Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. apríl 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. apríl 2013 · Nr. 48 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Hann tørnaði inn hós­kvøld­ ið við ryggi, og tí var hann árla á fótum Dýra Biði­dags­ morgun. – Ja, eg var uppi um 6.30 tíðina, so eg setti meg við teld­una og fann Casino spæl­ið fram á Bet365. Eg tók kjansin og setti 500 krónur á spælið og so trýsti eg, sigur 20 ára gamli Hákun Andrias Hansen. Hetta var ein einaferð møgu­leiki. – Rakti eg einki, so vóru tær 500 krónurnar roknar, sigur Hákun Andrias Han­ sen. Men pengarnir vóru væl farnir, nógv betur, enn hann í fyrsta umfari hevði torað at vóna. – Eg sá, at tað komu 20.000 krónur upp, so eg var so hjartans fegin, tí tá hevði eg vunnið hesar 20.000 krón­ urnar umframt tær 28.000, sum eg vann miku­dagin, sig­ ur Hákun Andrias Han­sen. Hann hevur ikki spælt so leingi. – Tað munnu vera einir tveir mánaðir síðani, at eg byrjaði at spæla inni á Bet365, men í mun til tey flestu var tað ikki í kortspæli, at eg vann. Eg havi alla tíðina spælt inni á tí, sum eitur Casino, og so fór eg eftir tí spæl­inum, har jack-pot'uri var størstur, sigur Hákun Andrias Hansen. Hann hevur onkuntíð áð­ur vunnið smærri upp­ hæddir, og einaferð vann hann 8.000 krónur. – Men tær tók eg ikki út, eg spældi tær burtur aftur. Men tá eg so vann hesar 28.000 krónurnar mikudagin, gjørdi eg av, at taka tær út. So tú kanst hugsað, at eg gjørdist glaður, tá eg helt, at eg hevði vunnið 20.000 krónur aftrat, sigur Hákun Andrias Hansen. Hvat fyri rest? Tað hendi so tað, at Hákun Andrias fekk eina uppringing frá einum umboði frá Bet365. – Teir ringdu fyri at kanna eftir, at tað veruliga var eg, sum hevði vunnið. Eg kundi so vátta fyri teimum, at talan var um rætta kotuorðið, og eg bað teir bara flyta mær tær 20.000 krónurnar, sigur Hákun Andrias Hansen. Tá so umboðið frá Bet365 spurdi, hvar hann so ætl­aði at gera við restina av peng­ un­um, stóð hann mest sum kánus. – Eg fekk so spurt, hvussu nógv tað snúði seg um, og so segði hann 2,9 milliónir krón­ur. Eg veit ikki, hvat eg hugsaði. Eg haldi, at eg hugs­aði als ikki, sigur Hákun Andrias Hansen. Tað gekk tí ein góð løta, áðrenn tað gekk upp fyri 20 ára gamla nólsoyinginum, hvat tað var, ið júst var hent. – Tá tað var gingið upp fyri mær, at eg knappliga var blivin millióningur, fór eg beina leið yvir til ein vin­ mann at reypa eitt sindur, og so fóru vit annars til Havnar at feira tað, sigur Hákun Andrias Hansen. Sigi ikki upp Tá Sosialurin fekk orðið á hann leygardagin, var bert gott døgn liðið, síðani hepna trýstið á einarmaða tjóvin, og hann hevði ikki havt stundir at hugsa nærri um, hvat nú skuldi henda. – Eg havi hugsað nógv um at fara til Danmarkar á musikkskúla, og tá er gott at hava eitt oyra at falla aftur á, sigur Hákun Andrias. Men tað finnast ongar villar og stórar ætlanir hjá nólsoyinginum. – Nú havi eg júst keypt mær eina nýggja harmoniku, annars kundi tað verið ein møguleiki at keypt eina ordi­ liga flotta harmoniku. Og kanska fari eg eisini at keypa mær ein bil, sigur Hákun Andrias Hansen. Hóast bert 20 ára gamal, og hóast hann júst hevur vunn­ið smáar tríggjar milli­ ónir, hevur Hákun Andrias bæði bein­ini væl plantað á jørðini. – Nei, eg fari ikki at siga upp, svarar hann avgjørdur, tá hann verður spurdur, um Frank Hellisdal og Maskin­ grevstur nú skal út at leita eft­ir nýggjum arbeiðs­ manni. Hann lúrir kortini eftir nøkrum, eftir stóra vinn­ing­ in. – Tað kundi hugsast, at eg keypi onkra veltiútgerð til eplaveltu ella eitt rótakál, sigur Hákun Andrias Han­ sen. Hann fær peningin út­gold­ nan í bitum á 99.999 krónur, men allur vinningurin verð­ur útgoldin samstundis. Skatt­ urin er vanliga goldin, tá upp­ hæddin verður upplýst, so 20 ára gamli nólsoyingurin, Hákun Andrias Hansen, sum er kendur millum har­ monikufólk fyri at spæla saman við Regin Jacobsen, kann vænta 2,93 milliónir krónur at rapla inn á kon­ toina fyrsta dagin. Helt hann vann 20.000 men Hákun Andrias vann 2,9 milliónir Hann sá ikki beinanvegin á netinum, at vinningurin var størri enn tær 20.000 krónurnar, so tá Bet365 ringdi og spurdi, hvar hann so skuldi gera við restina av pengunum, mátti hann spyrja, hvussu nógv tað var Hákun Andrias Hansen hevur ongar ætlanir um at siga starvið hjá Maskingrevstur upp og seta seg framman fyri telduna at sæla casino Mynd: Álvur Haraldsen