Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. apríl 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 22. apríl 2013 · Nr. 45 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Er Kringvarpið kreppu til­ vitað ella bert málgagn teirra vinstrahallu? Eru tit ikki greið yvir, at einki land í Evropa (Sveis, Luxemburg og Týskaland kanska undantikið) klárar seg so væl í heimskreppuni sum Føroyar? Vit hava lítið arbeiðsloysi, lítið (og minkandi) hall á fíggjarlógini, góðan bú­ skaparvøkstur og klára at reka almennu Føroyar fyri somu upphædd í ár sum í fjør (og ætlandi næsta ár). Hví er KvF so køvandi í tykkara tíðindaflutningi? Er tað av neiligum hug­ burði? Renna tit tilvitað ørindi fyri og í samansvørjing við ta vinstrahallu and­støð­ una? Á almennum kjakfundi í ÚV-høllini 4. apríl tosaðu tit niður á landstýris- og tingfólk í samgonguni og spurdu andstøðuna leið­ andi spurningar. Hvørjum líkist tað, at tit kalla landstýris- og ting­ menn ‘mafiu’ og eyk­nevna ein landstýris­mann fyri at niðra hann? Skulu hampafólk, sum stuðla samgonguni, noyðast at gjalda KvF-gjald fyri at fáa bankað alt bjartskygni úr sær við vinstravendum tíðindum og hugburði? At tíðindaleiðarin í Kring­ varpinum, Liljan Weihe, við dirgentpinninum fær ta vinstrahallu andstøðuna og Kring­varpið at marshera í takt er forkastiligt. Á tann neyð, sum kom á KvF, tá tit noyddust at kunngera, at føroyingar eru mest nøgda fólk her á leið. Tit tráspyrja løg­mann, um tað ikki er heilt galið, at 45% av føroy­ing­um ikki hava álit á myndug­leik­ un­um. Hann svaraði nú væl fyri seg: Í politikki er býtið millum samgongu og andstøðu sum til ein fót­ bóltsdyst í Gundadal. Liljan Weihe rakti botn í kjakinum týskvøldið. Hon róði framundir, at føroyskir politikarar eru ‘korruptir’ og taka ‘mutur’. Umberingin fyri hesari illgiting er, at 22% svaraðu ‘ja’ til henda spurning! Árni Gregersen svaraði væl: Ábreiðslum um vina- og kenningapolitikk slepp­ ur einki land undan, men kor­rup­tión og mutur eru ikki ein trupulleiki í Før­ oyum. Tað er andstyggiligt, at ein ‘tíðindaleiðari’ sær føroyska vinnulívið, sum føðir og klæðir okkum øll – eisini tykkum í KvF - sum eitt ódjór og leggur tað undir mutur og korruptión av politikarum. Hvat sigur Kringvarps­ stjórin? Er tað ikki langt undir lágmark, at tíðinda­ leiðarin í KvF, Lillian Weihe, rør fram undir í kjak­sending týskvøldið, at føroyskir politikarar og vinnu­lívs­ menn eru ‘korruptir’ og brúka ‘mutur’, við teirri um­ bering, at 22% av teimum spurdu í kanningini hjá Fólka­heilsu­ráðnum um nøgd­semi illteinkja okkara fólkavaldu og breyðføðarar, at so er? Tit áttu heldur at tikið við læru og varpa hesi góðu tíðindi Opið bræv til KvF HUXA - Fólkafloksungdómur Teir ynkiligu loysingar- snultararnir Virgar T. Dalsgaard At tær ymsu sektirnar av tjóðveldis-, fullveldis- ella loysingarmonnum aldri hava havt nakran konsekvens ella samsvar millum gjallandi hatif­ull rakstrarróp og prakt­ iskar politiskar gerandis- gerð­ir er ikki nakað nýtt fyri okk­um gomlu. Vit minnast væl teir fyrstu vælgøddu »republi­kansku« øvundsjúku undirluta­menn­ inar, sum nýliga heimkomnir úr Danmark, spelknir og og danskt fóðraðir aftaná kríggið fóru at eggja við hatifullum orðum móti tí landi, sum hevði forkelað teir í fimm ár. Vit minnast væl teirra hat móti danskarum, men teirra ovurgóðsku til danskar pengar, tá ið til bar at fáa ein danskan gloypibita. Vit kunnu nevna Erlend P., Karstin Hoydal, Jákup í Jákupsstovu, D.P. Danielsen og Sigurð Joensen, sum allir t royndu at kradda til sín eftir donskum modelli, men samstundis kravdu, at eingin vanligur maður skuldi hava nakran danskan stuðul. Tá ið vanligir veljara fingu nak­ að úr Danmark, var tað ol- mussa, men fyri teir var tað ein rættur. Í nýggjari tíð, vita vit, at tá ið danskir tippingarpengar skullu útbýtast millum ung­dóm í Føroyum eru teir grádigu hvølparnir úr Unga Tjódveldið teir allar­gramm­ astu at kradda til sín, men á almennum fundum goyggja teir um,  at ”vit skullu klára okk­um sjálvi” uttan danska ”ar­móðspengar”, sum teir kalla tær veitingar, vit hava rætt til sum ríkisborgarar. mjølva