fríggjadagur 19. apríl 2013síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 44 · 19. apríl 2013
7
VIKUSKIFTI
Hví valdi tú at gerast koyrilærari?
Tað komst av, at ein í mínari familju skuldi
hava koyrikort, og tað, tey lærdu, var
ikki nóg gott eftir mínari meining.
Um tú kundi
broytt eitt punkt í
ferðslulógini, hvat
hevði tað verið?
Eg vildi fegin broytt
øll tey, ið mótsiga
trygdini, tí tað eru
alt ov mong støð,
har lógin mótsigur
sær sjálvari. Til
dømis tann illa
lýdda skerpaða víki
skyldan, sum eingin
í Føroyum skilir.
Hvussu er føryska ferðslumentanin?
Í tí stóra og heila er føryska ferðslumentanin ógvuliga
góð, men tað eru onkrir ørvitisknokkar ímillum.
Hvat ger tú í
frítíðini?
Nokk so nógv av
mínari frítíð fer við
at spæla fótbólt,
og tað er eisini fyri
at røra seg fysiskt.
Ferðast tú nógv í egnum landi?
Alt ov lítið, tíverri, alt ov lítið.
Tá tú ferðast uttanlands, er tú tá til
aktiva feriu ella sólbað á strondini?
Sólbað á strondini er ikki akkurát eg, eg vænti, eg
smelti; so tað verður meira til aktiva feriu hjá mær.
Helst okkurt, har eg kann gera nakað sjálvur.
Hevur tú húsdjór?
Eg havi gæs og eg havi seyð, men um tú
kanst kalla tað húsdjór, veit eg ikki.
Hvat er tín
lívrættur?
Egin framleidd gás,
helst jólaaftan.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Mest fótbólti, men eisini krimifilmum,
tað er ógvuliga undirhaldandi.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Tað er country, tað er rokkur, eisini yvir
í andaligan tónleik. Stutt sagt alt tað,
ið er gott og kann frøa sinnið.
Fylgir tú við í útlendskum fótbólti?
Vit madrealistas fylgja eitt sindur við.
Hvat ger tú um 10 ár?
Vónandi tað sama, sum eg geri í dag. Um ikki
okkurt heilt løgið hendir, heldur man fast við
tað, man ger, tí talan er jú um eitt lívsstarv.
Tað var sluppin Glory Day, sum
ein fagran várdag var á Suður
landinum.
Teir høvdu fingið nógvan
fisk dagin fyri, og nú var klárt at
kasta aftur. Hýrurin var góður, tí
teir væntaðu sær nógvan fisk eis
ini hendan dagin. Og veðrið var
av tí besta.
So kemur skiparin upp á
dekkið, setur eina kolu, eina
lýsilampu, miðskips á dekkið, og
sigur: »í dag kasta vit ikki, tí í
dag er starvsfólkadagur.«
Teir gera skjótt av, taka
skiparan, tveita hann fyri borð,
og fara so at fiska.
Tað góða arbeiðslívið er at fáa
frið at arbeiða.
Frið fyri starvsfólkadøgum,
temadøgum, menningardøgum,
HR-mennarum, kóksjum.
Tað góða arbeiðslívið er
at sleppa undan at brúka
arbeiðstíðina til atkoma
hvørjumviðtvætli, byggja brýr
saman, lyfta í felag. Tað er at
sleppa at arbeiða í friði fyri
sosialari samveru, skammrósi,
starvsfólkasamrøðum, sum ikki
verða brúktar til nakað sum
helst, trivnaðarkanningum, sum
heldur ikki verða brúktar til
annað enn skuffubjálving og hjá
deildarleiðarum at samanbera seg
við aðrar deildarleiðarar.
Frið fyri allari hasari torv
moldini beint í eyguni.
Frið fyri hóttanum um upp
sagnir í vikur og mánaðir.
Gevið okkum apum við
flutningsbondini bara ein kassa
av bananum um vikuna.
Men fyrst og fremst, gevið
okkum frið at arbeiða.
Og kanska bara eitt vet av
virðing fyri tí, vit gera.
Allur starvsfólkafólka
politikkur, uttan bananirnar
sjálvandi, er vanvirðing. Vanvirð
ing fyri hugsandi fólki, sum tímir
at arbeiða.
Ella vil hava meira løn í staðin
fyri vøkur, tóm orð, sáttmálafyllu.
Fyri skjótt nógvum árum
síðani var ein sálarfrøðingur ella
okkurt sovorðið akademiskt, sum
einki hevði at gera. Vildi ikki vera
lønartrælur fyri sjey bananir um
vikuna. Men hugflogið var gott.
Hann avgjørdi at gera, at skapa
ein marknað, sum hann so kundi
liva av, og liva væl av.
Kendi nakrar stjórar og leið
arar, sum vildu hava starvsfólkið
at halda, at tey høvdu ávirkan.
Men hvussu gjørdu tey tað, uttan
at fólkið sá beint í gjøgnum teir?
Tíðin krevur tíverri, at fólkið
verður spurt og hoyrt. Hóast allar
avgerðir longu eru tiknar.
Hey, her var marknaðurin,
ein illusjónsídnaður, sum so
líðandi gjørdist ein religión, líka
so forbannað sum allar aðrar
religiónir.
Stjórar og leiðarar tora ikki
rættiliga sjálvi, duga heldur ikki,
at blása torvmold.
Tí er akademisk, vísindalig og
pseudovísindalig hjálp neyðug.
Hon kostar, gamaní, hon kostar
nógv eisini. Men tað er bara ein
mýta, at almennir stovnar ongar
pengar hava.
Teir hava so nógvar pengar, at
teir blaka pengar burtur.
Fyrr, tá ein veggur skuldi
flytast á einum arbeiðsplássi,
bleiv ein handverkari biðin, ein
tímburmaður. Nú verður minst
ein sálarfrøðingur og helst nakrir
akademikarar afturat bidnir. Tí
tað kann jú hugsast, at veggurin
er autistiskur, orsaka hevur
autismu, og tí ikki tolir at verða
fluttur.
Eingin kostnyttukanning er
gjørd. Men eg pástandi, at tað
kostar nógv og ger onga nyttu.
Nei, gamla kapitalistista prin
sippið er tað besta.
Arbeiðsgevarin leiðir og býtir
út arbeiðið. Longri er tann søgan
ikki.
Eitt arbeiðspláss er ikki ein
vælverumiðstøð.
Skiparin á Glory Day? Ja,
hann bleiv hálaður um borð
aftur, eftir at hava lovað og
gjørt eið uppá, at hann ongantíð
aftur skuldi koma við einum so
skítbýttum boðum sum at hava
starvsfólkadag í bestu fiskitíð.
Og teir kastaðu og fiskaðu
nógv eisini tann dagin. Teir
gjørdu okkurt til nyttu. Teir
høvdu ein góðan arbeiðsdag, eitt
gott arbeiðslív.
Spurdi tú teir um sosialan
kapital, høvdu teir svarað, »nei,
her er eingin sosialistur við.«
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Birgir Andersen
lagt til rættis: Leo Poulsen
Sólbað á strondini
er ikki akkurát eg
Tað sigur Birgir Andersen, koyrilærari, sum spælir
fótbólt í frítíðini, hyggur at fótbólti í sjónvarpinum
og er Real Madrid fjeppari. Og so hevur hann bæði gæs
og seyð, men ferðast tíverri alt ov lítið í egnum landi
Torvmoldstrúgv
mynd: álvur Haraldsen