týsdagur 23. apríl 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. apríl 2013 · Nr. 46
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
Tað vera fyrst og fremst
nótaskipini, sum skulu kon
vertera uppsjóvarkvotur til
pengar í landskassan.
Tað er greitt, nú land
sstýrismaðurin
í
fiski
vinnumálum hevur lagt
leistin fyri fiskiskapin eftir
norðhavssild og makreli.
Fiskiskapurin eftir sild og
makreli verður í ár skipaður
eftir somu lóggávu og kunn
gerð, tí í báðum føri er talan
um, at Føroyar hava ásett
sær eginkvotur.
Eins og í fjør, so verður
lagt eitt avreiðingargjald á
tvær krónur kilo á alla veiðu,
sum antin verður avreidd
uttanlands ella til útlendsk
móðurskip. Tó so at trolarar
í heimaflotanum og línuskip
sleppa við avreiðingargjaldi
á eina krónur kilo. Men
sambært teimum skjølum,
ið liggja til grund fyri leistin
hjá
landsstýrismanninum,
verður ikki roknað við at tað
stóra fer tann vegin. Yvir
skipaða ætlanin við avgreið
ingargjaldinum er at stýra
fiskin inn á føroyska arbeiðs
marknaðin.
Afturat
avreiðingar
gjaldinum er eitt veiðigjald,
bæði á makrel og sild. Her
eru tað fyrst og fremst nóta
skipini, sum skulu gjalda.
Veiðigjaldið er 0,75 krónur
kilo á allan makrel, ið nóta
skipini og ídnaðarskipini
fiska. Eisini ætlar lands
stýrið, at bólkurin ”trolarar
við rættindum uttanfyri
Føroyar” skal rinda sama
veiðigjald, 0,75 krónur kilo.
Hinvegin skal heimaflotin
sleppa undan veiðigjaldi.
Leisturin fyri sildakvotuna
er tann sami, men har er
veiðigjaldið 0,35 krónur kilo.
Sambært
roknistykki
num hjá Fiskimálaráðnum
verða tað tí nótaksipini, sum
koma at rinda størsta part
in av tí tilfeingisgjaldi, ið
landsstýrið ætlar at krevja
inn í ár. Nótaskipini skulu
rinda 55 milliónir krónur í
veiðigjaldi fyri makrelin og
21 milliónir í veiðigjaldi fyri
sildina.
Rokningin til ídnaðar
skipini er 15 milliónir fyri
makrelin og smáar fimm
milliónir fyri sildina.
Flakatrolarar, rækjuskip
og skip við rættindum í al
tjóða sjógvi skulu, sambært
leistinum hjá landsstýri
num, gjalda tilsamans smá
ar 17 milliónir í veiðigjaldi
fyri makrel og sild.
Meðan
heimaflotin
sum nevnt sleppur undan
veiðigjaldi, so roknar Fiski
málaráðið við, at trolarar
og línuskip koma at landa
nakað til útlendsk móður
skip, tí sambært skjølunum
í málinum koma tey at rinda
tilsamans fýra milliónir í av
reiðingargjaldi fyri sild og
makrel.
Heimaflotin
Samstundis sum veiðigjald
verður lagt á bæði makrel
og sild, so ásannar Fiski-
málaráðið, at tað ber ikki
til at krevja inn gjøld frá
heimaflotanum.
Í viðmerkingunum til
lógaruppskotið
skrivar
Fiskimálaráðið,
at
”raksturin hjá heimaflotan
um siglir í lutfalsliga tung
um sjógvi. Roknskaparlig
hagtøl vísa, at heimaflotin
seinastu mongu árini hevur
givið hall. Neyðugt er at
tillaga lóggávuna samsvar
andi hesum veruleika.”
Eisini
ásannar
Fiski
málaráðið, at heimaflotin er
ikki serliga væl egnaður til
uppsjóvarfiskiskap. Ráðið
skrivar, at ”heimaflotin er
tekniskt ikki so væl fyri í
rakstrargøgnum, sæð í mun
til uppsjóvarflotan. Hugs
að verður serliga um, at
heimaflotin
upprunaliga
ikki er bygdur at reka fiski
skap eftir makreli og hevur
ikki somu møguleikar at
goyma umborð og føra
veiðuna til lands.”
Jón Brian Hvidtfeldt
Helvtin til nótaskipini, og
hin helvtin til restina av
flotanum. Tað er, sagt eitt
sindur populert, leisturin
hjá
landsstýrismanninum,
sum hevur gjørt sítt upp
skot til at býta tær stóru
nøgdir av uppsjóvarfiski,
ið Føroyar hava ásett sær
sjálvum í ár. Fiskiskapurin
verður skipaður eftir lóg um
serstakar treytir fyri fiski
skap eftir norðhavssild og
makreli, umframt eini kunn-
gerð um tað sama.
Sambært býtinum fáa
nótaskipini
smá
74.000
tons av makreli at fiska í
ár. Tá eru 6000 tons, sum
eru flutt frá kvotuni í fjør,
íroknað. Nótaskipini hava,
sum tey einastu, eginkvotu.
Tað merkir, at ávíst tonsatal
verður markað til hvørt ein
stakt skip. Harafturat fáa
nótaskipini 60.000 tons av
norðhavssild at fiska, somu
leiðis sum eginkvota.
