Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-23, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. apríl 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

l ý s i n g a r • a p r í l 2 0 1 3 tunnilsblaðið Sosialurin 18 agar V Nýggjur bussur til Giljanes Prýði bjóðar tær á gátt Nú tunnilsdagur verður leygardagin, bjóða Jacobina Petersen og Sonja Johannesen, sum eiga og reka gávuhandilin Prýði á flogvøllinum, tær á gátt. – Vit hava okkurt til øll, bæði kvinnur og menn, siga tær báðar Tað er ikki á hvørjum degi at spildurnýggir bussar verða keyptir til ferðafólkaflutning. Meðan bussarnir hjá bygdaleiðum eru nøkulunda nýggir, eru flestu touristbussarnir rættiliga gamlir. – Tí hevur tað stóran týdning at fáa nakrar nýggjari bussar til touristkoyringjna, soleiðis at vit kunnu fáa vælnøgd ferðafólk, sum fegin vilja vitja okkum aftur. Niels O. Joensen vísir á, at eisini føroyingar eru farnir at ferðast nógv í egnum landi, og teir hava eisini tørv á góðum bussum. Um alt landið Hann sigur, at nýggi bussurin hoyrir heima í Vágum, men kemur at koyra runt allar Føroyar við ferðafólki. – Nú prísirnir í Vágatunlinum eru lækkaðir munandi, er tað eingin forðing fyri, at bussar úr Vágum kunnu koyra um alt landið. Um veturin skal bussurin, sum tekur 51 ferðandi, koyra skúlabørn í Vágum. – Nýggi bussurin er av slagnum MAN. Tað eru rættiliga nógv ár síðani, at ein spildurnýggjur MAN bussur er skrásettur í Føroyum. Niels O. Joensen vísir á, at ein nýggjur MAN bussur kom í 1979 til býarkoyring í Klaksvík, sigur Niels O. Joensen frá ferðavinnufyritøkuni Á Giljanesi. Í nógv ár hevur handilin Prýði verið á flogvøllinum í Vágum, tó ikki øll árini undir sama navni. Tað var, tá Jacobina Petersen og Sonja Johannesen, sum báðar búgva í Miðvági, keyptu handilin í 1990, at tær valdu sær hetta navnið. – Sum navnið sigur, selja vit ymiskar gávulutir, og her eru bæði smúkkur, taskur, ferðataskur og mappur, bæði til kvinnur og menn. Jacobina Petersen sigur, at handilin eisini selur Rosendahl-stell og litríkt Mikkalina-Glas, sum er vorðið eitt trend. Hon sigur, at Prýði eisini hevur nógv pløgg úr ullavørum og tógv, sum føroyskir veitarar bjóða. – Vit hava soleiðis ymiskar ullavørur og tógv, bæði hjá Snælduni, Sirri og Navia, leggur hon aftrat. Forvitnisligur handil Jacobina Petersen sigur, at tað eru bæði føroyingar og útlendingar, sum keypa í handlinum á flogvøllinum. – Vit hava opið vanligar handilstíðir, og vit hava eisini opið við allar fráferðir. Føroyingar, sum ferðast um flogvøllin, eru óførir at keypa, og vit hava eisini nógvar útlendskar gestir. Haraftrat hava vit eisini lokal viðskiftafólk í oynni, sum vit eru sera fegin um. Okkurt til øll Hon sigur, at Prýði er ein gávuhandil, har øll kunnu finna okkurt, sum tey hava brúk fyri ella vilja eiga. – Í útboðnum hjá okkum er eisini ymiskt smyrsl av merkinum Nilens Jord, ið nógv spyrja eftir. Hetta fæst bæði sum smyrsl, putur og varrastift, leggur hon aftrat. Jacobina Petersen sigur, at nú tunnils­ dagur verður leygardagin, fara tey at taka sær av viðskiftafólki, sum koma í Vágar. – Vit merkja altíð, tá tunnilsdagur er, og vit gleða okkum at taka ímóti verandi og nýggjum viðskiftafólkum, sum skulu vera hjartaliga vælkomin á gátt, sigur hon. – Nú prísirnir í Vágatunlinum eru lækkaðir munandi, er tað eingin forðing fyri, at bussar úr Vágum kunnu koyra um alt landið, sigur Niels O. Joensen frá ferðavinnufyritøkuni Á Giljanesi – Vit royna nú at spíla okkum út til at taka ímóti teimum nógvu gestunum, sum koma til Føroyar í summar, sigur Niels O. Joensen frá ferðavinnufyritøkuni Á Giljanesi í Vágum