hava
serligan áhugað fyri, tí børn míni ganga har.
Manglandi viðlíkahald er ikki bara ein trupulleiki í Føroy
um. Í eini frágreiðing frá Dansk Byggeri í 2010 verður
manglandi viðlíkahaldið av donskum bygningum og
anleggum viðgjørt. Tað verður staðfest, at tað ber til at
niðurraðfesta almennu bygningarnar og anleggini eina
stutta tíð, uttan at bygningarnir fáa skaða av hesum. Men
tá hetta hendir konsekvent yvir fleiri ár, so er vandi fyri, at
tað ikki er nóg mikið við viðlíkahaldi, men í staðin verður
tørvur á umvælingum. Ein greining hjá COWI vísti, at
meirkostnaðurin við at skula umvæla heldur enn at hava
javnt viðlíkahald kemur upp til umleið 30%. Tað merkir,
sigst í frágreiðingini, at donsku kommunurnar ikki bara
skumpa eina rokning frammanfyri sær, men skumpa eina
rokning, sum verður størri og størri. Og hetta er altso tað
sama, vit gera i Føroyum í dag, játta væl minni enn tørvurin
er og útseta trupuleikarnar.
Aftur til Marknagilsdepilin. Tað finst uttan iva ein frymil
fyri, hvussu nógv eigur at vera sett av til vanligt viðlíkahald
fyri at halda einum nýggjum bygningi í góðum standi.
Vónandi verður ein nøktandi viðlíkahaldsjáttan sett av til
Marknagilsdepilin beinanvegin, hann verður tikin í brúk,
so hann kann røkjast við skili til gleði fyri tey, sum skulu
húsast har.
Meðan depilin verður bygdur, er eisini neyðugt at verandi
skúlar og aðrar bygningar vera umvældir og hildnir viðlíka,
so teir ikki forfalla og krevja enn størri ábøtur, orsakað av
fleiri ára niðurraðfestingum. Ein útseting kostar meira í
síðsta enda.
Frágreiðingin kann lesast her: http://www.danskbyggeri.
dk/files/Filbibliotek/Nyheder%20og%20presse/Presse%20
og%20Politik/kommunalperformance/Budget%20og%20
Regnskab/Notater/60263.Kommunernes%20budgetter%20
og%20regnskaber.
Annika Sølvará
Stjóri í Granskingar
ráðnum
EYGA
MÁLIÐ
Nógv mist fyri hvørja
sparda viðlíkahaldskrónu
kjak
kjak
Íleggingargrunnurin fyri Føroyar
Heri Mohr
Tú skalt ongantíð bukka og
biðja um umbering fyri, at
tú stóð, júst har tú stóð ella
stendur, tá makthavarin ella
umboðsmaður hansara geva
tær eitt spark.
Tey undirbrotligu eru í
lívsins harða skúla lærd til
slikka uppeftir, men at sparka
niðureftir, um tey sjálvi skulu
fáa sum mest burturúr. Ein
sera ljót praksis. ið niðurbrýtur
virðingina fyri tí einstaka
og fyri somu rættindum og
skyldum. Og kenda 'Del og
hersk' prinsippið, sum danir
kalla tað, gerst virkið. Makt
havararnir fáa buktina og báð
ar endarnar og kunnu spæla
ymisku bólkarnir út ímóti
hvørjum øðrum.
Vit eiga heldur at forða
fyri spjaðingi og at uppbyggja
eitt sterkt samanhald, tí so
kunnu vit fremja 'mangt eitt
roysnisverki', sum tikið verður
til í sanginum: 'Saman at halda,
var ei okkum givið, tí er so lítið
burtur úr er blivið'.
Og óansæð ljótu, illoyalu og
kúgandi atferðina - verður nú
sagt - at vit skulu vera positiv:
”Takk fyri sparkið, tað føld
ist einastandandi væl, at tú
heilsaði uppá meg aftanífrá.
Skuldi tað verið eina aðru ferð,
so standi eg fegin til taks, nær
og hvar tað skal vera”.
Slikka og sparka er greið
myndatala, hvørs veruliga inni
hald - í yvirførdum týdningi
- er gerandiskostur millum
fólk á teim ymsu rókunum í
gerandis - og arbeiðslívinum,
hóast
dagligi
sjónleikurin
gevur ta fatan, at full virðing,
rættvísi og javnstøða mest
sum eru ein sjálvfylgja millum
stættirnar í Føroyum. Tí her
valdar friður og nøgdsemi,
og her verður jú í takksemi
bukka, slikka og takka hóast
tey tíðint verður sparkað. Vit
stóðu bert á skeivum stað til
skeiva tíð, verður umberandi
- og sera 'poitivt' - sagt. Og so
leiðis sleppur órætturin at
halda áfram.
