Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. apríl 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. apríl 2013 · Nr. 44 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tíbetur bórust tíðindi, at mentamálaráðharrin var púra greiður, tó at komm­ unu­samskipanin ikki var samd. Fólkaskúlaøkið skal verða hjá MMR! Fyri mær er tað sjálvsagt, at Mentamálaráðið varðar av lærarunum og setir út í kortið leiðreglur fyri allar næmingar og lærarar í fólka­skúlanum. Í hesum tíðum, við spar­ ingum og rationali­seringum, hevði tað verið burturvið, at latið kommununum ein­ar 3-400 milliónir til at byggja sær síni egnu smáu ‘menta­málaráð’, heldur enn at nýtt einar 10-15 milliónir at styrkja og menna bæði MMR og NÁM! Er tað so, at løgtingið í dag ætlar at lata nak­rar milliónir afturat til skúla­ verkið? Lat okkum so taka væl móti hesum peningi, og lat Mentamálaráðið nýta milliónirnar at tryggja okk­um, at sterku og fram­ fýsnu starvsfólkini halda á og framhaldandi hjúkla um framtíðar Føroyar – heldur enn at kommunurnar fáa nøkur oyru til eyka um­sit­ ing. Lærarar og leiðslur hava framman fyri sær tungar lønarsamráðingar, ið, í ávísan mun, fara at byggja á úrslitið, ið donsku starvsfelagarnir fáa burtur­úr. Sjálvsagt byggir lønar­ sam­ráðingin á ynski um lønarhækking. Haraft­ur­ at kann hugsast, at leiðsl­ urnar bera fram ítøki­liga fráboðan, at nú skal mun­ urin merkjast á skip­arum og manning. Tað kann væl vera, at høvuðsstaðarøkið hev­ ur sínar møguleikar at tryggja næmingum góða skúla­gongd, men í hesum føri er neyðugt at hugsa um allar Føroyar. Tað er alneyðugt at stuðla undir, at næmingurin í fólka­skúl­ anum – eisini uttan fyri høv­uðsstaðarøkið - hevur møguleikar at menna seg. Fyri hvørt kommunuval kann umboðanin broytast, og tá er alneyðugt, at skúlin í kommununi kennir seg tryggan, at bý- og bygdarráð hugsa um bæði klædning og innihald í skúlanum. Eg eri samdur við Heðin Mortensen, at tvíbýti ofta er tungt og tvørligt. Eg skilji eisini ynski borgarstjórans at fevna um skúlan. Tórs­ havn­ar kommuna kann spenna seg út at bjóða fram skúla­tilboð, ið bjóða øllum før­oyskum næmingum at flyta til Havnar. Men eg eri púra samdur við mentamálaráðharran, at júst skúlaøkið er ikki eitt tú leggur út til kommunurnar. Í hvussu er ikki soleiðis sum kommunurnar eru skipaðar nú. Fyri mær er rættasta loysnin, at kommunurnar samstarva so mikið, at lærarar og leiðslur altíð eru undir einum hatti. Mentamálaráðið er júst umskipað, at skúla­leiðsl­ urnar venda sær til tríggj­ ar ymiskar deildir, í mun til skipanina við einari fólka­ skúladeild. Fólka­skúla­ deild­in hevði allar næm­ ing­ar, allar lærarar og allar leiðslur í einum greið­um sam­starvi, ið nú brád­liga er býtt sundur í tríggjar deildir. Vónandi verður tað so, at MMR sendir út greiðar fráboðanir um, hvussu skúla­økið best nýtir nýggju skip­anina, og vónandi verð­ ur tað eisini so, at landsins myndugleikar stuðla und­ir at raðfesta MMR og seta fleiri starvsfólk at tryggja okkum mennandi fólka­ skúla. Ynski mítt er, at Før­oya Lærarafelag verð­ur semju­ søkjandi og sam­starv­andi at tryggja øllum, ið varða av næm­ingum og foreldrum, góðar og mennandi skúla­ dagar. Skúlin skal verða verandi hjá MMR – sjálvsagt! Jákup av Skarði Margháttlig raðfesting hjá Fólkaheilsuráðnum Hans Pauli Strøm fyrrv. Landsstýrismaður í heilsumálum Ein undarlig støða: 1) Forkvinnan í Dia­betes­fe­ lagnum greiðir frá sín­um ótta fyri øktu út­breiðsl­ uni av diabetes-2 í Før­ oy­um. Hetta ger hon í heil­ari opnu í Sosialinum undir yvirskriftini: “6000 føroyingar hava ein sníkjandi drepara”. Hon hevur eisini sera krit­isk­ ar viðmerkingar til polit­ isku niðurlagingina av við­gerðartilboðunum til dia­betes­sjúklingar. Hon vísir eisini á neyðug átøk. M.a. er hon við eini heilari síðu aftrat í sama blað, undir yvirskriftini: “Sunn­ur matur skal vera bí­lig­ari enn ósunnur mat­ ur” 2) Í sama blað er ein heil síða frá Fólkaheilsuráðnum und­ir yvirskriftini: “Dei­ ligt at vera føroyingur”, har eitt fólk frá hesum heilsu­polit­iska ráðnum eisini for­telur, at tey í Fólka­heilsu­ráðnum hava gjørt eina Face­book-síðu, har tey vilja hava okkum øll inn at fortelja, hvussu ræðu­liga gott tað er at liva í Før­oy­um. Týdningin av hesum boð­skapi hevur fólkið hjá Fólkaheilsuráðnum út­breitt seg um í øllum miðl­um nú í meir enn tvær sam­fullar vikur. Fólkaheilsuráðið er sett