Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. apríl 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 24. apríl 2013 · Nr. 46 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Byrja yrkisleiðina í Eik Hug til avbjóðandi og spennandi útbúgving í eini mennandi og modernaðari fyritøku? Eik sóknast eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum næmingum Sum næmingur í Eik verður tú partur av einum væl samansettum starvs fólkahópi, har hvør á sín hátt er við til at mynda Eik. Vit leggja dent á toymisanda og ábyrgdartilvitan. Vit líta á hvønn annan og stuðla hvør øðrum. Næmingatíðin Í Eik fært tú eina fjølbroytta og avbjóð andi útbúgving innan nútíðar peninga stovnsvirksemi. Tú fært kunnleika til at veita kundum okkara ráðgeving og tænastur í einum professionellum og kundavendum umhvørvi. Næmingatíðin er 2 ár. Krøv Umsøkjarar skulu hava lokið HH, students, HF- ella tilsvarandi prógv. Næmingar, ið taka prógv í summar, eru eisini vælkomnir at søkja. Fleiri upplýsingar um næmingastørvini fáast við at venda sær til Margrethu Rustin Heinesen, tel: 348514, teldupostur: mrh@eik.fo. Les meira á www.eik.fo og www.18-25.fo. Send umsókn við avriti av próvskjølum umvegis heimasíðuna, ella til adressuna nevnda niðanfyri, so hon er okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 7. mai 2013. Eik Banki P/F ‘Starv’ Postboks 34 110 Tórshavn Teldupostur: starv@eik.fo www.eik.fo Meitilberg.com Roknskaparfólk til Fast-handlarnar Effo søkir eftir einum dugnaligum roknskaparfólki til Fast-handlarnar Vit leita eftir einum roknskaparfólki við hollum kunnleika og royndum, at standa á odda fyri roknskapinum hjá Fast-handlunum. Tú kemur samstundis, at verða ein partur av roknskapar- deildini hjá Effo og soleiðis at luttaka í dagliga arbeiðinum á deildini. Tú kemur, at hava tætt samskiftið við starvsfólk á Fast-handlunum og annars ymsastaðni í fyritøkuni. Tú kemur at vísa til roknskaparleiðaran. Eisini hevur tú leiðslu- ábyrgd av einum fólki. Tú hevur ábyrgdina av dagliga bókhaldinum, herundir: • skuldarum og ognarum • gjalda kreditorar og avstemningar • at kunna starvsfelagar um fíggjar- og roknskaparskipanina • gera mánaðarroknskapir og aðrar fíggjarligar uppgerðir • leggja fíggjarætlanir • ad-hoc uppgávir Herumframt verður tú ein týðandi liður í leiðslu- kunningini til leiðarnar fyri Fast-handlunum. Tín vangamynd Tú hevur hóskandi arbeiðsroyndir og útbúgving innan roknskap. Umframt neyðuga kunnleika til bókhald og roknskap hevur tú eitt jaligt sinnalag og dugir væl, at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum. Tú arbeiðir við nærlagni og heldur tíðarfre- istir. Tú hevur góðar tøkniførleikar, og tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við Navision/ Attaine fíggjar- og roknskaparskipanini. Umsókn og setanartreytir Vit bjóða eitt ábyrgdarfult starv við fakligum og persónligum avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi. Vit miðja eftir, at seta starvið skjótast gjørligt. Løn, eftirløn og starvstreytir annars eru í samráð við leiðsluna. Arbeiðsstaðið er á høvuðsskrivstovuni á Óðinshædd 3, Tórshavn. Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Menning Geyti, roknskaparleiðara, tlf. 34 35 26 ella 28 16 88. Umsóknir, saman við prógvum, CV og møguligum ummælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin, hin 6. mai 2013 og sendast umvegis teldupost til: mge@effo.fo Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Stutt um Effo-samtakið Effo veitur orku til føroysk húsarhald, virkir og stovnar umframt til føroysk og útlendsk skip í Føroyum. Felagið eigur stóra terminalin í Fuglafirði, Effo Bunkers, har skip úr øllum heiminum bunkra. Somuleiðis veitir felagið føroyskum og útlendskum skipum oljuúrdráttir í útlendskum havnum og á høvunum. 14 bensinsølustøð eru í okkara kervið, har 7 Fast-handlar eru knýttir at. Í dag arbeiða uml. 200 starvsfólk undir Effo-merkinum, har høvuðsskrivstovan er á Óðinshædd í Tórshavn. Pf. Effo Postboks 3098 110 Tórshavn Tel +298 34 35 00 Fax +298 34 35 01 www.effo.fo