týsdagur 23. apríl 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. apríl 2013 · Nr. 46
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Leo Poulsen
Her er talan um besta úrslit
hjá samtakinum nakrantíð.
Tað kundi forstjórin í TF
Holding,
Regin
Hammer,
staðfesta á tíðindafundi týs
morgunin.
Og tað eru fleiri orsøkir
til, at úrslitið í 2012 gjørdist
umleið 75 milliónir krónur
betri enn í 2011.
Talan var um eitt gott
skaðaár í fjør við lítið av ring
um veðri. Eisini góvu íløgur
nar í Bakkafrost og Grøn
landsbankan gott avkast,
eins og vit kunnu fegnast
um, at Eik Banki longu nú
hevur givið avlop. Vit skulu
minnast til, at tað eru bert
tvey ár síðani, at bankin varð
keyptur, og tað hava verið ein
rúgva av niðurskrivingum
síðani. Tó ikki so nógv í
fjør sum í 2011, sigur Regin
Hammer.
Finansiel Stabilitet átti
fyrsta rætt til vinningsbýti
í Eik Banka á 105 milliónir
krónur, og tað hevur bankin
so goldið í 2013 við rentum,
so endaliga talið gjørdist 122
milliónir krónur.
Góða úrslitið í fjør merkir,
at eginpeningurin hjá TF
Holding nú er farin upp um
tvær milliardir, sigur Regin
Hammer.
Tryggingarfelagið
Før
oyar hevði eitt avlop á 60,1
milliónir
krónur,
meðan
Betri Pensjón hevði eitt hall
á 2,5 milliónir krónur. Hetta
seinna var tó roknað við
longu í 2007, tá Betri Pensjón
varð stovnað.
Hallið er minkað ár undan
ári, og mett var tá, at felag
ið skal geva yvirskot í 2013,
altso í ár, sigur Regin Hamm
er.
Upplýst var á tíðinda
fundinum, at Betri Pensjón
í dag hevur umleið 15% av
marknaðinum, men at eitt
fakfelag longu hevur gjørt
avtalu við Betri Pensjón og
tvey onnur eru á veg.
122 milliónir
Í leiðslufrágreiðingini verður
sagt soleiðis:
»Úrslitið fyri 2012 gjørdist
væl betri enn mett við hálv
árið 2012. Orsøkin er, at inn
tøkurnar frá kursjavningum
á kapitalpørtum hjá samtaki
num eru munandi størri enn
væntað, meðan inntøkur frá
øðrum virksemi eru á leið
sum væntað.
Gongdin
í
skaðatrygg
ingarvirkseminum var rætti
liga góð við fáum stórum
skaðum, sum einans í heilt
fáum førum raktu okkara
endurtryggingar. Úrslitið hjá
skaðatryggingarvirkseminum
eftir skatt gjørdist eitt avlop
uppá 60,1 milliónir krónur.
Pensjóns- og lívstrygg
ingarvirksemið er framvegis
í menning. Úrslitið fyri 2012
gjørdist eitt hall uppá 2,5
milliónir krónur, eftir skatt.
Stórar broytingar vórðu gjør
dar í pensjónslóggávuni, her
undir í skatting av pensjóns
inngjøldum frá 1. januar 2012,
sum ávirkaðu inntøkurnar
hjá øllum pensjóns- og lívs
tryggingarmarknaðinum.
Peningastovnsvirksemið
hevði eitt avlop uppá 76,8
milliónir krónur eftir skatt,
eftir at 61,8 milliónir krón
ur vóru avsettar til niður
skrivingar uppá lán og ogn
ir
annars.
Aðalfundurin
í Eik Banka P/F avgjørdi
tann 13. mars 2013 at út
luta vinningsbýti uppá 122
milliónir krónur, sum sam
bært
avtalu
millum
TF
Holding P/F og Finansiel
Stabilitet A/S fult út verð
ur
goldið
eigaranum
av
A-partabrøvunum
í
Eik
Banka P/F, sum er Finansiel
Stabilitet A/S. Aðalfundurin
samtykti eisini, at frameftir
hava øll partabrøvini somu
rættindi«.
Skaðar minkaðir aftur
Eitt av aktivunum hjá TF
Íløgum, er Grønlandsbanken,
har felagið eigur 15%.