við lóg at virka fyri betri fólka­ heilsu í Føroyum, og at berj­ ast ímóti teim sonevndu fólka­sjúkunum, ið skaða okk­ara heilsu og dagligu til­ veru. Ein av størstu fólka­ sjúk­unum er júst diabetes-2, so sum forkvinnan í Dia­ betes­felagnum serstak­liga væl greiðir frá. Men Fólkaheilsuráðið set­ir heilt aðra dagsskrá og rudd­ar allar yvirskriftit, við at seta fólk í starv at útvega og upp­hevja gallupkanningar við boðskapinum um, hvussu ræð­uliga deiligt alt er í Før­ oyum. Eg undrist stórliga yvir hesa margháttligu rað­ fest­ingina hjá Fólka­heilsu­ ráð­num. Haldi at Fólka­ heilsu­ráðið eigur at lata reklamu­deild­ir­nar á Løg­ mans­skriv­stov­uni og Ferða­ ráð­num yvir­taka hetta merki­liga eydnu­kann­ing­ar­ virk­semið – og aftur kon­sen­ trera seg um tær kjarnu­upp­ gávur, sum ráðið – við sera av­markaðum ressursum – er sett til at røkja. Fólkaheilsuráðið varð skip­að í mínari tíð sum lands­stýrismaður og fekk til uppgávu at virka fyri at seta ta nýggju Fólka­heilsu­ ætlanina fyri Føroyar í verk. Eg frøddist yvir samstarvið við Fólkaheilsuráðið tá. Og vóni, at tit finna aftur á leið­ ina. Í hesum tíðum hevði tað verið burturvið, at latið kommununum einar 3-400 milliónir til at byggja sær síni egnu smáu ‘mentamálaráð’. Jákup av Skarði, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar Eiga at bróta almennu monopolini Helgi Abarhamsen løgtingsmaður Spurningurin um at privati­ sera almennar tænastur er aft­ur kyknaður, nú lands­ stýrið hevur lagt uppskot til fíggj­arkarmar fyri løgtingið. Í uppskotinum mælir lands­ stýrið nevniliga til at gera privatiseringar. Nakrar royndir hava verið gjørdar, bæði í Føroyum og í okkara grannalondum, at privatisera almennar tæn­ astur. Misjavnt er, hvussu hetta hevur eydnast, og ofta hevur tað verið soleiðis, at vinstrivongurin hevur víst á dømi, har privatiseringin hev­ur gingið illa, meðan høgri­vongurin hevur víst á dømi, har tað hevur ging­ið væl. Veruleikin er, at tað eru dømi um bæði væl­eydn­aðar og miseydnaðar privati­ seringar. Privatiseringin má hava eitt endamál Endamálið við eini privati­ sering er í fyrstu atløgu at bróta tað almenna mono­ polið. Harvið fáa vit kapping, og tað er til fyrimuns fyri brúkaran. Og júst tí gevur tað onga mein­ing at privatisera, um einasta broytingin er, at tað almenna monopolið verður gjørt til eitt privat mono­pol. Um úrslitið ikki verður kapping, so kunnu vit akkurát tað sama lata mono­ polið vera alment. Tað er eisini sera umráð­ andi, at privatiseringin verð­ ur soleiðis løgd til rættis, at krøv verða sett til dygd og tænastu, og at ikki alt verður ein spurningur um prís. Kappingin gagnar brúkaranum Tað er eingin ivi um, at kapp­ ingin gagnar brúkar­an­um, og tí eiga vit at privatisera, har tað er møguligt, men tað skal gerast við skili. Tað eru ikki allar almennar tænastur, sum hóska seg at verða privatiseraðar. Við tí sera avmarkaða fólka­tal­ inum, sum vit hava í Før­oy­ um, er ikki pláss fyri kapping á øllum økjum, tí tað eru nakrar almennar tænastur, sum vit ikki fáa havt fleiri av. Men har tað kann ger­ ast við fyrimuni, eiga vit at privatisera, soleiðis at kapp­ ingin kann skapa eina betri tænastu og helst eisini lægri prísir. Almenna bilparkin er eitt dømi Eitt øki sum eg ofta hugsi um, sum er væl egnað at privati­ sera, er almenna bilparkin. Almennu Føroyar eiga sera nógvar bilar. Lat okkum siga, at hvør bilur kostar einar 200.000 krónur at keypa, og hann kostar eisini nógv í rakstri. Samtíðis standa taksa­bilar ymsastaðni í land­ inum í longum røðum og bíða eftir kundum. Sjálvandi hevði borið til at gjørt góðar avtalur við privatar bilstøðir um at tikið sær av almenna flutninginum fyri ein nógv lægri kostnað. - Bilarnir standa kortini og bíða eftir at sleppa at koyra onkran túr. Sjálvandi ber ikki til at avskaffað alla ta almennu bilparkina, men eg ivist ikki í, at tað hevði borið til at lækka talið av almennum bilum munandi. Tað almenna hevði spart og bilførararnir høvdu sloppið at koyrt, heldur enn at bíða. Eisini á øðrum økjum høvdu vit kunna vunnið nógv við at privatisera. Í summ­um førum ber bert til at privatisera partar av tæn­ astuni, men lat okkum so gera tað. Uppskotið um at privati­ sera ávísar almennar tæn­ astur skal í hvussu so er fáa mín fulla stuðul – sjálvandi treytað av, at tað verður gjørt við skili. Málið eigur at vera at skifta monopolini út við fría kapping. kjak