mánadagur 29. apríl 2013síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 29. apríl 2013 · Nr. 48
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MAI 2013
06
12
–
Sagt hevur verið, at einki
kann vera ræðuliga gott; tí
er tað ræðuligt, so er tað ikki
gott. Orðini eru mótsetn
ingar, so tað stendur eftir.
Ella sagt á ein annan hátt –
tað er eitt paradoks at seta
hesi bæði orðini saman.
Tá tað er sagt, so má eg
viðganga, at mál er livandi.
Hetta er ikki bert galdandi
fyri føroyskt, men øll onnur
mál við. Málið er sum ein
organisma, hon broytist alla
tíðina, eisini tann vegin, vit
ikki vilja hava hana at fara.
Júst so er við málinum, vit
kunnu verja og gera nógv
fyri at varðveita tað, men
undan broytingunum, sleppa
vit ikki.
Orð hava tað fyri at
broyta merking sum tíðin
líðir frá, serliga tann vegin,
at tey heldur, enn at broyta
týdning,
fáa
eina
víðari
merking. Hetta noyðast vit at
boyggja okkum fyri, vilja vit
tað, ella ei. Gjøgnum alla mína
tíð, hevur hjáorðið ræðuliga
verið “skeivt” brúkt, at skilja
soleiðis, at tað hevur verið
brúkt í skeivari samanseting
ella skeivum samanhangi.
Flestu
brúka
hjáorðið
ræðuliga til at styrkja um
innihaldi
av
einum
lýs
ingarorði, sum nú í hesum
førinum er gott. Vit fáa ikki
steðgað hesum, tað verður
brúkarin
av
málinum,
sum avgerð hetta. Vit hava
ígjøgnum
ættarlið
brúkt
orðið í eini breiðari merking,
enn ta upprunaligu. Tað
er ikki óvanligt, at orð fara
ígjøgnum hesa mylluna. Tað
sama er hent við hjáorðinum
ógvuliga, sum nú er at rokna
sum eitt neutralt orð, har tú
kanst brúka ógvuliga bæði
um ringt og gott, tó hetta ikki
altíð hevur verið soleiðis.
Tað sama ger seg galdandi,
tá ið nýggj orð verða smíðað.
Langt frá øll orð finna vegin
inn í málið, tí á onkran hátt
hóska tey ikki inn í málið,
ella tí, at tað er ikki musikkur
í teimum. Onnur orð, serliga
navnorð við veikari bending,
falla væl inn í málið og eru
eisini løtt at benda. Fólkið
tekur orðið til sín, tað gerst
fólkaogn og verður verandi í
málinum og ríkar um tað.
Í orðabókini finnur tú hesi
dømi um, hvussu hjáorðið
verður brúkt: “ein ræðulig
fólkarúgva var samankomin”
ella hetta: “øll skip fingu
ræðuligan fisk”
Orðið “ræðuliga” hevur
við tíðini fingið eina breið
ari merking og verður sum
hjáorð brúkt til at styrkja
um lýsingarorðið, ella leggja
herðing á tað. Tað er tað, sum
vit hava valt í heitinum til
hetta átakið.
Ræðuliga gott!
Ólavur Jøkladal
samskifti / cand. mag.
“Tosið um karmar hevur yvirtikið alt tað politiska arbeiðið.”
Nakað soleiðis segði ein landsstýrismaður nú ein dagin.
Tí heiti eg á Føroya Løgting um beinanvegin at gera øll
tey góðu orðini, sum søgd vórðu í Norðurlandahúsinum um
“Heildarætlanina um fólkaflyting og fólkavøkstur”, sum ein
arbeiðsbólkur við stórum nærlagni hevur lagt úr hondum,
til annað enn orð.
Setið alt fyri eitt 50 milliónir krónur av til fyrstu átøkini,
sum kunnu fara í gongd beinanvegin. Hetta eru “piparnøtir” í
peningahøpi, men hesar koma at seta ferð á bæði fólkavøkstur
og tilflyting. Nú!
Átøkini eru:
Nr. 12 Arbeiðsfrádráttur fyri stakar uppihaldarar 10 mill.
Nr. 13 Tillaga skipan við fríplássi á dagstovni eingi tøl
Nr. 14 Hækkaður barnafrádráttur fyri stakar
uppihaldarar frá triðja barni
21 mill.
Nr. 15 Barsilsskipanin økt
16 mill.
Nr. 18 “Útisetastova” verður sett á stovn 1,5 mill.
–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Tilsamans
kr. 48,5 mill.
Tølini finnast í bóklinginum” Heildarætlan – Fólkaflyting
og fólkavøkstur”
Karmar her og har
Oddvør Johansen
Ársaðalfundur
Ársaðalfundur hjá Akademikara
felagnum Føroya verður tann
4. mai kl. 17 í kantinuni á
Føroya Lærara skúla.
Skrá sambært viðtøkum felagsins
Garaga í Tórshavn, 60 fermetrar, til leigu.
Tel. 21 73 00 lp@ognir.fo
Garaga til leigu
kjak