mánadagur 22. apríl 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. apríl 2013 · Nr. 45
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Helgi Abrahamsen
Viðmerking síða 27
Eiga
at bróta
almennu
monopol
Hanus samró
Viðmerking síða 28
Sanni
liga kunnu
vit gleðast
Landsfundurin hjá Javnaðarflokk
inum staðfesti nú um vikuskiftið
tað, sum formaður floksins áður
hevur sagt – at flokkurin ikki fer í
samgongu við Fólkaflokkin.
Tá boðskapurin er so greiður, so
fangar borðið. Og tá flokkurin sam
stundis undirstrikar, at flokkurin er
ein samríkisflokkur, sum ikki held
ur, at Føroyar skulu úr danska ríki
num, so er Sambandsflokkurin ein
upplagdur samstarvsflokkur. Men
tað krevur so aftur, at kinkur kemur
í samstarvið millum Fólkaflokkin
og Sambandsflokkin, sum hevur
verið sera tætt síðani valið í oktober
í 2011.
Ein møguleiki er tó eitt sam
starv millum Javnaðarflokkin og
Tjóðveldi. Men tað krevur so, at
Tjóðveldi niðurtónar fullveldishug
sjónina. Tað málið kann loysast við
eini nýggjari stjórnarskipan, um
flokkarnir megna at gera semju
um tað. Tað sær tó eitt sindur svart
út, at Tjóðveldi verður við í tí breiðu
semjuni. Sum landið liggur nú tykist
bara sum um Framsókn kann taka
undir við kósini hjá Tjóðveldi.
Aksel Johannesen sigur seg ikki
trúgva upp á blokkpolitikk í Før
oyum so leingi stríðið stendur um
fleiri ásar í føroyskum politikki. Tað
var annars fyrrverandi formaður
floksins, sum setti hol á tað kjakið í
tíðargrein her í blaðnum herfyri, so
her draga núverandi og fyrrverandi
formaður ikki somu línu.
Tá ein flokkur soleiðis útilokar
samstarv við annan flokk, so kann
tað eisini merkja, at trupult verður
at koma í samgongu. Serliga um
eingin annar flokkur ger tað sama.
Vit kundu hugsað okkum, at Tjóð
veldi gjørdi tað sama. Men tað
hevur flokkurin snøgt sagt ikki
ráð til, tí so kann hann tað sama
avskriva fullveldishugsjónina, og
tað ger flokkurin ikki. Sambært
frásøgn frá aðalfundi í Eysturoyar
Tjóðveldisfelag herfyri, so vóru tey
heitari fyri »stríðinum fyri nati
onalstatinum«, enn einum reyð
um blokksamstarvi við Javnað
arflokkin. Tað lýsir helst støðuna
hjá
Tjóðveldinum
væl,
hóast
formaðurin í Eysturoyar Tjóðveld
isfelag roynir at gera sína egnu
útlegging. Men skýggjar Tjóðveldi
Fólkaflokkin, so skýggjar hann eis
ini fullveldi, og tað heldur flokkurin
valla til.
So sum vit síggja yndissamgong
una hjá Aksel V. Johannesen, so er
tað gamla heimastýrissamgongan
saman við Sambandi og Sjálvstýri.
Og jú, tú málar teg inn í ein
krók við slíkum útmeldingum.
Men eyðsæð er, at Aksle satsar
sína politisku karrieru upp á hetta,
tí valla tímir ein advokatur eina
oyðimarkargongd sum andstøðu
tingmaður.
Satsar upp á sambandið
Sum tann triði av teimum
stóru flokkunum, hevði Javn
aðarflokkurin landsfund um
vikuskiftið. Tað var ikki gam
alt, at fjølmiðlar fingu at
gongd til hesar landsfundir,
men hetta er tíbetur broytt
seinnu árini.
Miðlahúsið hevur valt at
dekka hesar fundir, sum vit
hava verið boðin við til hjá
teimum størru flokkunum.
Fyrst var tað Sambands
flokkurin, síðani Tjóðveldi,
og nú Javnaðarflokkurin.
Men tað hevur undrað
okkum, at vit hava sitið sum
einasti føroyski fjølmiðil á
hesum fundum. Tað átti í
øllum førum at verið partur
av public service skylduni
hjá Kringvarpinum at dekka
hesar
fundur,
so
fólkið
kann frætta, hvat rørir seg
í baklandinum hjá flokk
unum.
