fríggjadagur 19. apríl 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 44 · 19. apríl 2013
2
VIKUSKIFTI
Fiskur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Á Vaðhorn á Strondum framleiða tey
saltfisk, sum verður útfluttur til Suður
europa – serliga Italia og Spania.
Út ímóti hundrað fólk arbeiða á Vað
horn, har Jógvan Gregersen er stjóri og
Jens Martin Kundsen virkisleiðari.
– Síðsta ár útfluttu vit umleið 2500
tons av fiski til Spania og góð 1500 tons
til Italia, men tað skiftir eitt sindur, hvat
av londunum keypir meira frá okkum,
sigur Jógvan Gregersen.
Fiskurin frá Vaðhorn endar í
handlum, á matstovum og aðrastaðni.
Rigolo
Ein matstova, sum fær fisk frá Vaðhorn,
er Rigolo, sum liggur í miðbýnum í
Milano. Rigolo er ein hugnalig matstova
við nógvum ári á baki, og har gera tey
nógv burtur úr at bjóða sínum kundum
góðan fisk.
Ein rættur á matarlepanum er
»Baccalà Vadhorn alla Veneta con
polenta«.
Hetta er saltfiskur, sum matstovan
umvegis ein italskan umboðsmann fær
frá Vaðhorn á Strondum, og á Rigolo
eru tey sera fegin um føroyska fiskin.
Ræðuliga gott
er ræðuliga
deiligt
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Karina Lassen í Mali / Mynd: privat
klumman
Barbara
Holm
Matstovan Rigolo í Milano hevur saltfisk frá Vaðhorn
á matarlepanum – og tað sæst aftur á matarlepanum
Ætlar tú framvegis at flyta til Føroya tá tú
ert liðug at lesa? spurdi eg eina vinkonu fyri
nøkrum vikum síðani yvir ein kaffimunn
á Oyrasundi. Hon hevur altíð sagt, at hon
skal heim aftur til Føroya at búgva, men nú
var tað rungandi ja'ið broytt til eitt »tjaa, eg
veit ikki ordiliga«. Hví spyrji eg undrandi og
fjálturstungin fyri, at eg einsamøll skal heim
aftur til Føroya, meðan allar vinkonurnar vera
verandi í Keypmannahavn.
»Eg veit ikki, tað virkar sum at tað er
kaos í Føroyum, og sum eg meira ella minni
komi heim til eitt negativt og útdoyggjandi
samfelag«, sigur hon. »Tað virkar í øllum
førum so, tá ið man fylgir við í miðlunum og
lesur viðmerkingarnar undir greinunum á
teimum ymsu portalunum«.
Og mítt heimkæra lyndi kom undan kavi,
og eg royni mítt besta at siga henni, at tað er
slett ikki so ringt tað heila. Royndi at minna
hana á hvussu deiligt tað er um summarið í
Føroyum. Hvussu trygt og vinarligt tað før
oyska samfelagið er. Hvussu øll eru góð við
hvønn annan, virða hvønn annan og hjálpa
hvørjum øðrum, tá ið á stendur.
Aftaná eina løtu letur so í henni, »Ja, tú
hevur rætt. Eg má bara lata vera við at fylgja
við í tí, sum tey har heima tosa um. Eg upplivi
jú ikki tað góða við samfelagnum tá eg búgvi
her í Danmark – eg hoyri bara tað ringa«.
Hesa vikuna hava vit millum annað hoyrt
í miðlunum, at Tryggingarfelagið Føroyar
niðurleggur tvær deildir og 8 fulltíðarstørv.
Vit hava hoyrt, at løgmaður leggur ikki í, at
yvir 40 prosent ikki hava álit á honum. Vit
hava hoyrt, at Fólkaflokkurin er í tvíningum,
tí landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er
eitt slag av einaræðisharra innan sítt øki. Vit
hava hoyrt, at ES kanska fer at seta handils
forðingar í verk ímóti Føroyum. Og eg kundi
hildið fram.
Gamaní, vit skulu hava hesi tíðindi. Vit
skulu hava at vita hvat fyriferst í tí føroyska
samfelagnum – ringt sum gott. Sum Árni
Gregersen segði í Degi & Viku fyrr í vikuni.
»Vit mugu ganga út frá, at tingini eru í ordan,
og eru tey ikki tað, so mugu vit (miðlarnir)
gera vart við tað«. Tað er uppgávan hjá
miðlunum at gera vart við hesi viðurskiftini.
Men kunnu vit ikki eisini hoyra okkurt jaligt
onkuntíð?
Í sama kjakið í Degi & Viku var Fólka
heilsuráðið kritiserað fyri at gera eina síðu á
Facebook, sum eitur Ræðuliga Gott, og einans
leggja jalig úrslit fram har. Manipulatión varð
tað kallað.
Ivist ikki í, at føroyingar eru ónøgdir við
alt møguligt, eins og øll onnur fólkasløg í
heiminum eru tað.
Men eg haldi heldur ikki tað skaðar nakran
at vit seta fokus á tey jaligu tingini í Føroyum.
Sá á Ræðuliga Gott ein dagin, at ein lítil genta
hevði verið í einum bókahandli í Føroyum
ein dagin, og har skuldi hon keypa sær eina
bók hon ynskti sær. Tað vísti seg, at hon ikki
hevði ráð til bókina, tá ið hon kom fram til
kassan. Men ein kvinna aftanfyri lítlu gentuna
í køini í bókahandlinum tók hundrað krónur
úr lummanum, og rindaði fyri bókina, so tann
lítla gentan kundi fara glað út aftur, og heim
at lesa sína bók.
Hetta er kanska ikki nakað vit kunnu
blíva rík av. Tjóðin verður neyvan glaðari ella
eydnusamari. Vit fáa nokk heldur ikki vent
fráflyting til tilflyting við hesum.
Men tað er altso gott at hoyra slíkar søgur.
So kanska næsta prátið yvirum ein kaffimunn
á Oyrasundi endar við »Ja, sjálvandi fara vit
øll heim«.
So segði
hon...
Vaðhorn upp
kallað í Milano
– Sum støðan er nú, noyðast diabetis
sjúklingar bara at fara heim at googla
seg fram til, hvat tey skulu eta
Kristianna Rein, forkvinna í Diabetisfelagnum í Føroyum
Jógvan Gregersen við salfiski, sum verður útfluttur til
Italia, har eitt nú Rigolo matstovan brúkar fiskin
Matarlepin á Rigolo