Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. apríl 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. apríl 2013 · Nr. 48 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Í seinastu viku leveraði Am­ nesty International fleiri enn 70.000 undirskriftir til Evropa-Parlamentið við kravi um, at ES londini virða rætt­ indini hjá flóttafólki. Am­ nesty heitir á tey europeisku londini at gera ein felags flóttafólkapolitikk. – Tá vit harta europeisku londini, er tað natúrligt eis­ ini at spyrja okkum sjálvi og okkara fólkavaldu, hvørja ábyrgd Føroyar sum land hava í samband við flóttafólk. Sum minsta krav mugu vit sum land fyrihalda okkum til henda altjóða trupulleika, og øll tey mannarættindabrot, sum eru orsøkin til, at vit hava 42 milliónir flóttafólk í heiminum. Hon heldur, at tað er ein trupulleiki, at Føroyar ikki hava eina almenna støðu til flóttafólkaspurningin. - Nevndin hjá Føroya deild ynskir at taka henda spurning upp, tí mann meinar ikki, at hesin spurningur er nóg væl viðgjørdur í Føroyum. Vit vita heilt einfalt ikki nóg nógv um evnið, og tað er ikki nøktandi, sigur Katrin á Neystabø. Í hesum sambandi hevur Amnesty Føroya Deild gjørt ein film, sum vísir, hvat før­ oyingar og føroysku politik­ ararnir halda um flótta­fólka­ spurningin. Lýsir spurningin politiskt Filmurin, sum er næstan átta minuttir til longdar, er fyrst og fremst gjørdur fyri at lýsa politiska landslagið í Føroyum í samband við flótta­fólka­spurningin. Í film­in­um luttaka umboð fyri flokkarnar, har tey greiða frá, hvør teirra støða er til flótta­ fólk. Harafturat eru eisini vanligir borgarar við í film­ inum, har teir siga sína hugs­ an um Føroyar og flótta­fólk. – Evnið er viðkomandi, nú útlendingamál skulu yvir­ takast og í samband við, at Integrasjónsálitið varð fram­ lagt í Løgtinginum í februar í ár. Flóttafólkaøkið hevur stórt sæð ikki verið umrøtt í hesum sambandi, og tað er nakað, sum vit í Amnesty Føroya Deild undrast á, sigur Katrin á Neystabø. Í Integrasjónsálitinum frá 2011 verður í skjali 2 sett spurnatekin við, um tað er ráði­ligt at yvirtaka flótta­ fólkaøkið saman við saman við útlendingamálum, men Katrin á Neystabø heldur, at tey fægstu vita, hvat hetta merkir. – Í álitinum verður spurn­ ar­tekin sett við,um Før­oyar skulu yvirtaka flótta­fólka­ økið, men vit í Amnesty hava eftirlýst, hvat politikararnir sjálvir halda, og hvør er næsti leikur í hesum máli. Borgarar í Føroyum at rætt at vita, hvussu politiska lands­lagið í Føroyum sær út, tá tosað verður um fólka­ flóttaspurningin, og hvønn veg vit ætla okkum sum land. Ymisk á máli Í filminum kemur greitt fram, at øll umboðini fyri flokk­arnar halda, at Føroyar hava eina altjóða ábyrgd hvat í flóttafólkum viðvíkur. – Allir flokkarnir halda, at vit hava eina moralska ábyrgd, men tey eru ymisk á máli um, nær og hvussu vit skulu taka ábyrgd og umsita flótta­fólkaøkið. Filmurin vís­ ir, at Tjóðveldi og umboð fyri Sambandsflokkurin halda, at Føroyar eiga at taka ábyrgd, meðan hinir flokkarnir ikki eru so sannførdir. Men at vit mangla vitan um økið, tað er púra greitt, sigur Katrin á Neystabø og heldur fram: – Onkrir politikarar halda, at vit eiga at verða ein sjálvstøðug tjóð, áðr­enn vit taka okkum av flótta­ fólka­økinum. Aðrir eru av tí fatan, at vit skulu yvirtaka út­lendingaøkið fyrst og arbeiða við at gerast betur at integrera fólk, sum koma higar at arbeiða ella at vera familjusamanførd, áðrenn vit yvirtaka flóttafólkaøkið, tí flótta­fólkaøkið er so krevj­ andi, greiðir Katrin á Neysta­ bø frá. Hon vísir á, at føroyingar sum heild vita alt lítið um, hvat tað krevur, at móttaka flóttafólk. – Vit vita ikki rættiliga, hvat tað inniber eitt nú um­ sitingarliga og løg­frøðiliga, at vit fáa flóttafólk til Føroya, og tað er millum annað tí, at vit ikki hava eina almenna støðu til flóttafólkaspurningin. Men hetta ynskja vit nú at fáa betur innlit í, sigur Kat­ rin á Neystabø og leggur aft­ urat: Í løtuni er tað Danmark, sum tekur sær av flóttafólkum fyri okkum, og vit eiga eisini at seta spurnatekin við, um Danmark megnar hesa upp­ gávu. Danska deildin hjá Amnesty International hevur eina røð av atfinningum til donsku stjórnina í samband við flóttafólkaøkið, sigur Katrin á Neystabø. Nevndin hjá Amnesty Før­ oya Deild fer at viðgera flótta­fólkaspurningin á al­ mennum tiltaki 2. mai, tá fe­lags­skapurin eisini hevur aðal­fund. Á tiltakinum fáa fólk høvi at síggja filmin um Før­oyar og flóttafólk. Nýggjur filmur um Føroyar og flóttafólk - Í samband við at útlendingmál eru á politisku dagskránni, eiga Føroyar eisini at hava eina almenna støðu til flóttafólkaspurningin. Vit kunnu ikki bara venda blinda eyga til hendan partin av útlendingaøkinum. Tað sigur Katrin á Neystabø, virkandi aðalskrivari í Amnesty Føroya Deild, sum hevur tikiði stig til at gera ein føroyskan stuttfilm, sum skal kunna føroyingar um evnið. AMNESTY heitir á ES: 1. At fólk við mørkini verða handfarin við virðing. At teirra rættindi verða vird tá eftirlit við landamørkini verða framd. Og tá tey verða send av aftur landinum. 2. At tryggja fólkunum rætt at søkja um friðskjól 3. At børn mugu ikki vera hildin í varðhaldi bert tí tey royna at koma inn í landið 4. At fólk ikki eru fyri misnýtslu og harðskapi einans tí tey tilflytarar - tað verið seg flóttafólk, tilflytarar ella fólk, ið søkja friðskjól. • 18.000 menn, kvinnur og børn eru deyð kring mørkini til Evropa síðani 1988. • 1500 fólk druknaðu eftir hættisligar ferðir í Miðalhavinum í 2011. • 42 milliónir flóttafólk eru í heiminum • 14% av øllum flóttum liva í ES londum. Fakta