Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-23, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. apríl 2013síða 32

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

l ý s i n g a r • a p r í l 2 0 1 3 tunnilsblaðið Sosialurin 4 unavík R Renna fyri heilsu á tunnilsdegnum Góður »gamaldags« basarur á Glyvrum Leygardagin 27. apríl klokkan 14 skipar Roysnið fyri heilsurenning, sum byrjar við Løkin í Runavík og heldur fram eftir gøtuni við Toftavatn Tað verða fyrrverandi NSÍ-leikarar, sum fara at draga hjólinum á árliga basarinum, sum verður á Glyvrum leygarkvøldið Ítróttarfelagið Roysnið sigur, at øll eru vælkomin at luttaka í renningini leygar­ dagin. – Tey, sum ætla sær at verða við, skulu møta við Skúlan við Løkin beint fyri klokkan 14 leygardagin 27. apríl. Síðan verður farið eftir gøtuni niðan á Toftavatn og runt lítla vatn, ið er hitt fyrra og minna vatnið, tú kemur til. Lagt verður aftrat, at fólk sjálvi kunnu gera av, hvussu ofta tey vilja renna runt vatnið. Fleiri tilboð Ítróttarfelagið Roysnið varð endurstovnað í februar í ár og arbeiðir fyri at menna frælsan ítrótt – og serliga renning – í Eysturoy. Roysnið skipar fyri nøkrum føstum kappingum, eitt nú FM í 10 km., Eystanstevnurenning, Runt Agnið og Nýggjárshálvmarathon. – Haraftrat skipa vit fyri heilsurenning leygardagar klokkan 14 frá Skúlanum við Løkin og felags túrum sunnumorgun klokkan 9.30 frá ítróttarhøllini í Runavík. Roysnið sigur, at arbeitt verður við at útbyggja tilboðið av venjingum og tiltøkum, og her verður eitt nú hugsað um interval- venjing. Leygarkvøldið 27. apríl klokkan 19 skipar NSÍ fyri góðum basari í fimleikarahøllini í Glyvra skúla. Í nógv ár hevur NSÍ skipað fyri einum árligum basari, og onnur ár hevur hevur til­takið verið í ítróttarhøllini í Runavík. Nú umfatandi byggiarbeiði fer fram við ítróttarhøllina, er avgjørt at flyta basarin í fimleikar­høllina á Glyvrum. Góðir vinningar NSÍ sigur, at nógvir góðir vinningar verða at vinna á basarinum. Úr rúgvuni kann nevnast fartelefon, robot­dustsúgvari, 40 tumma flatskíggi, málningur, kúlugrill, leikur og nógv annað. Tað verða fyrrverandi NSÍ-leikarar, sum fara at draga hjólinum, og um stundir verða til tess, koma teir at hugleiða um onkran dyst, sum teir minnast serliga væl. NSÍ sigur, at ein høvuðsvinningur verður drigin fyrstu ferð klokkan 20 leygarkvøldið, og síðani verða høvuðsvinningar drignir hvønn fulla tíma. Á basarinum í fimleikarhøllini í Glyvra skúla verður eisini høvi at keypa kaffi og góðar køkur. – Vit gleða okkum at síggja nógv fólk á árliga basarinum hjá okkum, sigur NSÍ. – Vit bjóða øllum – bæði nær og fjar – hjartaliga vælkomin í økið, nú tunnilsdagur verður leygardagin, sigur borgarstjórin Mynd: Vilmund Jacobsen Í ár verður árligi basarurin hjá NSÍ í fimleikarhøllini í Glyvra skúla, og klokkan 19 fara fyrrverandi NSÍ- leikarar at snara hjólinum fyrstu ferð Haldið byrjar klokkan 15, tá ítróttarfeløg og skótar fara at ganga skrúðgongu. Heldur flaggrøðu Tað verður Annleyg Lamhauge, sum fer at flyta fram røðu, og Nes sóknar Musikkfelag fer at spæla og seta sín dám á haldið. Eftir skrúðgongu, røðu og hátíðarligan hornatónleik, bjóða KFUM-skótarnir við Løkin kaffi og køkur. Annleyg Lamhauge flaggrøðu í Runavík Sum siður er, verður flaggdagshald á torginum sunnanfyri býráðsskrivstovuna hjá Runavíkar kommunu hósdagin – flaggdagin – 25. apríl Sum siður er, verður aftur í ár skipað fyri flaggdagshaldi á torginum við býráðsskrivstovuna hjá Runavíkar kommunu