skammleyst burtur av donskum blokkpengum, sum í síni tíð vóru ætlaðar goml­um, sjúkum og illa stødd­um, men kortini hava tjóð­veldis­menn á Fólka­tingi nassað sær til ein pri­vat­an blokk av donskum ”blóð­ pengum”, sum var nógv størri enn ein danskur fólka­tings­ maður helt seg kunna vera bekentan ella hava rætt til. Eftir teirra vitleysa logikki er tað bara tað vanliga fólkið, sum ikki má fáa danskar pengar. Tjóðveldistoppurin noktar sær onga danska fígg­ing, og flestir hava teir lisið í Danamark og havt eina bestu og glæsiligastu tíð i Kjøpinhavn, men nú vilja teir nokta føroyskum ungdómi at fara niður at fáa somu vilkor, sum teir fingu og dusaðu sær við í áravís. Nei , nú skullu tey ungu lesa á tí ynkiliga Heimføðissetrinum í Havn. Har høvdu teir akademisku loysingarmenninir aldrin tíma at spilt sína tíð! Tann undarligi avmynstraði loysingar-DENNIS Men nú eru aftur spildurnýggj tjóðveldis-signal úr Vági, har ein undarligur loysingar­ mað­ur við tí menska út­ lendska navninum DENNIS Holm er farin at seta nýggja tjóð­veldis­rekord í systema­ tiskari ”snultan” og og mann­ minkandi ”tjódveldisnassing” til lesandi vágbingar. Eftir høgnesiskum logikki setir Dennis rekord í manglandi sjálvbjargni og hevur ongan vilja til at klára seg sjálvur. Tað »armóðsuppskotið«, sum  hesin surrealistiski full­veldis­maður ætlar at fáa danska­n SU-stuðul til, er eftir kompleksfyltum tjóð­veldis­ leisti ekstremt skammiligt, men tað skal undirstrikast, at fyri ein skilagóðan sambands- ella javnaðarmann uttan undir­lutakenslu, er tað rein­ ur logikkur fyri einhvønn ríkisborgara og búrahønur við. Tann sambandski loys­ ingar-DENNIS vil hava vág­bing­ar at sita heima og ”snulta vid teldu”, meðan teir mót­taka »mannminkandi« undir­vísingartilfar úr Dan­ mark. Eftir høgnesiskum logikki eitt brotsverk, eftir dennisinskum leisti eitt sam­bandskt-loysingarligt columbus­egg. Einasti forútsetningurin fyri nassingina er, at man vrakar tað vitleysa ”føroyska”  persóns-nummarið, sum Høgni Hoydal í síni tíð fekk inn­ført fyri at komplicera, fløkja, problematisera  og næst­an ómøguliggera eina nor­mala kommunikatión mill­um føroyskt vinnulív, -bank­ar og persónar við aðrar stovnar/persónar í res­t­ini av Ríkinum.  At Loys­ingar-DENNIS nú er blivin so skilagóður, at hann sær, hvussu idiotiskur tann høgnes­iski knapp-erpnis- politikk­urin er, ja, tað eru stór­tíðindi, og vit kunnu bara ynskja borgarameistara- leg­galdinum DENNISI til­ lukku við, at hann er eitt satt Guds barn, ið batnar av tjóðveldisillskuni. Tað er akku­rát sum við meslingum. Man verður nógv sterkari og immunari yvirfyri Kirkju­ bíggjarmøsni og øllum stupi­ d­um fullveldistvætli seinni í lívinum. Eini sambandsk skilaráð til DENNISAR, borgarameistara: Heldur hann fram við fleiri av slíkum Petur Mohr Damsk­ um idéum og tiltøkum, skal hann vera vælkomin á listan hjá sambands- ella javnaðarmonnum til næsta valg, tí hatta er jú skilagódur politikkur fyri tey, sum IKKI hava UNDIRLUTAKENSLU fyri donskum ríkisveitingum, sum jú nettup Petur Mohr Dam vildi útvega øllum før­oy­ ingum sum teirra sjálvsagda RÆTT og ikki sum armóð, sum avstumpaðir tjóðveldis­ menn hava loyvt sær at kalla okkara donsku pengar, vit eiga at fáa sum ríkisborgarar og ikki sum gorrandi undir­ lutakenslu-befongdir breggj­ arar. Breggjarar eru jú bara kvikir omanfyri beltið! Hurrá fyri Dennisi, tjóð­ veldisnassara, men skál fyri honum sum javnaðar­taktik­ ara og sambands-logikara. Eg bresti við studentaflagginum, sum loysingarmenn ikki vildu vita av í tretivunum, og eg veittri fyri Dennisi eina viku, áðrenn flaggdagin, Um Dennis nú skal standa skúlarætt fyri sínum p-tals- guru er eitt annað mál, men vit hava ikki fólkadómstólar her ENN. Men um tær ikki- dennisinsku leivdirnar av tjóðveldisflokkinum, kann man bara siga sum Petur Mohr Dam segði um ta for­ stýr­aðu tjóðveldis-sektina: Har sum eingin er æran, er heldur eingin skommin kjak (Gorrandi braneggjað teori, men ússalig praksis)! Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo PLUS SíðUSegL 300x140cm grátt 1.499,- hópin av lekkrum summarvørum SóLSong Positión, svørt, 195x62cm 499,-