mikudagur 21. apríl 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 75 - 21. apríl 2004
Nr. 75 - 21. apríl 2004
35
Missiónshúsið við
Landavegin
Hóskvøldið kl. 20 Møti.
Lívdin
í Hoyvíkar skúla
Sunnumorgunin á familju-
møtinum kl. 10.30 talar Jóhan
Syderbø um evnið »Orð Jes-
usar á krossinum (4)« og á til-
biðjanarmøtinum talar Jógvan
Zachariassen um »Nehemias:
maðurin við góðum Gudi«.
Barnaansing er fyri børn
undir skúlaaldur á báðum
møtunum. Sunnudagsskúli er
kl. 12. Drekkamunnur er
millum møtini.
Týskvøldið kl. 20 Bøn og
bíbliutími, undirvísing um
Opinberingina. www.livdin.fo
Samkoman Rhema
Mikukvøldið kl. 20 Bønar-
møti.
Fríggjakvøldið kl. 20-22 JC
Teens.
Leygarkvøldið kl. 22 Bønar-
nátt.
Sunnumorgunin kl. 11 Møti
og sunnudagsskúli. Á møtin-
um verður biðið fyri sjúkum.
www.rhema.fo
Meinigheitin í Hoyvík
uppi á Brekku 3
Hóskvøldið kl. 20 Ungdóms-
møti v/ Jóhan P. Johannesen.
Evnið: At bíða í tolni.
Leygarkvøldið bøn í býnum
kl. 21.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti v/
Jóhan P. Johannesen.
Mánakvøldið kl. 20.30 Bønar-
møti.
Mikumorgun kl. 7 Bønarmøti.
Hebron, Argir
Í kvøld kl. 20 verður bíbliu-
tími og bønarløta. Páll Poul-
sen talar um Ísak og Rebekku
(1. Mós. 24). Ein hin vakrasta
myndin av Kristusi og
samkomuni. www.hebron.fo
Ebenezer
Mikudagin kl. 17.30 Awana
fyri børn í 1., 2. og 3. flokki.
Kl. 20 Bønar- og uppbygging-
armøti.
Hósdagin kl. 20 Kvinnu- og
Ungdómsmøti.
Fríggjadagin kl. 21 Teen-
Night.
Sunnudagin kl. 10 Breyðbrót-
ing, kl. 12 Sunnudagsskúli,
kl. 18 Evangel. møti,
Siloakórið luttekur. Øll eru
vælkomin. www.ebenezer.fo
Frelsunarherurin,
Tórsgøta 19
Mikudagin kl. 15 Bønarmøti,
kl. 17.30 Títtlingasangur, kl.
18.30 Barnarøddir venja, kl.
19.30 Menn samlast.
Hósdagin Heimaforbundið –
fyri allar kvinnur.
Sunnudagin kl. 11 Møti, fam-
iljutímin byrjar við drekka-
munni aftaná flaggdags-
skrúðgonguna kl. 16. Skótarn-
ir skipa fyri.
Katólska Kirkjan
Hvønn gerandisdag kl. 17.30
Orðsins tænasta v/ kommuni-
ón í Kerit.
Leygardag kl. 11.30 Orðsins
tænasta v/ kommunión í
Kerit.
Sunnudagin kl. 11 Orðsins
tænasta v/ kommunión í
Mariukirkjuni.
Sunnudagsskúli kl. 14.
Síðsta sunnudag í hvørjum
mánaði verður tilbiðjan av tí
Heilaga Sakramentinum í
Mariukirkjuni frá kl. 15-18.
Serliga vilja vit biðja fyri
okkara meinigheit og tí henni
tørvar. »Ver her og vak við
mær. Vak og bið«!
Meinigheitshúsið
Mikukvøldið kl. 19 venur
Meinigheitskórið.
Hóskvøldið kl. 20 Ungdóms-
møti.
Fríggjakvøldið kl. 19.30-21
Juniorhugni.
Leygardagur kl. 9.30-12 For-
eldur og børn hittast.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Familjumøti
v/ Jákubinu og Kim Hansson.
Tórshavnar
Hvítusunnusamkoma
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11.00: Morg-
unmøti og kl. 18.00: Evangel-
iskt møti. Øll eru vælkomin.
Filadelfia Landavegur 22
Í dag kl. 17 Bøn, kl. 19 Delli.
Fríggjakvøldið kl. 20 Ung-
dómsmøti v/ Rúna Rasmussen
»Hvør er Jesus«.
