týsdagur 23. apríl 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. apríl 2013 · Nr. 46
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Málráð
frá Orðafragd
Marjun Arge Simonsen
málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum
Man tað bara var tí, at Aksel V.
Johannesen er misunniligur –
ella hvat er problemið við, at
Kári Post fær sín tunnil nú? Og
hvat ger tað, um hann kostar
800 milliónir meira? Soleið
is fáa vit tvær flugur við eitt
smekk: Kári fær sín minnis
varða, og framtíðin hjá Gamla
Sjálvstýrinum verður tryggjað.
Tí valla verður tað Kristianna,
sum bjargar gamla flokkinum
við at lata samkynd ganga í
hjúnalag. Men Kári Post verður
við statsgarantii afturvaldur,
um hann fær sett skjøtul á sín
minnisvarða fyri valið.
Og vit eiga kanska heldur
ikki at siga Kára Post ringan
fyri ikki at trúgva sínum egna
stovni, Landsverki, sum sigur,
at tunnilin kostar 800 milliónir
krónur meira við at Kári letur
privatar loysa uppgávuna. Ella
sum Kári segði við sjónvarpið:
– Eg haldi tað vera púra
fullkomiliga ógjørligt at siga,
at man trýr henni ella ikki.
Hann meinti altso við meting
ina, sum hann sjálvur gjøgnum
Landsverk hevur gjørt. Jú, tað
er sama landsverk, sum metti
um Marknagilsdepiln og rakti
50 prosent viðsíðunaav.
So tær 800 milliónirnar hjá
Aksel Johannesen kunnu eins
væl verða 200 milliónir, ella 1,6
milliard, alt eftir, hvønn veg
Landsverk roknar skeivt.
Men passandi hevði verið at
reist eina standmynd av post
manninum í rundkoyringini
undir Raktanga...
Kári trýr ikki sær sjálvum
Oddagrein
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ingrid S. Henriksen
viðmerking síða 12
Arbeiðs
fremjandi
tiltøk
Heilsu síða 8
Kenna
ikki øll
árinini
At umstøðurnar hjá fjølmiðlunum í
Føroyum ikki eru nøktandi man vera
øllum kunnugt. Hóast Kringvarpið
hevur sínar trupulleikar at dragast
við, so halda vit, at tað eigur at vera
eitt greitt býti ímillum, hvat privatir
miðlar kunnu gera, og hvat alment
fíggjaðir miðlar kunnu gera.
Vit fegnast um, at Løgtingið í
sínari tíð noktaði Kringvarpinum
at selja lýsingar á internetinum. Ein
avgerð, sum hevur – men sum ser
liga fer at fáa – stóran týdning fyri
privatu miðlarnar og harvið føroyska
miðlalandslagið sum heild.
Tað sigur seg sjálvt, at ein alment
fíggjaður miðil sum Kringvarp Før
oya als ikki skal kappast við privatu
miðlarnar um fíggjarliga grundar
lagið. Annaðhvørt fíggja vit Kring
varpið við almennum pengum, ella
mugu vit ganga plankan út og priv
atisera stovnin. Tí má politiski mynd
ugleikin taka støðu til, hvat hann vil
við Kringvaprinum.
Taka vit privatu miðlarnar, so eru
teir upprunaliga settir í verðina til
at skriva og prenta. Almennu kring
vørpini vóru fyrst sett á stovn at gera
útvarp – síðani at gera sjónvarp fyri
almennar pengar. Og soleiðis eigur
býtið at verða.
Kringvarpið hevur ikki klárað
kappingina um tíðindi á netinum.
Og gott tað sama. Tí tað skal als ikki
kappast á netinum. Hvørki um lýsing
ar ella um tíðindi. Kringvarpið eigur
at savna seg um internetið við at fáa
sendingarnar lagdar talgildar á netið
til tíðina – og annars tíðindi á skrift,
sum longu eru framleidd til útvarp og
sjónvarp.
Um alment og privat soleiðis verð
ur blandað saman, verður kappingin
skeivklað. Og tað sæst týðuliga – tí
meðan privatu miðlarnir fyri fimm
árum síðani tilsamans høvdu á leið
líka stórar lønarútgjaldingar sum
Kringvarpið, so er myndin munandi
broytt. Tí síðani tá eru lønargjalding
arnar hjá Kringvarpinum vaksnar
við út við 15 prosentum, meðan tær
hjá privatu miðlunum eru lækkaðar
út við eini helvt. Hetta vísir, hvussu
álvarslig støðan er.
Men trupulleikin kann loysast,
um privatir miðlar fáa frið at virka –
ella um vit lata marknaðarkreftirnar
virka – og almennir stovnar halda seg
vekk frá hesum marknaði við komm
ersiellum áhugamálum, so tryggjar
tað grundarlagið undir privatu miðl
unum, og harvið at vit hava ein fjøl
broyttan miðlamarknað í Føroyum.
