Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-19, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. apríl 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 44 · 19. apríl 2013 6 VIKUSKIFTI TIPS FRÁ barbaru barbara@sosialurin.fo Fimm summarhitt Strípur allar vegir Strípurnar gera um seg í summarmótanum, og ongar reglur eru fyri hvussu strípurnar skulu síggja út. Tær kunnu vera asymmetriskar, tvørturum, í ymsum litum o.s.fr. Harumframt leggur rákið eisini upp til, at serliga kjólar og klædningar í summar lata seg í strípur. Hesi klæðini eigur Marc Jacobs. Stórar og lítlar fýrkantar Fýrkantar eru at síggja í summar í teimum mótarøttu neonlitunum. Keyp tær eina tasku, eitt belti, eina t-shirt ella eitt turriklæði við fýrkantum, og fylg rákinum. Mær dámar ikki, at buksur ella jakkar eru í fýrkantum, men eg haldi hetta er eitt vakurt rák, um tað verður nýtt í smáum nøgdum. Skínandi rák Hetta rákið er nakað heilt serstakt, og hevur ikki verið at sæð á mótapallunum í nógv ár. Nú er tað so aftur – skínandi metal lookið. Hetta rákið kann skjótt gerast ov nógv, men ein stór metal blusa ella niðurdeilur riggar væl við. Femininar blómur Blómurnar vera nærmast nýttar sum accsesories í summar, og við blómum í hárinum, á taskum, beltum, jakkum, buksum – ja, í veruleikanum øllum, gerst blóman í summar ímyndin av femininiteti. Tú kanst nýta allar hugsandi blómur, og lata blómurákið fara avstað við tær. Serstakliga dámar mær væl blómur í hárinum ella jakkar við blómuprenti. Orien­ talskan íblástur Tað orientalska hevur altíð verið ein partur av mótamyndini, og soleiðis verður aftur í summar. Rákið leggur upp til jakkar ella blusur/troyggjur við gimsteinum ella mynstrum á. Silki klæðir og bundar sandalir (sum á myndini) eru nógv at síggja. Mótagigantarnir kring heimin hava stungið út í kortið hvussu okkara summarmóti skal síggja út. Tey mest dominerandi rákini eru hvítt og neonlitir, men tað eru eisini fleiri onnur rák ávegis. Her eru nøkur boð uppá hvussu tú fylgir summarmótanum