týsdagur 23. apríl 2013síða 44
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
l ý s i n g a r • a p r í l 2 0 1 3
tunnilsblaðið
Sosialurin
16
agar
V
Vilmund Jacobsen
Við íblástri úr Íslandi fer Íverksetarahúsið í
Klaksvík at seta gongd á hugskots- og ar
beiðsskapandi tiltakið ”StartUp vikuskiftið”,
sum tað verður rópt.
- Vit fara í 2013 at skipa fyri trimum slík
um átøkum runt um í landinum, og byrjað
verður í Vágum.
Tað sigur Íverksetarahúsið.
Í Vágum fegnast tey á Kunningarstovuni
um, at fyrsta StartUp-tiltakið verður í Vág
um, og tey leggja dent á, at tiltakið er
ókeypis.
Frágreiðing um tiltakið
”StartUp Vikuskifti” er eitt altjóða netverk av
íverksetum, ið ynskja at birta, læra og styrk
ja einstaklingar, bólkar og samfeløg.
- Hugskotið er at geva íverksetum áræði
og eitt netverk til at føra teirra hugskot út í
veruleikan.
Íverksetarahúsið sigur, at dentur verður
lagdur á at uppbyggja ein íverksetarahug
burð, kveikja størri íverksetaraanda og
at uppbyggja eitt produktivt netverk kring
landið.
StartUp Vágar
Fyrsta StartUp vikuskifti verður hildið á 62N
Airport Hotel sum vit kalla ”StartUp Vágar”.
Tiltakið er fyri øll tey, sum hava eitt hug
skot, ella sum kundu hugsað sær at ment
sína fyritøku og annars til fólk, sum hava
áhuga fyri íverksetan og vilja vera við til at
byggja nakað upp.
Byrjað verður fríggjakvøldið 10. mai
klokkan 19 við íblástri og hugskotsmenning.
- Allar góðar kreftir úr vinnulívinum í
Vágum og annað gott fólk koma at hjálpa
til sum luttakarar, birtarar og vegleiðarar,
sigur Íverksetarahúsið.
Tey, sum vilja hava meiri at vita um
StartUp Vágar-tiltakið kunnu venda sær til
Íverksetarahúsið á tlf. 459700.
Í Vágum fegnast tey um hetta høvi, sum
Íverksetarahúsið hevur tikið stig til, og tey
vóna, at hugurin at luttaka verður stórur.
”StartUp Vágar” vikuskiftið 10.-12. mai
Íverksetan, innovatión og kreativitetur eru nøkur av nýggjastu hugtøkunum, sum verða brúkt
um at skapa nýggjar vinnur og framburð, serstakliga tá tosað verður um útjaðaran