Leygardagin kl. 17 Landsbøn.
Sunnudagin kl. 11 Møti v/
Kurt Christensen, kl. 11.50
ABC v/ Jacobinu Jacobsen,
evnið: »Dópurin í Heilaga
Andanum« 2. partur, kl. 18
Familjumøti.
www.filadelfia.fo
Lívsins Orð, Saltangará
Húsbólkarnir møta í kvøld kl.
20 hjá Nicolinu Hansen og
Maivør Jacobsen.
Sunnudagin kl. 10.30 Møti.
Mánadagin kl. 17 TIM 5, kl.
20 Ungdómsmøti. Øll eru
vælkomin.
Keldan, Skálafirði
Mikukvøldið kl. 20 Felags
húsbólkamøti.
Leygarkvøldið Opið hús kl.
21 við Símun Absalonsen.
Sunnudagin kl. 11 Morgun-
møti við Paula Høj. Evangel.
møti kl. 19. Barnamøti kl. 11.
Vælkomin í Kelduna.
Missiónshúsið í Skopun
Í kvøld kl. 20 Bíbliutími. Øll
eru vælkomin.
Betania, Skopun
Í kvøld kl. 20 Bønarmøti.
Vælkomin í Betania.
KFUM & K, Klaksvík
Mikudagin kl. 20 Bíbliutími
v/ Hanus Lassen matt. kap.
11.
Fríggjakvøldið kl. 21 Opið
hús.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 17.30 Bønar-
løta, kl. 18 Møti við Øssur
Kjølbro, kl. 21 Ungdómsmøti.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
www.kuff.fo
Getsemane, Klaksvík
Mikukvøldið kl. 20 Bønar-
møti.
Fríggjakvøldið kl. 20.30
Hugnaløta fyri ung.
Sunnumorgunin kl. 11 Møti.
Soli Deo Gloria
Mikukvøldið kl. 20 Bønar-
møti.
Hóskvøldið kl. 20 Ungdóms-
møti.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti.
Aglow, Klaksvík
Møti verður á Soli Deo Gloria
leygarkvøldið kl. 20.00. Allar
kvinnur eru hjartaliga
vælkomnar.
Frelsunarherurin í Vági
Í kvøld kl. 19 Junior-
soldátamøti.
Betel, Vágur
Ónsdagin kl. 20 Uppbygg.
fundur.
Tilhaldið
í Tórsgøtu 21, tlf. 316491
Opið er mánadag 10.00-
18.00. Týsdag-fríggjadag kl.
10.00-17.00.
Drekkamunnur er at fáa
hvønn dag, eins og bløðini
eru til taks.
Mánadagur 19. apríl
kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja
Danielsen
kl. 10.30 Veving á loftinum
kl. 14-18 Kortspæl, telving,
landastrok og onnur spøl
Enn eru nøkur pláss eftir til
Norratúrin 2.-10. aug.
saman við sandoyingum.
Tilmeld. 316491
Týsdagur 20. apríl
kl. 10-11.30 Sangur, Jóhann
R. Jacobsen. Øll eru
hjartaliga vælkomin
kl. 15 Frásøgn, Jákup
Lindenskov
Mikudagur 21. apríl
kl. 10-12 Skeið í hekling,
Marita Thorsteinsson.
kl. 15 Vitja framsýningina í
Lítluvík
Hósdagur 22. apríl
kl. 10.30-11 Fimleikur, Sonja
Danielsen
kl. 14-17 Telduprát, Brandur
Petersen
kl. 14 Fundur fyri pensioner-
aðum sjúkrasystrum
kl. 14-17 Boccia í kjall-
aranum
Fríggjadagur 23. apríl
kl. 10-17 Opið hús
kl. 14-17 Skeið í hekling,
Marita Thorsteinsson
Tað er altíð ein krókur í Til-
haldinum – um tygum ikki
fáast við nakað ítriv. Vit
ynskja at øll skulu kenna seg
vælkomin.
Tilhaldið Hugnin
í Sandoynni
Tilhaldið í Sandoynni er opið
mánadag og mikudag frá kl.
14-17. Báðar dagarnar er
drekkamuður at fáa. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Mikudagin 21. apríl
Tórálvur Mohr Olsen:
Endurminningar frá
krígnum.
Fløvi – dagtilhaldið fyri
pensiónistar
í kvinnufelagshúsinum
á Glyvrum – allir
pensionistar hjartaliga
vælkomnir. Opið mánadag-
fríggjadag kl. 15-18.
