Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-23, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. apríl 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

l ý s i n g a r • a p r í l 2 0 1 3 tunnilsblaðið Sosialurin 10 unavík R Ein býur sløkkir ikki klokkan 17 Bassi við nýggjum Á handli á Glyvrum Magnus Rasmussen, borgarstjóri, harmast um, at gistingar-og matstovuvirksemi í Runavíkarøkinum ikki er ein aktivari partur í býarmyndini Tað var rættilig rokan í nýggja Á handlinum á Glyvrum, tá latið varð upp seinasta leygardag. – Eg hevði slett ikki væntað, at so nógv fólk fóru at støkka inn á gólvið hendan dagin, sigur Bassi Haraldsen – Tað er spell, at vit ikki hava fleiri gistingar-og matstovutilboð í økinum, og tað hevði glett meg, um onkur tók stigið til at lata Sjómansheimið uppaftur. Tað sigur Magnus Rasmussen, borgar­ stjóri í Runavíkar kommunu. Hann harmast um, at Sjómansheimið í Runavík framvegis er stongt og eingi tilboð hevur at bjóða. – Tað er neyvan lætt at reka slíkt virk­ semi, men tað eigur heldur ikki at vera ómøguligt. Brúk er ivaleyst fyri arbeiðs­ samum og ágrýtnum fólki við góðum hug­skotum, um tað skal bera til at reka slíkt gistingar-og matstovuvirksemi. Borgarstjórin vísir á, at neyvan kunnu saman­beringar gerast við eitt nú Sjómans­ heimið í høvuðsstaðnum, sum seinnu árini hevur blómað. – Men, hóast okkara viðskiftagrundarlag er nógv minni enn í Havn, eigur okkurt at bera til her hjá okkum eisini. Borgarstjórin er samdur við Torbjørn Jacobsen, sum eisini er býráðslimur í Runavíkar kommunu um, at ein býur eigur ikki at sløkkja klokkan 17, tá vanligur arbeiðs­dagur er lokin. – Jú, tað er spell, at gistingar-og mat­ stovu­virksemi í okkara kommunu ikki er ein aktivari partur í býarmyndini, sigur Magnus Rasmussen sum vónar, at okkurt skilagott fer at spyrjast burtur úr á hesum øki, áðrenn langt um líður. – Hóast okkara viðskiftagrundarlag er nógv minni enn í Havn, eigur okkurt at bera til her hjá okkum eisini, sigur borgarstjórin Mynd: Vilmund Jacobsen Nýggi Á handilin hjá Kristian Suna Haraldsen, vanliga róptur Bassi, er í hølunum, har Bónus-handilin á Glyvrum hevur húsast í fleiri ár. – Handilin er dagførdur úr enda í annan. Alt er nýtt, diskar, hillar, kølarar og ljós. Bassi sigur, at í byrjanini eru 12 fólk knýtt at handlinum á Glyvrum, og hann heldur, at hetta sær ógvuliga spennandi út. – Tey 12 fólkini, sum eru sett til at taka sær av tí dagliga, eru nýggj í fyritøkuni, og flestu hava ikki arbeitt í matvøruhandli áður. Her eru soleiðis nýggj og dugnalig fólk við nýggjari avbjóðing. Hann sigur, at tá lýst varð eftir fólki til nýggja handilin á Glyvrum, fekk hann ein heilan hóp av umsóknum. – Stórur áhugi er fyri handlinum, og hetta sást ikki minst, tá vit lótu upp seinasta leygardag. Eg hevði ongantíð torað at droymt um, at so nógv fólk fóru at møta upp. Ja, eg vil næstan siga, at tað var »sjúkt«, sum hann brosandi tekur til. Men, eingin er fegnari enn handils­ eigarin fyri dyggu undirtøkuna, sum handilin longu nú hevur fingið. Bestu tilboðini Bassi og hansara fólk fara at gera alt fyri, at viðskiftafólk fáa góðar og frískar vørur, góð tilboð og góða tænastu. – Vit vilja vera leiðandi við feskum døgurðamati hvønn dag. Vit samstarva við Krás í Hósvík, haðani vit fáa nýggjar kjøt­ vørur – nýskorið og nýmalið – hvønn dag. Kristian Suni Haraldsen sigur, at Á handilin á Glyvrum soleiðis hevur størsta úrvalið av feskum døgurðamati, størsta úrval frukt og grønum, og hann fer eisini at gera alt fyri, at handilin fer at hava mest viðkomandi gerandistilboðini til húsar­ haldið, sum hann tekur til. Nýggi Á handilin á Glyvrum hevur opið allar dagar – undantikið sunnudag – frá klokkan 9 til 22. Myndirnar eru tiknar, tá nýggi Á handilin á Glyvrum læt upp seinasta leygardag