Tey fáu, ið tora at sláa nev
an í borðið og seta makthav
ararnar upp á pláss, verða í
breiðum høpi skýrd negativir
kværulantar og kunnu risikera
at missa starvið. Hetta eru
annars tey, sum í orði og gerð
um geva útrykk fyri, at nokk
er nokk, og síðani eru við
til at mobilisera fjøldina til
stríð móti makthavarunum
við krøvum um virðing, fyri
jøvnum rættindum og góðum
arbeiðskorum fyri fólkið, ið
annars einans verða vird sum
makthavaranna neyðuga ar
beiðskraft, sum vinnast skal
mest møguligt burturúr, og
sum av somu orsøk skal gjald
ast so lítið fyri sum møguligt.
Vert er at leggja sær í geyma,
at tann kúgandi og útnyttandi
maktin eisini kann - og ger tað
tíðint – eins og í ævintýrunum
–
skifta
ham
eftir
tørvi.
Stundum er hon í kapitalista
hami, stundum neutral á at líta,
stundum í spekulantabúna, og
stundum vísir hon seg sum
íspegil og ofta sum ein sleiskur
politikari, men altíð við somu
ætlan: at misinformera, útnytta
og kúga so mong sum møguligt,
so nógv sum møguligt.
Og í allarflestu førum vill
leiðir pátikni skorturin, - sum
eisini mangan hevur eitt væl
líknandi einglasnýði -, hvør
ið faktisk fjalir seg handan
skortin, so mangur verður
lumpaður av útsjóndini og
føgru orðunum, ið hava eittans
endamál: at snara so mong sum
møguligt um lítla fingurin og
annars líðandi misnýta tey fyri
egnan vinning. Ikki er lætt at
hava við at gera, men tryggast
er altíð at hava skálkin við
teimum. Og best er eisini at
brúka bæði reim og seðlar, tá
teir liggja framvið eftir fongi, tí
annars kann mann vera buksu
leysur, áðrenn mann veit av.
Sjálvandi eiga vit at vera
positiv, tala væl um og enntá
rósa teimum, ið hava tað uppi
borið. Men knýtti nevin eigur
at vera á lofti, tá svik og svindil,
kúgan og manipulatión verða
avdúkað og gerast sjónlig.
Ongin ivi um tað.
Vit vita eisini, at tað eru
nógvir úlvar í seyðaskinnum.
Men langt í frá øll vita ella
geva sær far um, at mangir við
hornum og hala, og sum eisini
halda tey væl fjald, geva seg út
fyri at hoyra heima ímillum tey
útvaldu. Og á henda hátt fáa
tey nógv betri møguleikar fyri
at fremja órættvísi, so tey sjálvi
kunna skaffa sær og sínum
framíhjárætt og ríkidømi.
Skortarnir eiga at verða
skræddir av teimum, og síðani
eiga tey í stundini at verða víst
vetrarvegin, so teirra skaða
virksemi kann verða steðgað.
Í einum filmi, har onkur
spældi Pætur apostul, sá eg
– fyri mongum árum síðani –
men eg gloymi tað aldrin aftur
– at Pætur varð sligin hart á
annan kjálkan og síðani háð
aður við orðunum:
”Og nú eigur tú at gera, sum
Meistari tín lærdi tykkum, at
venda hin kjálkan til”. Pætur
vendi lýðin hin kjálkan til, og so
brast næsta slagið. Í somu løtu
snaraði Pætur sær á, í tí hann
segði: ” Men so stendur heldur
ikki meira,” og síðani bumbaði
hann teir, ið høvdu háða og
sligið hann.
So
stendur
ikki
meira,
segði Pætur, og tað eiga vit
eisini at siga aftaná spørkini,
vit fáa so ella so. Og óansæð
spørk, kúgan og háðan, so
eigur stríðið fyri rættvísi, fyri
javnrættindum og fyri brøðra-
og systralagi at verða lyft upp
gjøgnum røkurnar og standa
við og harðna, til vit eru komin
á mál.
Og tástaðni - tá slagið er
vunnið - verður tað bæði lætt,
rætt og rímuligt at verða bæði
vinarligur og positivur og sum
eina sjálvfylgju at verða nakað
fyri hvørjum øðrum.
Neyðugar broytingar krevja av tær,
at tú kallar ein spaka fyri ein spaka
Dagfinnur
Danbjørg