Har hava vit verið í í tígg
ju ár, og eisini har hava vit
sæð eitt gott úrslit. Við 15%
eru vit samstundis eisini
størsti eigarin, sigur Regin
Hammer.
Eitt annað av virksemi
num liggur í Bakkafrost.
Virksemið í Bakkafrost
hevur gingið ógvuliga væl,
og har hava vit sæð ein kurs
vinning í, sum eisini ger mun
í samlaða úrslitinum, sigur
Regin Hammer.
Felagið hevur tó valt at
niðurskriva domisilu ognir
nar.
Hetta skal tó síggjast sum
at vit eru varnir. Talan er
um domisilu ognirnar, tað
vil siga teir bygningar, har
vit sjálvir halda til. Talan er
ikki um Hotel Føroyar og
Hotel Tórshavn, sigur Regin
Hammer.
Gongdin í árinum innan
tryggingarvirksemi
var
rættuliga góð við fáum stór
um skaðum. Eftir at talið av
skaðum í 2011 øktist upp í
umleið 14.300, tá ódnin Ber
it raktið landið, er talið aftur
fallið til umleið 8.900 skaðar,
sum er nakað undir skaða
talið fyri meðal skaðaár.
Tryggingarinntøkurnar
í 2012 gjørdust 351 milliónir
krónur, sum er nakað minni
enn í 2011, tá inntøkurnar
vóru 367 milliónir krónur.
Minkingin uppá 16 milliónir
krónur í inntøkum skyldast
í stóran mun, at skip, sum
felagið tryggjaði, eru farin
úr flotanum, umframt at
príslækkingar eru framdar.
Úrslitið
hjá
Trygging
arfelagum
Føroyum
fyri
2012 varð eitt yvirskot á 60
milliónir krónur í mun til
eitt yvirskot uppá 4 milliónir
krónur í 2011.
Eik avlop
Stórar
broytingar
vórðu
gjørdar í pensjónslóggávuni,
herundir í skatting av pen
sjónsinngjøldum
frá
1.
januar 2012, sum ávirkaðu
inntøkurnar hjá øllum pen
sjóns- og lívstryggingarmark
naðinum. Hóast hetta vuksu
tryggingargjøldini hjá Betri
pensjón. Samlaðu trygging
argjøldini fyri 2012, írokn
að innskot og pensjón flutt
frá øðrum feløgum, vóru 77
milliónir krónur ímóti 124
milliónir krónur í 2011.
Tilgongdin av nýggjum
kundum helt áfram í 2012. Við
árslok vóru 7.521 persónar
skrásettir kundar ímóti 3.221
í 2011. Hetta merkir, at umleið
30 % av øllum lønmótakarum
í Føroyum eru nú kundar hjá
Betri pensjón.
Samlaða
avkastið
av
partabrøvum í 2012 var 10%,
meðan avkastið av lánsbrøv
um var 4%.
Rakstrarúrslitið hjá Betri
pensjón í 2012 eftir skatt varð
eitt hall á 2,5 milliónir krónur
ímóti einum halli á 7 millión
ir krónur í 2011. Mett verður,
at ársúrslitið hjá Betri pen
sjón fer at javnviga í 2013.
Longu annað virkisárið
eftir endurstovnanina av
Eik Banka er úrslitið vent frá
halli til 77 milliónir krónur í
avlopi eftir skatt. Fyri skatt,
niðurskrivingar og javnan av
kapitalpørtum varð úrslitið
130 millióónir krónur í avlopi.
Fíggjarstøða
bankans
javnvigar við 8,2 milliardir
krónur, samanborið við 7,8
milliardir krónur við árs
lok 2011. Eginognin er 1,3
milliardir krónur, meðan inn
lán eru 6,5 milliardir krónur.
Innlánini eru økt síðan árs
lok 2011 og eru hægri enn
útlánini, sum við árslok 2012
vóru 4,9 milliardir krónur.
Solvensurin hjá banka
num er 23,3%, sum skal
síggjast í mun til ein mett
an solvenstørv upp á 12,6%.
Gjaldførið er eisini gott.
Bankin hevur ein yvirdek
ning upp á 297% í mun til
lógarkravið.
Metgott ár hjá TF Holding
Samtakið kunngjørdi ársroknskap sín fyrrapartin týsdagin, og kundi
vísa á eitt metgott úrslit á 263,594 milliónir krónur