Mánadagin 19. apríl
Fimleikur v/ Jóhannu Troest
Týsdagin 20. apríl
Ítriv fyri áhugað
Mikudagin 21. apríl
Hugnaløta v/ Mejnhardt og
Judith
Hósdagin 22. apríl
Prát og sangur
Fríggjadagin 23. apríl
Opið hús
Tú fært altíð ein góðan
drekkamunn, somuleiðis eitt
gott Guðs orð. Bløðini eru
altíð til taks.
Vágs Pensionistafelag
Vágs Pensionistafelag – fel-
agið fyri pensionistar í Suður-
oyar sunnaru helvt – hevur
limafund kl. 19.00 hvønn
seinasta mánadag í hvørjum
mánaða. Ymiskt áhugavert er
á hvørjum fundi, har tú eisini
fært drekkamunn við bollum
og køkum. Fundirnir verða
hildnir í hugnaligu hølunum
hjá Vágs Matmøðrafelag.
Allir pensionistar og øll
omanfyri 60 ár eru vælkomin.
Gerst limur í Vágs
pensionistafelag.
Dagtilhaldið í Vági
er hvønn týsdag og tórsdag
frá kl. 15 til 18. Øll eru
vælkomin.
Spælistovan
í meinigheitshúsinum
er opin mána-, týs- og hósdag
kl. 9-12 fyri foreldur við børn-
um, sum ikki hava ansing.
Reyði Krossur Føroya
Sorgarlinjan svarar mánadag,
mikudag og fríggjadag kl.
19.00-21.00 á tlf. 319630.
Kennir tú føroying í
Keypmannahavn, ið hevur
tørv á vitjan ert tú vælkomin
at seta teg í samband við
Reyða Kross Føroya,
Bryggjubakki 10, 100 Tórsh.
tlf. 319630/61 655400.
TILTØK
KONFIRMATIÓN
Leygardagin 24. apríl kl. 15.00 giftast í Fríðrikskirkjuni á
Toftum Hallfríð Hammer, Toftir og Rúni í Hjøllum, Salt-
nes. Kl. 18.00 verður borðhald fyri innbodnum á Sjó-
mansheiminum í Runavík. Eftir kl. 21 Opið hús hjá Kle-
ment Hammer, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Leygardagin 22. mai kl. 13.00 giftast í Ebenezer,
Tórshavn, Synnøve Hatlehol av Vatne, Noreg og Danjal av
Rana, Tórshavn. Brúðarveitslan verður í Bygdarhúsinum í
Leirvík kl. 19. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at vera
við, verða biðin um at boða frá á tlf. 312850 ella á
maibryllup@hotmail.com áðrenn 5. mai.
12. juni giftast Hallgerð Poulsen og Brian Bjartalíð.
Vígslan verður kl. 13.00 í Kristnastovu, Birmavej 36,
2300 København S. Veitslan verður á Moltkes Palæ,
Dronningenstværgade 2, København K. Tey, sum ynskja
at gleða okkum við at koma, biðjast vinarliga ringja á tlf.
0045 21912901 eftir kl. 18 innan 1. mai 2004.
BRÚDLEYP
Sunnudagin 25. apríl verður Gunleif Mouritzen, sonur
Mohrid Johansen og Bent Mouritzen, konfirmeraður í
Gelsted kirkju. Adr.: Søndergade 43, DK 5591 Gelsted.
Sunnudagin 2. mai kl. 10.15 verður Arnóra Davidsen,
dóttir Oddvør og Andras Davidsen, Miðvágur, konfirmer-
að í Vindum kirkju. Konfirmatiónin verður hildin í Nørre-
langgade 6A, st. 8840 Rødkærskro.
Tann 7. mai kl. 10 verður Teitur Vágseið, sonur Sonju og
Johan Vágseið í Vági, konfirmeraður í Hedager kirkju í
Herning. Adr.: Snejbjergvej 18, Studsgård, 7400 Herning.
28. apríl 2004 hava hjúnini Annika og Kristian Olsen,
Saltnes verið gift í 25 ár. Dýra biðidag 7. mai kl. 13.30
verður veitsla hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík. Tey, sum
vilja gleða silvurbrúðarparið við at koma í veitslu, verða
vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 448319 ella 222402
innan 24. apríl.