Men nú Javnaðarflokkurin
var á skránni, var øðrvísi – nú
var Kringvarpið á blettinum
við frásøgnum í øllum tíð
indasendingunum um viku
skiftið.
Nú skulu vit ikki leggja
okkum út í redaktionellar
avgerðir hjá Kringvaprinum.
Men mangan hoyra vit polit
ikarar tosa um tendentiøsan
journalistikk í Kringvarp
inum – og hesar fordómar
kyndir Kringvarpið undir við
ikki at geva øllum flokkum
somu viðferð.
Stuðlar Kringvarpið
Javnaðarflokkinum?
Vísindasiðsemisnevndin vil ikki
góðkenna FarGen verkætlanina,
fyrr enn ávísar broytingar verða
gjørdar í granskingarætlanini.
Tað boðar Vísindasiðsemis
nevndin nú frá.
– Eftirsum fleiri skeivir og
villleiðandi upplýsingar um
leiklut og støðu Vísindasið
semisnevndarinnar
til
Far
Gen-verkætlanina hava verið
frammi í fjølmiðlunum, vilja
vit hervið upplýsa, at vísinda
siðsemisnevndin eftir drúgva
og holla viðgerð av fráboðaðu
verkætlanini hevði so nógv
fyrivarni til hesa, at nevndin
tann 12. apríl 2012 boðaði verk
ætlanarleiðaranum frá, at Far
Gen-verkætlanin ikki kundi
góðkennast vegna eina røð
av óavkláraðum spurningum,
skrivar Vísindasiðsemisnevnd
in í eini fráboðan.
– Leiðararnir handan Far
Gen-verkætlanina hava síðan
kært hesa avgerð til ta donsku
Nationale
Videnskabsetiske
Komité, sum eftir núverandi
lóggávu ikki er kæruinstansur,
men sum kortini er komin
við vegleiðandi úttalilsi, sum
stuðlar avgerð Vísindasiðsem
isnevndarinnar um ikki at góð
kenna
FarGen-verkætlanina,
sum hon er.
Vísindasiðsemisnevndin he
vur saman við avslagnum fyri
einum ári síðani skotið upp, at
ávísar broytingar verða gjørdar
í FarGen-verkætlanini, so hon
møguliga kann lúka treytirnar
fyri góðkenning.
–
Men
vísindasiðsemis
nevndin
hevur
enn
einki
frætt frá leiðarunum handan
FarGen hvørki eftir avslagið
frá føroysku vísindasiðsemis
nevndini ella eftir vegleiðandi
úttalilsinum frá tí donsku Nat
ionale Videnskabsetiske Kom
ité, ið stuðlar avgerð Vísinda
siðsemisnevndinnar um avslag
uppá FarGen-verkætlanina.
Vilja ikki góðtaka FarGen
Eftir at BankNordik herfyri
lækkaði rentuna og bjóðaði
sínum kundum betri tilboð,
svarar Eik Banki nú aftur.
Bankin barberar heili
1,25 prosent oman av 1.
veðrættarlánum.
Lægsta
bústaðarrentan fer úr 5,25
prosentum niður í 4,0 pro
sent.
Eisini verður tað bíligari
at hava realkredittlán í Eik
Banka. Sonevnda bidragið
á realkredittlánum lækkar
úr 1,9 prosentum niður í 1,7
prosent.
– Vit hava nú tillagað
bygnað og útreiðslustøði
bankans soleiðis, at vit eru
før fyri at bjóða kundum
okkara væl bíligari bústa
ðarlán. Okkara langtíðar
ætlan er m.a., at fyrimunir
skulu raka so breitt sum
gjørligt, og tí hevur eitt
nú Netbankin altíð verið
ókeypis fyri allar privat
kundar í Eik, eins og vit
hava fleiri aðrar ókeypis
tænastur,
sigur
Súni
Schwartz Jacobsen, for
stjóri í Eik.
Bankin
vísir
á,
at
lækkingin av 1. veðrættar
rentuni merkir eitt nú, at
ein familja, sum situr við
eini sethúsaskuld upp á
1,2 milliónir krónur, sparir
umleið 15.000 um árið í
rentuútreiðslum.
Innlánsrentur eru eisini
fevndar av rentulækking
ini. Rentan á einstøkum
innlánskontum lækkar við
upp til 0,25 prosentstigum.
Rentulækkingin
fær
gildi 15. mai 2013, meðan bi
dragið á realkredittánum
lækkar 1. juli, tá næsta real
kredittgjalding fer fram.
Eik svarar aftur
Staðfesta útihýsinginga
av Fólkaflokkinum