Rættast er, at almennir stovnar
við almennum inntøkum frá øðrum
keldum als ikki hava nakran aktivitet
á internetinum, sum er í kapping við
kommersiellu miðlarnar.
Kringvarpið skal ikki selja, Kring
varpið er ein public service støð,
ein tænastustøð, sum skal tæna
fólkinum.
Fingrarnar vekk frá netinum
Tað stóðst mikið rok í kjal
arvørrinum av álopinum hjá
Kristinu Háfoss og Høgna
Hoydal á Vestergaard, sum tey
løgdu undir óregluligt virksemi
av øllum handaslag.
Í degi og viku fríggjakvøld
ið mátti Vestergaard svarað
fyri seg, har ákærurnar vórðu
tiknar fram sum sannleikar, ið
Vestergaard skuldi prógva, hó
ast Vestergaard í hesi støðuni –
fjølmiðlaetiskt – var offurið.
Tjóðveldisenninir á síðu
linjuni, Ingolf S. Olsen og Tór
bjørn Jacobsen løgdu ikki fingr
arnar ímillum. Teir hildu einki
um »slatur og sleyg og okkurt
sum hoyrdist í havnargøtum«
sum dokumentatión:
– Álvaratos, táið so ein, ið
sigur seg vera útbúnan løgfrøð
ing, staðiliga heldur uppá, at
ein landsstýrismaður skal út í
almenna rúmið at prógva, at alt
slatrið sum gongur um hann í
skýmaskotunum er ósatt, so er
onki at tosa um longur, skrivaði
Tobbi á Facebook.
– Tað finnast jú fólk sum
meira ella minni liva av at
uppfinna
sleygusøgur
um
politikarar og serstakliga um
landsstýrismenn,
sum
sita
við tí nógva valdinum. Her er
onkur sum má taka sær betri
partar fyri. Ella snýr alt seg nú
bara um at vera ein fjølmiðla
skortur fyri einnhvønn prís?
– skrivar Tobbi um formannin
og krúnprinsessuna í Tjóðveld
inum.
Tjóðveldi verjir Vestergaard
Í hesum døgum hava vit hoyrt
nógv um eitt átak, ið nevnist
“Ræðuliga
gott”.
Endamálið
við átakinum er at varpa ljós á,
hvussu gott tað er at búgva í Før
oyum. Tað eru mong, ið hveppa
seg við, tá ið tey hoyra og síggja
hesa orðing.
Í tíðindaskrivinum frá stovn
inum stendur m.a., at í Føroysku
orðabók eru dømi at finna, ið
nýta orðið “ræðuliga” á henda
hátt. - Her má havast í huga, at
í orðabókini er orðið markað
“(tlm.)”, og tað merkir, at hetta
er talumál, og tí verður mælt frá
at nýta orðið í skrift, t.e. hetta er
lágur stílur og ikki bæriligt mál.
Vit hava onnur orð, t.d. “avbera”,
frálíka”, “ómetaliga”, “ovurhonds”,
“ótrúliga” og “framúrskarandi.”
Nøkur brot av Facebook-síð
uni, ið snýr seg um átakið:“Tað
er ræðuliga gott at vera saman
við vinum”, “Vit í Føroyum eru
ræðuliga góð til at vera saman
við okkara vinum” o.s.fr. Her
verður heitt á fólk um at skriva
ymist um, hvussu ”ræðuliga
gott” tað er at búgva í Føroyum.
Sum kunnugt vikna orð,
sum í heilum verða havd á lofti,
so okkum tørvar alsamt sterkari
orð. Men í skriftmáli mugu
vit vanda okkum um málið og
serliga, tá ið tað snýr seg um
tekst, ið kemur út í almenna
rúmið.
Grundgevingin hjá stovni
num er, at orðingin mátti vera
soleiðis fyri at kunna “fanga”;
møguliga er tað andsøgnin, ið
eisini skal gera tað áhugavert.
Tað ber avgjørt til at finna orð
ingar, ið fanga, sum ikki eru lág
stílur, um eitt vist hugflog er. Tí
málið er ríkt, og tað er almikið
av orðingum til, ið eru bæriligar.
Men kenna fólk ikki málið nóg
væl, kunnu tey hava forðingar, ið
eru hugskaptar. Dømi um átøk
við væl valdum orðum: “Í menn
iskjum góður tokki”, “Tryggari á
netinum”,“Ein tími um árið”.
Hetta átakið skundar undir
og knæsetur orðingina “ræðu
liga gott” í skriftmáli. Tað er
óheppið.
Ræðuliga gott
Almennir stovnar eiga ikki
at kappast við privatar miðlar