Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-23, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. apríl 2013síða 30

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

l ý s i n g a r • a p r í l 2 0 1 3 tunnilsblaðið Sosialurin 2 unavík R Fjølbroytt vinnu- og handilslív Borgarstjórin bjóðar vælkomin – At vinnan hevur fleiri bein at standa á, og at handilslívið spennir víða og er fjølboytt, fegnast vit um, sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen, sum bjóðar øllum vælkomnum, nú tunnilsdagur stundar til At handilslívið er ein týðandi partur av virkseminum í einum býi, er ein tunnilsdagur eitt gott dømi um. Ein slíkan dag, sum leygardagin komandi, tá ókeypis verður at koyra gjøgnum báðar undirsjóvartunlarnar, er tað serlig handilslívið, sum spílar seg út, og dregur fólk til sín. – Jú, eg haldi so avgjørt, at tey, sum skipa fyri í økinum, veruliga ger nakað fyri at seta handilslívið á breddan og royna at fáa fólk út í okkara øki at vitja og handla. Tað sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen, sum heldur, at handlarnir í Runavíkarøkinum hava eitt rímiliga breitt útboð av vørum og tænastum at bjóða. – Tað er gleðiligt, at bæði handlar og tey, sum samskipa henda partin av virkseminum, bjóða økið fram, tá slíkir dagar eru, leggur hann aftrat. Nógv byggivirksemi Eins væl og borgarstjórin fegnast um handilslívið, fegnast hann eisini um ríka og fjøltáttaða vinnuvirksemið í økinum. – Í løtuni er nógv byggiarbeiði, bæði innan felagsvirksemi við fimleikarhøll og skótahúsi, serstovnaøkið við depli til fjølbrekað og vinnuvirksemi við sjóvar­ málan, har stóra alifyritøkan Bakkafost byggir út. Magnus Rasmussen heldur, at Runavíkarøkið í síni heild hvílir á rímiliga breiðum vinnugrundarlagi við fiska­virkis­ vinnu, sum tíverri er í einum aldudali í løtuni vegna vantandi rávøru, skipavinnu, smiðju-og byggivirksemi og fjøl­táttaðum handilsvirksemi. Nú tunnilsdagur verður leygardagin, har ókeypis er at koyra gjøgnum báðar undirsjóvartunlarnar í eitt samdøgur, bjóðar borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen, øllum – bæði nær og fjar – hjartaliga vælkomin í økið. – Vit gleða okkum altíð til hesar dagar, tá fólk vitja í økinum, og eg ivist onga løtu í, at handilslívið er til reiðar at taka væl ímóti og fegnast um hvørja einstaka vitjan. Magnus Rasmussen sigur, at tey, sum vitja í Runavíkarøkinum, eisini kunnu síggja, at nógv virksemi er í økinum í løtuni. – Eg haldi, at Runavíkarøkið í síni heild hvílir á rímiliga breiðum vinnugrundarlagi, og handilslívið spennir seg eisini út, sigur borgarstjórin – Vit fegnast um hvørja einstaka vitjan á tunnilsdegnum, sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen