týsdagur 23. apríl 2013síða 36
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
l ý s i n g a r • a p r í l 2 0 1 3
tunnilsblaðið
Sosialurin
8
unavík
R
Í morgin 25. apríl skal Effo-liðið hjá NSÍ
taka ímóti EB/Streymi við Løkin, og longu
sunnudagin 28. apríl er avbjóðingin HB,
eisini á heimavølli.
Tað hevur ikki skorist nakað serligt hjá
NSÍ higartil í landskappingini í ár, og eftir
seks umfør hevur Effo-liðið 8 stig.
Vert er tó at bíta merki í, at liðið hevur
fingið fult stigatal í tveimum teimum seinastu
dystunum, nevniliga móti B36 á heimavølli
og móti AB á útivølli. Hini bæði stigini eru
vunnin í javnleikum móti TB á Tvøroyri og
07 Vestur í Vágum.
Í byrjanini av landskappingini tapti NSÍ
fyrst móti Víkingi og síðan móti KÍ.
Sjálvur heldur venjarin, Abraham Løkin,
at teir hava leikt betri dystir enn teir báðar
seinastu, sum teir vunnu.
– Øll hava vit ein dreym um vakran og
elegantan fótbólt, men í seinasta enda eru
tað stigini sum telja. Eg vil siga, at bæði í
dystinum móti B36 og síðan móti AB leiktu
vit meiri »ópoleraðan« fótbólt, og í hesum
báðum førunum fingu vit fulla úrtøku.
Full segl
Abraham Løkin ivast onga løtu í, at báðir
teir næstu dystirnir á heimavølli vera truplir.
– Hetta eru tvær stórar avbjóðingar slag.
Hóast EB/ Streymur enn ikki hevur fingið
tey nógvu stigini, eru vit onga løtu í iva
um, at liðið fer at koma fyri seg og fer at
blanda seg. Hinvegin liggur HB í løtuni í
oddinum við 14 stigum.
Venjarin vísir á, at hetta eru tvær stórar
uppgávur, sum liggja fyri framman, men
fyribils hevur hann valt at konsentrera seg
fult og heilt um ta fyrru uppgávuna, EB/
Streym á heimavølli flaggdagin.
– Á heimavølli fara vit ikki eftir javnleiki,
men eftir øllum trimum stigunum. Vit fara
at seta øll segl, og vit fara í báðum teimum
komandi dystunum at »fighta« til seinasta
bríksl. So, fáa vit at síggja, hvussu langt tað
røkkur, leggur hann aftrat.
Skapa meiri
Í landskappingini í Effo-deildini í fjør endaði
NSÍ niðanfyri miðjuna, og málið í ár er at
røkka einari betri plastering enn í undan
farnu kapping.
– Vit halda, at vit hava eitt hampiliga
gott lið. Kanska spæla vit eitt sindur øðrvísi
fótbólt í ár enn í fjør við tað, at dentur
verður lagdur á at skapa meiri – ella, at
sleppa longur niðan á vøllin. Tað tekur tíð
at fáa spælið at hanga væl saman.
Abraham Løkin vísir á, at tað nyttar so
lítið at spæla væl dyst eftir dyst, um eingi
úrslit spyrjast burtur úr.
– Neyðugt er, at spælið er ein kombina
tión millum góðan fótbólt og úrslit. Okkara
menn kunnu sjálvandi fara hampiliga væl
nøgdir av vøllinum, tá liðið hevur spælt væl,
tó at vit taptu, men í seinasta enda verður
eingin glaður, um vit ikki eisini fáa stigini í
hús, sigur hann.
Ógvuliga spentur
Abraham Løkin sigur, at bæði hann sjálvur
sum venjari og hansara menn á liðnum eru
ógvuliga spentir upp á avbjóðingarnar, sum
liggja næst fyri framman.
– Ja, hetta verður ógvuliga spennandi,
og vit fara at gera okkara til, at hetta verða
tveir góðir dystir. Í løtuni hugsa vit bara um
dystin móti EB/ Streymi – og slett ikki um
hina seinnu avbjóðingina, sigur venjarin,
sum eigur nógv ár tilsamans í NSÍ og sum
nú aftur hevur tikið um stýrisvølin sum
venjari hjá Effo-liði felagsins.
Tað eru heimligir leikarar sum manna
besta liðið hjá NSÍ í ár og einastu leikarar,
sum ikki hoyra heima í Runavíkar-økinum,
eru skálamenninir, Andras Frederiksberg og
Jónhard Frederiksberg, sum tó eru í somu
kommunu.
– So, vit kunnu við rímiliga røttum siga,
at talan bara er um lokalar kreftir, sigur
Abraham Løkin.
Tað verður »fight« til síðsta bríksl
Fjølbroytt konsert
í Glyvra skúla
Teir næstu dagarnar hevur besta liðið hjá NSÍ
tvær stórar avbjóðingar á heimavølli. Venjarin,
Abraham Løkin, sigur, at liðið fer á vøllin við
tí fyri eyga at vinna báðar dystirnar. – Vit fara
at seta øll segl, og vit fara í báðum dystunum
at »fighta« til seinasta bríksl, sigur hann
Í kvøld – mikukvøldið 24. apríl klokkan 19.30 –
hava Nes Sóknar Musikkfelag og Fuglafjarðar
Hornorkestur konsert í fimleikahøllini í Glyvra Skúla
Nes Sóknar Musikkfelag hevur mangan
spælt konsertir saman við øðrum orkestrum,
og hesaferð verður tað saman við
Fuglafjarðar Hornorkestri.
Kenneth Jones stjórnar Nes Sóknar
Musikkfelag, og Kjell Orseth stjórnar
Fuglafjarðar Hornorkestri.
Konsertin í Glyvra skúla í kvøld er liður í
fyrireikingunum hjá orkestrunum báðum til
árligu musikkstevnuna, sum hesaferð verður
í Skúlanum við Løgmannabreyt næsta
vikuskifti.
Tað er Havnar Hornorkestur, sum fyri
skipar Musikkstevnuna í ár.
Fjølbroytt skrá
Skráin fyri kvøldið í kvøld er fjølbroytt.
Til musikkstevnuna hava orkestrini vant
fleiri ymisk løg sum skulu vísa, hvussu
væl orkestrini megna at spæla ymisk og
fjølbroytt tónleikasløg – alt frá siðbundnum
marsjum og klassiskum tónleiki til
fosturlandsløg og lættari tónleik.
– Dámar tær hornorkesturtónleik, er
avgjørt vert at seta eina løtu av til konsert
ina í kvøld klokkan 19.30, siga Nes Sóknar
Musikkfelag og Fuglafjarðar Hornokestur.
Skráin fyri konsertina í fimleikarhøllini í
Glyvra skúla í kvøld verður fjølbroytt - alt
frá siðbundnum marsjum og klassiskum
tónleiki til fosturlandsløg og lættari tónleik
– Neyðugt er, at spælið er ein kombinatión millum góðan fótbólt
og úrslit, sigur Abraham Løkin, venjari hjá NSÍ
– Í løtuni hugsa vit bara um dystin
móti EB/Streymi flaggdagin – og
slett ikki um avbjóðingina móti HB
sunnudagin, sigur venjarin