SILVURBRÚDLEYP
Mikudagin
21.04.kl. 1930
Hósdagin
22.04.kl. 1930
Mikudagin
21.04.kl. 2000
Mikudagin
21.04.kl. 2215
Hósdagin
22.04.kl. 2000
Hósdagin
22.04.kl. 2215
Mikudagin
21.04.kl. 2200
Hósdagin
22.04.kl. 2200
– Seinasta sýning
Mikudagin
21.04.kl. 1730
Hósdagin
22.04.kl. 1730
Frumsýning
Fríggjadagin 23.04. kl. 1800
Fríggjadagin 23.04. kl. 2045
Fríggjadagin 23.04. kl. 2330
HAVNAR
BIO
Tlf. 31 19 56
www.bio.fo
Mikudagin
21.04.kl. 1715
Hósdagin
22.04.kl. 1715
– Seinasta sýning
KOMANDI FILMUR
Stórt úrval av
DVD-filmum til sølu
C
M
Y
K
35
34
Jákup á Borg sigur, at
liðfelagarnir høvdu
heldur viljað havt
Zuma sum mótstøðu-
mann enn Toda, sum
er á FCK liðnum í
kvøld
STEYPAKAPPINGIN Í
DANMARK
Jóannes Hansen
Í kvøld verður farið undir
hálvfinalurnar í donsku
steypakappingin. Talan er
mest sum um toppdystir.
Esbjerg er fokið, men ann-
ars eru tað bestu liðini í
superliguni, sum bresta
saman.
Brøndby
hevur
heimavøll ímóti AaB, sum
teir á sama vølli sunnudag-
in vunnu 4-0 ímóti. Tað
ferðina varð sagt, at AaB
spardi seg til í kvøld. Nú
fæst at síggja, hvussu tað
verður við tí.
Í Parkini skal OB royna
at telva seg til so góða út-
gangsstøðu undan heima-
dystinum, sum tað ber til.
Todi Jónsson er í fimtan
manna hópinum hjá FCK.
Hann telvast um tvey
álopspláss
saman
við
Álvaro Santos og Jesper
Bech. Tað kann væl vera, at
tað verður pláss fyri teim-
um øllum ímillum teir
fyrstu ellivu.
Jákup á Borg er ikki í OB
ferðalagnum. Hann hevði
kanska væntað ella rættari
vónað, at hann fór at fáa
boð, men hann er tolin og
bíðar:
- Steen Nedergaard, sum
plagar at vera síðuspælari,
er skaddur. Chris Sørensen,
sum OB hevur keypt úr
Vejle, hevur verið í vinstra
borði, men nú hava teir flutt
hann yvir í hina síðuna. Eg
hevði vónað, at eg kanska
kundi fáa møguleikan, men
eg havi framvegis gott mót.
Í vikuskiftinum spældi
Jákup á Borg í Danmarks-
seriuni á útivølli ímóti
B1921. OB vann 3-1. Jákup
var vongverji í høgru, og
hann heldur, at tað gekk
væl hjá honum.
Virða Toda
At tað kann ganga skjótt at
sleppa framat, hóast vánir-
nar ikki síggja nakað ser-
ligar út, er støðan hjá Toda
Jónsson í FCK gott dømi
um. Fyri tveimum vikum
síðani roknaði Todi seg
sum fimta mann í kapping-
ini um tey bæði álopspláss-
ini. Nú tykist hann vera
sjálvskrivaður í hópinum.
Hetta veit Jákup á Borg, og
hann veit eisini, at lið-
felagarnir hjá honum hava
stóra virðing fyri føroyska
álopsspælaranum í FCK:
- Tað verður tosað um
hálvfinaluna, tá ið vit
venja. Liðfelagarnir hjá
mær siga, at teir nógv
heldur høvdu viljað havt
Zuma sum mótstøðumann
enn Toda. Tað kemur ikki
óvæntað á meg, men eg
skilji á teimum, at virðingin
fyri Toda er rættuliga stór. Í
OB siga teir, at Todi er ein
tann mest kompletti álops-
spælarin í superliguni. Teir
umrøða hann sum sterkan,
skjótan og tryggan. Eg veit,
at Todi er góður og vanda-
mikil, men eg kann ikki
ynskja honum alt tað besta í
hálvfinaluni. Tá haldi eg
sjálvsagt við mínum felag,
og eg hevði einki havt
ímóti, um eg fekk høvi at
spæla ímóti Toda í seinna
hálvfinaluni.
Alexandur Johansen
heldur munin millum
Skála og HB higartil í
ár hava verið royndir-
nar og ikki so nógv
styrkin í fótbólts-
spælinum
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Í kvøld klokkan 18.30
verður fyrsta bríkslið í
2004
landskappingini.