Næst størsta bitan fær
bólkurin, ið nevnist ”onnur
skip enn nótaskip, sum
høvdu rætt til fiskiloyvi til
uppsjóvarfisk í føroyskum
sjógvi”.
Hesi
ídnaðarskip
fáa tilsamans 20.000 tons
av makreli og 13.000 tons av
norðhavssild í sín part. Her
er talan um felagskvotu við
hámarki, og merkir tað at øll
skip fáa ein lutfalsliga stóran
bita av køkuni, men afturfyri
steðgar
fiskiskapurin,
tá
samlaða kvotan er uppi.
Trolarar í heimaflotanum,
í bólki-2 og bólki-4T, fáa
23.000 tons av makreli og
13.500 tons av norðhavssild.
Síðani er ein bólkur við
flakatrolarum, rækjuskipum
og skipum við rættindum í
altjóða sjógvi, sum fær til
lutað 16.500 tons av makreli
og 12.500 tons av sild.
Og í síðsta bólkinum
eru línuskip, útróðrarbátar,
garnaskip og skeljaskip, sum
fáa tilsamans 2000 tons av
makreli og 1200 tons av sild.
Í øllum bólkum, uttan hjá
nótaskipunum, er sum nevnt
talan um felagskvotur við
hámarki.
Afturat nevndu kvotum
koma 8500 tons av makreli
og 1000 tons av sild, sum
landsstýrismaðurin
kann
lata
Havstovuni
og/ella
brúka til vinnuligar royndir.
Øll upp í part
Í sínum viðmerkingum til
býtið leggur Fiskimálaráðið
dent á, at allir skipabólkar
skulu
hava
møguleika
fyri at fiska bæði makrel
og
norðhavssild.
Tó
verður bundið um heilan
fingur, tí ráðið tryggjar sær
rætt til at býta umaftur,
um tað vísir seg at fara at
knípa við at fiska føroysku
eginkvotuna. Tað skal kunna
gerast, antin við at hækka
ella taka burtur hámarkið
innan ymsu bólkarnar, ella
lata øðrum bólkum kvotuna
at fiska.
Lóggávan og kunngerðin,
ið skipar fiskiskapin eftir
makreli og norðhavssild í
summar, er liðugt smíðað úr
Fiskimálaráðnum. Lógarupp
skotið verður væntandi lagt
fyri løgtingið fyrsta dagin, og
eisini skal kunngerðin lýsast.
Býtið er gjørt
UPPSJÓVARVINNA Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur
lagt leistin fyri, hvussu tilsamans 246.000 tons av makreli og
norðhavssild skulu býtast millum føroyska fiskiflotan. Aftur í ár
verður lagt upp til, at allir skipabólkar skulu sleppa framat
Nótaskipini gjalda mest
UPPSJÓVARVINNA Landsstýrið roknar við at fáa 116 milliónir
krónur í tilfeingisgjaldi frá fiskiskapi eftir makreli og sild.
Nótaskipini, sum fáa størstu kvoturnar, skulu gjalda 76 milliónir
Soleiðis býtir
landsstýrismaðurin:
Nótaskip
(eginkvotur býttar til skipini)
73.700 tons av makreli (íroknað 6000 tons, flutt frá í fjør)
60.000 tons av norðhavssild
Veiðigjald (makrelur) 0,75 kr/kg – skal geva 55 mió. kr
Veiðigjald (norðhavssild) 0,35 kr/kg – skal geva 21 mió. kr
Avreiðingargjald (sild & makrelur) 2,00 kr/kg
– landskassin væntar 0 krónur
Ídnaðarskip
(felagskvota við hámarki)
20.000 tons av makreli
13.000 tons av norðhavssild
Veiðigjald (makrelur) 0,75 kr/kg – skal geva 15 mió. kr
Veiðigjald (norðhavssild) 0,35 kr/kg – skal geva 5 mió. kr
Avreiðingargjald (sild & makrelur) 2,00 kr/kg
– landskassin væntar 0 krónur
Trolarar í heimaflotanum
(felagskvota við hámarki)
23.000 tons av makreli
13.500 tons av norðhavssild
Einki veiðigjald, hvørki á makrel ella sild
Avreiðingargjald (sild & makrelur) 1,00 kr/kg
- landskassin væntar 3,6 mió kr
Flakatrolarar, rækjuskip, skip
við rættindum í altj. sjógvi
(felagskvota við hámarki)
16.500 tons av makreli
12.500 tons av norðhavssild
Veiðigjald (makrelur) 0,75 kr/kg – skal geva 12,4 mió. kr
Veiðigjald (norðhavssild) 0,35 kr/kg – skal geva 4,4 mió. kr
Avreiðingargjald (sild & makrelur) 2,00 kr/kg
– landskassin væntar 0 krónur
Línuskip, útróðrarbátar,
garnaskip og skeljabátar
(felagskvota við hámarki)
2000 tons av makreli
1180 tons av norðhavssild
Einki veiðigjald, hvørki á makrel ella sild
Avreiðingargjald (sild & makrelur) 1,00 kr/kg
- landskassin væntar 0,3 mió kr
Vísindaligar og vinnuligar royndir
8500 tons av makreli
1000 tons av norðhavssild
Tilsamans 143.795 tons av makreli
og 103.180 tons av norðhavssild.
Veiðigjald tilsamans: 112,6 mió. kr
Avreiðingargjald tilsamans: 4 mió. kr