Skála tekur ímóti meistar-
unum úr HB. Í hølunum á
havnarmonnunum er eitt
upptøkulið hjá TV2. Ørind-
ini hjá teimum í Føroyum
eru at fylgja Heine Fer-
nandez, nú hann er givin í
superliguni og er vorðin
venjari í Føroyum. Um tað
verður mett út frá steypa-
kappingini, so verður Fer-
nendez í HB álopinum í
kvøld.
Liðformaðurin hjá HB,
Rúni Nolsøe, sigur seg
hava stóra virðing fyri mót-
støðumonnunum:
- Eingin dystur er lættur
og als ikki teir á útivølli. Vit
hava spælt tvær ferðir ímóti
Skála, og ikki minst í
Gundadali næstsíðsta viku-
skifti vórðu vit mintir á, at
tað skal ansast eftir teim-
um.
Ta ferðina vann HB 3-2,
eftir at Skála hevði verið
frammanfyri 2-1, inntil tað
bara restaði ein lítil løta.
- Ímóti VB vunnu vit
leygardagin 6-0. Munurin
millum tann dystin og so
tann ímóti Skála var tann,
at vit ímóti VB fingu mál
burtur úr møguleikunum.
Ímóti Skála høvdu vit fleiri
møguleikar, men vit mis-
nýttu nógvar møguleikar,
staðfestir Rúni Nolsøe.
Martin Christensen er
tøkur aftur, eftir at hann
hevur ligið sjúkur. Bárður
Johannesen fer ikki at verja
HB málið nógvu tær fyrstu
vikurnar, Hans á Lag er
eisini langtíðar skaddur, og
tað er ivasamt, um Símun
Eliasen, sum er skaddur í
hondini, verður førur fyri at
spæla. Ímóti VB vóru
Vagnur Mohr Mortensen
og Rasmus Nolsøe í mið-
verjuni.
Royndirnar á muni
Eins og allir hinir á Skála
vónar Alexandur Johansen,
at úrtøkan fer at verða
størri nógvu tey fyrstu
umførini, enn hon hevur
verið tey fyrstu árini í bestu
deildini. Hann ásannar, at
tað er stór avbjóðing at fáa
meistararnar á vitjan í
fyrsta umfarinum. Men
samstundis heldur hann
ikki uppgávuna vera heilt
ómøguliga.
- Tá ið vit taptu 3-2 í
Gundadali, høvdu teir fleiri
møguleikar
beinanvegn.
Men so fingu vit høvdið
fyri okkum, og vit høvdu
takið á miðvøllinum stóran
part av tíðini. At vit ikki
megnaðu at halda tørn um
2-1 leiðsluna, haldi eg
hevur við rutinuna at gera.
HB eigur nógvar spælarar
við drúgvum royndum.
Hóast teir flestu okkara
hava spælt í bestu deildini í
tvey ár, so haldi eg, at tað
fyrst og fremst eru roynd-
irnar, sum eru á muni mill-
um teir og okkum.
Á Skála er stór kapping
um málverjuplássið. Igor
Bjarni Kostic er komin úr
Íslandi at verja málið. Men
unglingaspælarin
Heini
Kristiansen hevur givið
honum so stóra kapping, at
Johan Nielsen hevur bíðað
inntil í kvøld at gera av,
hvør skal verja málið. Igor
var
sannur
brandur
í
Gundadali, men á Eiði
leyardagin var Heini aftur í
málinum. Hann hevði ikki
spælt seg av, og venjarin
gav honum nýggjan møgu-
leika. Eugen Voda, sum
hevur verið málverji, er nú
venjari hjá hinum báðum.
Iulian Florescu og Nenad
Stankovic sótu smáskaddir
uttanfyri, og Alexandur Jo-
hansen hevur verið plág-
aður av, at annar fóturin
hevur fingið snudd. Rokn-
að verður við, at teir allir
tríggir verða á Skála lið-
num í kvøld.
Rúni Rasmussen, sum
higartil í ár hevur spælt við
NSÍ, vandi mánakvøldið
fyrstu ferð við Skála.
Í OB hava teir virðing fyri Toda
Skála-HB:
HB hevur stóra virðing fyri Skála
Mikukvøldið verður fyrsti dysturin í landskappingini leiktur, og millum áskoðararnar á Skála verður eitt sjónvarpslið frá danska
TV2